týsdagur 8. juli 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 129 - 8. juli 2008
Lembingarveðrið í ár
var av tí besta, og tað
sæst aftur, nú fjøllini
verða gingin
Á fjalli
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Longsti dagur er farin, dag
urin er styttur meiri enn ein
hálvan tíma, og sambært
kalendaranum fer summarið
at halla. Seinastu vikurnar
hevur verið liggjandi høg
ætt. Tað man vera hugaligt
hjá teimum, sum búgva
vestanfyri, meðan tey, sum
búgva eystanfyri, munnu
halda landnyrðingin hava
verið í so drúgvan hesaferð.
Seinasta leygardag fingu
hesi ein skáa, tí tá fór hann
niður í landssynning, og
lotið gjørdist lýggjari.
Við Gjógv høvdu tveir av
høgunum boðað frá fjall
gongu hendan leygardagin.
Um morgunin var eisini av
besta veðri, klárt upp á
hvønn tind, men út á fyrra
partin køvdi hann av í
mjørka. Men bara niðri í
bygdini. Í erva var klárt og
sól, og tá dagurin var liðug
ur, var lætt at skilja fjall
menninar burturúr av tí eyð
kenda reyða litinum, sum
sólin hevði givið teimum.
Eins
og
fjallmenninir
vóru væl nøgdir við tað
góða veðrið, var røktingar
maðurin í
Líðini, Jákup Matras, væl
nøgdur við seyðin. Tað sást
eisini í rættini, at tað var
væl lambað, og røktingar
maðurin var ikki í iva, hvør
orsøkin er til tess.
– Nú var mei ógvuliga
góður, so vit høvdu sera gott
lembingarveður í ár, og tað
sæst aftur á talinum. Hin
vegin var nógv høgætt og
rættiliga kalt, so tað var ikki
tann nógvi gróðurin í fyrst
ani. Men tað er væl lambað.
Ikki so galið ár
Tað var 5. juli leygardagin,
og Jákup Matras ásannar, at
tað er rættiliga tíðliga at
fara á fjall. Men eftir um
støðunum er tað ikki ov
tíðliga, heldur hann. Seyð
urin er hampiliga væl filað
ur, og nakað hevur kastað,
so tað er í lagi at ganga
fjøllini nú, heldur hann.
Men hóast tað er væl
lambað, og hóast seyðurin
er væl fyri, torir røktingar
maðurin í Líðini ella Ytru
Líð, sum onkur nevnir hag
an, ikki at siga, at árið verð
ur eitt av teimum góðu.
Tað vísir seg nú, sum at
gróður er komin í hagan.
Men eg veit ikki. Í Líðini
plaga vit at siga, at tey vátu
árini plagdu at roynast betur
í brøttum haga, og at tey
turru árini royndust betur í
tí slætta haganum. Men
sum tað sær út nú, vænti eg,
at tað verður ikki so galið.
Jazzur á Hvonn
Týskvøldið er jazzur aftur á skránni á Hvonn. Tá spælir
bólkurin Trio Magnussar og vinmenn. Trio Magnussar
eru Magnus Johannesen á klaver, Rógvi á Rógvu á
trummum og Edvard N. Debess á bass, men av tí at hann
er burturstaddur hevur trioin fingið Johannes á Rógvu
Joensen við ístaðin. Afturat sær hevur trioin fingið nakrar
vinmenn ella gestatónleikarar. Teir eru Ólavur Olsen á
trompet og Dávur Juul Magnussen á trombone. Teir eru
báðir kendir í ymsum høpi, bæði her í Føroyum og
uttanlanda. Alt bendir á, at hetta verður eitt sera gott
tónleika kvøld. Tónleikurin byrjar kl 21.
Tvær eykasýningar
av E elski Førjar
Longu í gjár varð útselt til tær tríggjar
sýningarnar hjá E elski Førjar, sum verða í
Norðurlandahúsinum sunnu mána og
týskvøldið. Orsakað av tí stóra áhuganum verða
tvær eykasýningar. Tær verða mikukvøldið og
fríggjakvøldið í næstu viku. Sølan av
atgongumerkjum til hesar sýningar byrjar í dag.
Tað góða veðrið
í mai sæst aftur
á rættini
Jákup Matras, røktingarmaður, hyggur seg um í rættini
Brøðurnir Eliesar í Pálsstovu og Magni Joensen. Postmaðurin í
Klaksvík kann annað enn at skilja brøv
...og bankamaðurin Páll Lindi Nólsoy vísti, at hann dugir
eisini við saksinum