týsdagur 8. juli 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 129 - 8. juli 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Mánadagin 14. juli fyllir
Palli Dalsgaard í Skálavík
80 ár.
Palli er føddur og upp
vaksin í Skálavík, sonur
Astrid, f. Jacobsen, úr Skop
un, og Axel Dalsgaard, á
Mølini í Skálavík.
Størsta partin av lívi sín
um hevur Palli koyrt rutu
koyring millum bygdirnar í
Sandoynni. Henda rutukoyr
ing við mjólk, frakt og
posti, varð ofta koyrd undir
sera ringum umstøðum.
Allar
bilumvælingarnar
vórðu gjørdar í bilhúsinum
sum pápin, Axel Dalsgaard,
og synirnir høvdu í Skála
vík.
Hóast Palli ongan annan
skúla hevði enn barnaskúlan,
lærdi hann nógv av teimum
fólkum, hann hevur verið
saman við, sum t.d. í handli
num á Mølini í Skálvík.
Palli sigur, at fyri honum
var handilin ein skúli.
Eisini var hann sum ung
ur nógv saman við fólki í
Skopun, sum høvdu verið á
háskúla í Danmark, og
lærdi hann nógv av teimum.
Veturin 197273 var Palli
umskúlaður á skúlanum
norðuri við Áir.
Í 197374 hevði hann
skrivstovustarv á Royndar
støðini í Hoyvík. Eftir tað
fekk hann starv á Bil &
Maskinverkstaðnum
á
Sandi. Hetta starv røkti
hann í 18 ár.
Palli hevur altíð havt hug
at skriva, vit síggja ofta
hansara lesarabrøv í bløð
unum. Hann hevur eisini
savnað hópin av tilfari um
bilasøguna í Sandoynni fyri
áhugafelagið Føroya Ellis
akfør.
Fyri fimm árum síðan
gav Palli út eina sera snøgga
og áhugaverda bók við
heitinum ”Staðanøvn uttan
garðs í Skálavík”. Bókin er
um staðanøvn sum Leifur
Tróndarson (19011980) í
Skálavík hevur savnað.
Palli giftist við Ragnhild
(19331997), f. Joensen, úr
Skálavík. Ragnhild og Palli
fingu fýra børn, tey eru:
Jovina, Atli, Maria og
Anthonius.
Føðingardagurin verður
hildin á Keldu í Skálavík
leygardagin 12. juli kl. 17.
Millumskúlaflokkur
útferð í Nólsoy
Mynd frá ”Realskúlafram
sýningini 191666”, sum
Jórunn Dánjalsdóttir
skipaði fyri í Kommunu
skúlanum í Havn í 2007.
Myndin er frá eini útferð í
Nólsoy hjá einum millum
skúlaflokki skúlaárið 1948
49
Aftast f.v: Poul Sloan og Fróði
Mouritsen
3. rað f.v.: Birna Helmsdal,
Jákup Lindenskov, Eyð
Niclasen, Martin Holm
(flokslærari), Malena
Clementsen, Andreas
Johansen (Lítli), Arni Isholm
og Andreas Reinert.
2. rað f.v.: Anna Simonsen,
Hervør Joensen, Sólvá
Mikkelsen, Hansina Jacobsen,
Elsebeth Sloan, Margretha
Mohr (Diddan), Tordis Mohr,
Katrin Hansen og Símun
Simonsen.
Fremst f.v.: Kári Petersen
og Anders Hansen.
Um onkur hevur hug at
ogna sær hesa mynd, er
viðkomandi vælkomin at
venda sær til Jórunn
Dánjalsdóttir á telefon:
226024. (Mynd nr. 39)
Myndaeigari: Katrin Samuelsen /
Margit Hansen
Til minnis um
Janu Jensen
Góða Jana, nú tú ert fari heim til Hansara, ið øllum
valdar, eru vit mong, sum sakna teg fyri alt, tú vart
fyri okkum. Tú hevur verið ein góð systir, mamma,
kona og omma fyri øll tíni, sum tú varðaði av. Eg
fari aldri at gloyma, hvussu góð tú vart við meg, tá
ið eg kom í heim tykkara at verða, bert 2 ára gam
al. Sum árini gingu, kann eg nú á ellisárum enn
minnast, hvussu góður eg bleiv við teg.
Meðan eg enn var í skúlaaldri, bleivst tú sjúk av
tuberklum. Eina tíð, meðan tú lást á Sanatoriinum,
var einki mót um, at tú fórt at klára sjúkuna, so tú
bleivst send heim at doyggja. Um hetta mundið fór
spanska sjúka at ganga, og mong blivu smittaði
víða hvar um landið. Tú bleivst eisini sjúk av hesi
herviligu sótt, soleiðis at læknin bleiv boðsendur
at vita, hvat hann kundi gera. Hann gjørdist bilsin,
tá ið hann var liðugur við kanningar sínar og spurdi
teg, hvussu tú føldi teg, og tú kundi svara honum,
at tú føldi teg væl.
»Ja, tað kanst tú siga«, segði læknin, »tí spanska
sjúkan hevur vunnið á tuberklunum, so nú ert tú
frísk«.
Og, góða Jana, soleiðis var, og tú hevur verið
frísk, til tú nú legði frá tær, mett av døgum, 96 ára
gomul. So tað kann ikki annað sigast, enn at tú
fekst eitt gott lív, hóast tína sjúku sum ung.
Tøkk øll somul, sum verið hava so væl um Janu
á hennara ellisdøgum og nú til tað síðsta.
Eg fari her saman við øllum mínum at lýsa frið
yvir minnið títt og takka fyri, at tú gjørdist systir
mín, tá ið eg 2 ára gamal kom í heim títt at búgva
og vaksa upp sum ein av tykkara.
Alfred Klein
Palli Dalsgaard 80 ár
Dagurin
9. juli. Sostrata. Hetta grikska kvinnunavnið er einki
kent halgimennisnavn. Dagurin hevur borið ymisk
onnur nøvn, men frá árinum 1726 kemur navnið
Sostrata í álmanakkarnar.