Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 129 - 8. juli 2008 Tey fyrstu 32 rað­ húsini verða liðug á jólum og um eitt lítið ár verða tær fyrstu 55 íbúðirnar lidnar afturat. Stórar íbúðarbyggingar eru komnar í ringt orð av nógvu byggi­ gølunum, men undir Kongavarða eru ongir trupulleikar Íbúðarbygging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tann stóra íbúðarbyggingin undir Kongavarða á Argjum gongur sum ætlað. Tað staðfestir byggiharrin, Valbjørn Dalsgarð. Sostatt avsannar hann leysatíðindini um, at byggi­ ætlanin, sum varð nevnd størsta íbúðarbygging í Før­ oyum nakrantíð, er amput­ erað niður í brotpart av tí, sum ætlanin var, tí at pen­ ingastovnarnir eru blivnir so trekir at veita lán. ­ Tilsamans var ætlanin at byggja næstan 300 bústaðir undir Kongavarða, men nú vilja leysasøgur vera við, at tað verða ikki fleiri enn tær fyrstu 70­80 bústaðirnir bygdir, tí peningastovnarnir eru blivnir so trekir at fíggja bústaðarbygging hjá fólki. Men tað er ikki rætt, stað­ festir Valbjørn Dalsgarð. ­ Eg kenni onki til, at tað er verri at fáa fígging nú, enn tað hevur verið, sigur Valbjørn Dalsgarð. Men hann leggur afturat, at tað gongur sjón fyri søgn, at rentan er nógv uppfarin í seinastuni og ikki um at tala er oljan dýrkað og mat­ vørur við, so tað er eyðsæð, at fólk hava ikki líka góð ráð at betala lán aftur nú, sum tey høvdu fyri tveim­ um, trimum árum síðani. Sum eftir ánni Men alt hetta sær ikki út til at nerva íbúðarbyggingina undir Kongavarða á Argjum, sum eftir ætlan verður skuldi vera í fimm byggi­ stigum við tilsaman umleið 300 bústaðum. ­ Vit byggja í fleiri stigum og vit taka eitt byggistig ísenn, sigur Valbjørn Dals­ garð. Hann sigur, at eydnast at selja bústaðirnar so hvørt, verða øll fimm byggistigini gjøgnumførd í 2011 ella 2012, sum upprunaliga ætl­ að, men kemur stígur í, ber til at gevast eftir hvørt byggistig, men fyribils er onki, sum bendir á tað. Fimta og seinasta byggi­ stig er lagt av til almenn endamál, eitt nú hotel, skriv­ stovur ella ellisheim. Fyrsta byggistig er komið undir land og fyri kortum vóru tey fyrstu raðhúsini reist. Á jólum verður klárt at flyta inn í tey fyrstu 32 raðhúsini. Eftir ólavsøku verður far­ ið undir at reisa teir fyrstu fimm íbúðarblokkarnar við tilsamans 55 íbúðum og í mai mánaði næsta ár, verður klárt at flyta inn í tær íbúð­ irnar. Sostatt umfatar hetta fyrsta byggistigið 87 bústaðir. Valbjørn Dalsgarð sigur, at higartil hevur byggingin gingið sum eftir ánni og at tað er als onki yvirhøvur, sum bendir á, at tíðarætlan og prísir ikki fara at halda. Hann sigur, at tað hevur gingið heilt væl at selja bústaðirnir í fyrsta byggi­ stigi. ­ Vit hava einar átta ella tíggju íbúðir eftir, men tær eru allar av teimum stóru íbúðunum upp á 131 fer­ metrar og sum kosta einar tvær milliónir hvør, sigur hann. Hinvegin eru eini 10 rað­ hús av teimum stóru ikki seld enn. Annars er alt selt. Langur listi Hann stúrir heldur ikki fyri, at tað fer at vera tórført at selja tær 68 íbúðirnar og 32 raðhúsini í øðrum byggi­ stigi. ­ Vit hava ein so langan lista við fólki, sum hava skrivað seg upp, at vit vænta, at tað fer at hepnast væl við søluni. Í øðrum byggistigi vera 68 íbúðir úr 58 fermetrum upp í 96 fermetrar og 32 raðhús upp á 149 fer­ metrar. Byggigølur ávirka Men hann ásannar kortini, at allar byggigølurnar, sum hava verið í seinastuni í sambandi við íbúðarbygg­ ingar, hevur komið slíkum byggjaríið í ringt orð og tað ávirkar eisini verkætlanina undir Kongavarða. ­ Eftir upprunaligu ætlan­ ini skuldu vit seta íbúðirnar og raðhúsini í øðrum byggi­ stigi til sølu nú í summar, men av tí, at tað er blivið so stórt misálit á slíka íbúðar­ bygging, hava vit útsett tað. ­ Vit vilja fyrst prógva, at tað vit hava lovað til prís, byggitíð og dygd, tað halda vit og tí fara vit ikki at selja bústaðirnir í øðrum byggi­ stigi, fyrrenn fólk eru flutt inn í fyrsta byggistig og síggja við egnum eygum, at alt er, sum tað eigur. Valbjørn Dalsgarð sigur eisini, at tað gongur væl at fáa arbeiðsfólk. Hinvegin koma seks handverkarar úr Rumenia og fýra handverk­ arar úr Póllandi til arbeiðis undir Kongavarða í næstum í sambandi við arbeiði hjá ymsum undirveitarum. Størstu íbúðarbygging í landinum gongur eftir ætlan Hóast stórar íbúðarbyggingar hava verið raktar av byggigølum, gongur sum eftir ánni undir Kongavarða, men gølurnar hava kortini sína ávirkan Ódn trýstir oljuprísin Eftir nakrar at kalla lagaligar dagar á marknaðinum verður roknað við, at oljuprísurin nú aftur verður trýstur í loft. Ódnin Bertha er ávegis móti Mexico, og tí er væntandi, at framleiðslan her fer at minka komandi tíðina. Tá harðar ódnir raktu Mexico í 2005 fekk hetta stóra ávirkan á oljuframleiðsluna, og tað er óttin fyri hesum, ið nú trýstir oljuprísin, sigur Jonahathan Kornafel á Hudson Capital Energy í Singapore til Bloomberg News. Prísvøksturin annan árs- fjórðing var 2,2 prosent Frá fyrsta til annan ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 2,2 prosent, úr 113,9 til 116,4. Tað er framvegis prísvøksturin á brennievni og matvørum, sum toga prístalið uppeftir. Prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 20,2 prosent upp, og prísirnir á brennievni til bilar 11,5 prosent. Eins og í fyrsta ársfjórðingi eru allir matvørubólkar dýrkaðir henda ársfjórðingin. Samanlagt eru matvøruprísir­ nir í handlum farnir 2,1 prosent upp, fyrsta ársfjórðing var vøksturin 1,3 pro­ sent. Fyri veitingar á matstovum hevur prísvøksturin verið 4,1 prosent móti 2,6 prosentum fyrsta ársfjórðing. Frítíð og mentan er farið 1,1 prosent upp, serliga av prísvøkstri á ferðing til útlond, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.