Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 129 - 8. juli 2008 Tá Norrøna legði at í gjár, var ein heldur óvanligur førningur við umborð. Á nið­ asta dekki stóðu nevnliga tvær lamur, ið Torkil Ingvardsson Sandá hevur keypt úr Danmark LAMUR Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein lama traðkað á føroyska jørð. Tað hendi í gjár, tá tvær lamur komu við Norrønu til Føroya. Hugskotið til hetta kom á einum gongutúri, ið Torkil gjørdi av Oyggjavegnum upp um fjall til Leynar. Tá hann var komin heim, setti hann seg at lesa meira um hetta á alnótini, har hann kom fram á eitt, ið eitur Lama-trekking. Tað er, at tú leigar tær eina lamu til ein gongutúr, og kanst brúka hana til pakkaesil. Hetta verður nógv brúkt í eitt nú Onglandi. – Ætlanin við hesum báð- um lamunum er tó ikki at leiga tær út, men at hava tær við á gongutúrum, ið eg ætli at skipa fyri, sigur Tork- il Sandá. Fyrst skulu tær tó temjast og venjast við før- oyska lendið, ið er munandi øðrvísi enn lendið í Dan- mark, har tær báðar hava verið áðrenn. Veðurlagið ikki ein trupulleiki Illfýsna vetrarveðrið í Før- oyum er ikki ein trupulleiki fyri lamurnar. Tær hava tjúkka ull og tola væl kulda. Tá kavi er har lamur eru, er tað ikki altíð at tær fara inn í fjósið. Ofta leggja tær seg niður úti í kavanum, og har kunnu tær liggja leingi. Um kuldin so gerst ov nógvur, skulu tær tó hava møguleika fyri at fara inn í fjósið. Í løtuni standa tær í einum fjósi í Leynum, og eg havi hartil fingið bjóðað beiti til tær frá fleiri persónum. Tær koma so at vera innihegn- aðar og fáa møguleika at standa inni um veturin, tó at tær gott kunnu standa úti. Sjálvur býr Torkil í Havn, men hevur summarhús við góðum umstøðum í Leyn- um, so hann er ofta har at hyggja til tær. Føði er heldur eingin trupulleiki, lamur eta gras, hoyggj, breyð og grønmeti. Og um tær fáa eitt sindur av kraftfóðri, er tað eisini bara gott. – Tað er næstan sum ross, sigur Torkil. Long bíðitíð Hugskotið til at innflyta lamurnar til landið fekk Torkil tíðliga í ár. Hann ringdi so til Danmarkar at vita um møguleiki var fyri at fáa fatur á tveimum lam- um. Hetta var eingin trupul- leiki, og alt gekk uppá stás harfrá. Trupulleikin stakk seg upp í Føroyum, tá inn- flytingarloyvið skuldi fáast til vega. – Eg bíðaði í tveir mán- aðir, áðrenn eg fekk svar frá Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni um innflytingar- loyvið. Hetta var ein lang bíðitíð, tí lamurnar hevði eg longu fingið avtalu um í Danmark, og tær vóru klár- ar at flyta til Føroya. Tá so svarið kom í farnu viku, gjørdi Torkil skjótt av. Hann fór við Norrønu til Danmarkar hósdag, og kom aftur við Norrønu mána- morgun. – Ferðin gekk væl, vit fluttu tær í einum vanligum hestatransportara, og um- borð á Norrønu sóu tær út til at hava gott, hóast tær stóðu aftast á niðasta dekki, har nógvur larmur er av skrúvunum o.ø. Tær lógu niðri í transportaranum og ótu sum vanligt, og tær sóu út til at hava tað gott um- borð, greiðir Torkil frá. Frítíðarítriv Torkil Sandá leggur dent á, at hetta er ikki ein ætlan um at dríva vinnuligt virksemi, men heldur eitt frítíðarítriv. Torkil er útbúgvin timbur- maður, og arbeiðir fast við tí. Ætlanin við lamunum er ein roynd, ið eg ætli at gera. Um tað ber til at fáa tær tamdar, so er ætlanin at skipa fyri gongutúrum um fjøll og at hava tær við á ferðini sum pakkadjór. Hetta eru lamur vanar við, serliga í Suðuramerika verða tær nógv brúktar til pakkadjór. Ætlanin er so at byrja við bussi í Havn, koyra niðan á Oyggjavegin, síðani ganga við fólki upp um fjall til Leynar, har tey kunnu sleppa at á sightseeing, og síðani møguliga ganga upp- umaftur, har bussurin kem- ur eftir fólkunum aftur. Lama og Alpaca At byrja við hevur hann tvær ryssur, heldur enn eina ryssu og ein greðing. Hetta valdi hann at gera eftir at hava ráðført seg við fólk í Dansk Lamaforening. Tey ráddu honum til at byrja við tveimum ryssum, tí at tað er nógv stríð at hava ein greðing eisini. Tær hava tó gingið saman við greðingi í Danmark, og Torkil vónar at onnur av teimum er kvið- in. So verður spennandi at vita, hvussu leikur fer. Tær báðar lamurnar eita Lama og Alpaca, og eru ávikavist 1 og 2 ár. Hetta merkir, at tær ikki eru heilt fulvaksnar enn, men tá tær verða tað, kunnu tær gerast heilt upp í 190cm høgar tá tær standa rankar. Orsøkin til at tær eita júst Lama og Alapca er, at onnur er ektað lama, og hin er ein part alpaca-lama. Hetta er eitt slag, ið er serliga kent fyri at hava góða ull, ið verður spunnin til úrvalstógv. Tó so, tá tað er blandingur, er ullin ikki eins fín, sum var hon ektað alpaca. Tróndur komin til bygdar Í gjár var nógv virksemi í gamla býlinginum í Norðragøtu, tá stóru bilarnir hjá Faroe Ship komu við standmyndini av Tróndi í Gøtu. Standmyndin verður avdúkað leygardagin klokkan tvey. Í øllum túnum verður hampað og plantað, og á økinum, har sjálv standmyndin skal standa, arbeiða múrarar, gartnarar og onnur dúgliga við at fáa tað síðsta klárt til hátíðardagin. Lena í Miðvágs kirkju Í sambandi við, at Vestanstevna er komandi vikuskifti, verður ein forkunnug konsert í Miðvágs kirkju sunnudagin, har føroyski songfuglurin Lena Anderssen fer at framføra. Lena hevði fyri tveimum vikum síðani sína fyrstu almennu konsert í Føroyum í ár, tá hon spældi fyri útseldum Sjónleikarhúsi. Hetta er tó fyrstu ferð, Lena hevur konsert við egnum tilfari í eini kirkju. - Eg havi ongantíð havt egna konsert í eini kirkju, so tað er ein heiður fyri meg at vera boðin til Miðvágs at hava konsert har. Eisini ljóðar tað spennandi, tí kirkjan er kend fyri sín góða akkustik, so eg vóni, vit øll fara at hava eina góða løtu har sunnudagin, sigur Lena. Tvær lamur komnar til landið Her sæst Torkil Sandá saman við 2 ára gomlu Alpaca mynd: Jens Kr. Vang