Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 8. juli 2008 13 Líkt er til at enn ein bygningur liggur fjaldur í lendinum Úti í Toft í Vestmanna Mynd: H. D. Michelsen/Føroya Fornminnissavn Fornfrøðilig rannsókn í Vestmanna Aftur í ár verður grivið í miðaldar bústaðnum Úti í Toft í Vestmanna FORNRØÐI Tíðindaskriv Aftan á forkanningina í 2005 hava fornfrøðiligar rann- sóknir sumrini 2006 og 2007 avdúkað sera áhugaverdar bústaðaleivdir á staðnum. Talan er um ein bústað við upprunaliga trimum smærri bygingum, ið hava verið samantvinnaðir av eini steinsettari gong við veggjum úr gróti og flagi. Ein av bygningunum, ið uttan iva hevur verið sethús, er seinni umbygdur og longdur. Enn er hann ikki útgrivin innan, tvs. farið er ikki rættiliga niður í gólvflárinar, har væntast kann, at ymiskt áhugavert fjalir seg. Undir hesum bygningunum eru funnar enn eldri veggjaleivdir, ið hava bogað skap. Kann talan fara at verða um bygning úr elstu miðøldini ella enntá úr víkingaøld? Hetta geva nakrir av funnu gripunum ábendingar um. Útgrevstrarøkið er so hvørt vorðið víðkað. Í ár verður grevstrarøkið víðkað eystureftir, har líkt er til, at enn ein bygningur liggur fjaldur undir moldini. Til tess at fáa at vita, hvussu víðfevnd búsetingin hevur verið, verða leitiveitir eisini gjørdar sunnanfyri og norður frá grevstrarøkinum. Tað er Vestmanna kommuna, ið ber kostnaðin av rann- sóknini, ið verður gjørd í samstarvi við Føroya Forn- minnissavn. Tey luttakandi hava verið forndfrøðingar og fornfrøðilesandi úr øllum Norðurlondum. Tey luttak- andi í ár eru øll føroyingar undir dagligari leiðslu av Helga D. Michelsen, fornfrøðingi. Í ár er rannsóknin av ymiskum orsøkum avmarkað. Fýra vikur eru settar av til grevstrararbeiðið, sum endar um miðjan juli. Hóast øll fakfeløg seinasta árið hava gjørt sáttmálar, sum hava givið lutfalsliga stóra lønarhækking er hetta verri enn so nóg mikið í mun til stóra prísvøksturin. Tað er serliga matvøra og olja, sum er dýrkað. Um- framt hetta hava vit sein- astu árini eisini sæð ein stóran vøkstur á húsaprísu- num. Ógvusligu príshækking- arnar gera tískil, at flestu løntakarar í dag eru fátækari enn tey vóru fyri einum ella tveimum árum síðani. Umframt at oljuprísirnir eru methøgir, loysir tað seg í dag betur at framleiða orku enn t.d. at gera mat burtur úr korni, hetta hevur havt við sær at prísir á korni, mjøli o.t. eru øktir nógv seinasta árið. Hetta sæst eisini aftur í prísunum á gerandisvøru, sum ávirk- ast av hesum. Prístalið er fyri 2. árs- fjórðing 2008 komi upp á 116,4. Prísvøksturin síðani 1. ársfjórðing í fjør, tá ið prístalið var 107, 5 er so- statt meir seinastu 15 mán- aðirnar enn prísvøksturin hevur verið frá 2001 til 2007. Tað ber ikki til, at gera nakað við altjóða prísirnir á eitt nú korni og olju, men landið hevur kortini møgu- leika umvegis mvg skip- anina at ávirka prísirnar á gerandisvørum umframt at avtaka avgjaldið á olju til húsarhaldini. Skattaskipanin Spurningur er, um fólk yvir- høvur hava ráð at liva - hetta er serliga galdandi fyri tey við lægstu lønunum, tey sum hava sett búgv seinastu árini, lesandi, óarbeiðsfør og fólk, ið liva av veitingum frá tí almenna. Seinastu árini er ein al- samt størri partur av skatta- inntøkunum í landinum komin inn í avgjøldum, men avgjøldini eru ikki lut- falshækkandi, umframt at størri partur av inntøku- skattinum hjá fólki er umvegis kommunuskattin. Hetta vil siga, at tey við teimum lægru inntøkunum rinda lutfalsliga nógv í mun til inntøkuna. Bróðurpartur- in av skatta- og avgjaldsinn- tøkunum hjá landskassa og kommunum er lutfalsjavnur heldur enn lutfallshækkandi. Hetta merkir eisini, at breið- astu herðarnir ikki longur bera tyngstu byrðarnar eins og ætlanin annars er í skatta- skipanum, sum eru lutfalls- hækkandi. Verður mvg’ið á alneyð- ugum nýtsluvørum lækkað, ger tað tískil stóran mun ser- liga hjá teimum við meðal og lágum inntøkum, sum hava fleiri børn av for- syrgja. Lækkið mvg’ið og avtakið oljuavgjaldið Samtak mælir til at lækka mvg’ið á mjólk, breyð, mjøl, frukt, grønmeti og øðrum neyðugum húsar- haldsvørum fyri at lætta um umframt at avtaka avgjaldið á olju til húsarhaldini. Henda lækkingin hevði ver- ið tann besti skattalættin, og hetta stig rakar eisini sosialt rætt. Fleiri lond hava tveir ym- iskar mvg satsir - Í Før- oyum hevði borið til at varð- veitt 25% mvg á flestar vør- ur og tænastur og so havt eitt lægri mvg á t.d. 10% fyri matvørur sum mjólk, breyð, mjøl, ger o.l. Fyri húsarhaldið hevði eitt tílíkt tiltak verið kær- komið. Hetta hevði verið ein skattalætti, ið veruliga munaði hjá vanliga húsar- haldinum - serliga hjá teim- um, ið hava fleiri børn at forsyrgja. Hevði mvg’ið lækkað til 10% á neyðugum húsar- haldsvørum, so skuldi for- brúkarin einans rinda 10 kr omaná hvørjar 100 kr í mun til 25 kr, sum tað er í dag. Verður mvg’ið á alneyð- ugum nýtsluvørum lækkað minka inntøkur landskass- ans nakað, men tann inn- tøkumissur verður uppveg- aður við tí stóra gagni hetta hevði gjørt serliga hjá teim- um við meðal- og lágum inntøkum. Um neyðugt, so ber til at hækka skattin hjá teimum sum forvinna oman fyri 400.000 kr við at seta eitt ella tvey skattastig inn afturat. Á henda hátt fært tú eisini økt lutfallshækkingina í skattaskipanina. www.samtak.fo Lønarhækkingarnar burtur Lesið Sosialin - so eru tit við