Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 129 - 8. juli 2008 Hóast hon hevur verið undir skurði fleir enn 20 ferðir fyri mjadnarfeil og slitgigt, hevur Birgitte Drent Sørensen av Sælandi verið til gongu í Mykineshólmanum. Hetta er betri enn fitness, sigur hon FERÐAFÓLK Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Birgitte er 52 ár, býr á Sæ­­ landi stutt sunnanfyri Køge og er fyritíðarpensionist. Tað er hon orsakað av mjadnarfeili og slitgigt. Hon hevur verið fyritíðar­ pensionist síðani 1995, og hevur ofta verið seingjar­ liggjandi í longri tíðarskeið eftir skurðviðgerðir. Tá hon hevur gingið, hevur hon verið noydd at stuðla sæ­r við tveimum høkjum. Hós­ dagin í farnu viku var hon tó til gongu í Mykines­ hólmanum, har hon heintaði íblástur til málningar og nýtti vøkru náttúruna. Misskiljing gav íblástur Tað var á einum túri í Ís­ landi seinasta summar, at hon fekk mót uppá at fara til gongu í fjøllunum og ógongdum lendi annars. Hon var við einum ferðalagi í Íslandi og ferðaðist, tá tey skuldu ein gongutúr saman við einum lokalum ferða­ leiðara. Onkur misskiljing hevði verið millum ferða­ leiðara og ferðalag, og hes­ in túrurin var munandi tyngri og lendið grýtutari, enn hon helt seg vera føra fyri at klára. Men treiskni og eitt jaligt sjónarhorn á lívsins viðurskifti leiddu hana gjøgnum túrin. Síðan tá hevur hon gingið nógv, og hetta hevur styrkt vødd­ arnar kring mjødnina so­ mikið, at hon í dag bert gongur við einum stavi. Hetta gav henni mót uppá meira, og í farnu viku løgdu tey leiðina til Føroya, har hon æ­tlaði sæ­r út at ganga í náttúruni og uppliva lívið. Betri enn fitness Tá hon hevur verið seingj­ arliggjandi í longri tíðar­ skeið, er sjálvsagt tungt at koma í gongd aftur. Læ­knin hevur mæ­lt henni til at ganga nógv, til tess at styrkja um vøddarnar. Men tá eg spurdi hana um læ­knin hevði mæ­lt henni til at ganga í fjøllunum, svarar hon við einum brosi, at læ­knin nokk ikki meinti við at klintra í fjøllunum, tá hann mæ­ldi henni til at ganga nógv. Men hon sigur, at tað er betri enn fitness at ganga í fjøllunum, tí at tá fæ­r hon styrkt fleiri vøddar samstundis. Hon mæ­lur øll­ um við veikum liðum til at ganga meira í fjøllunum. Byrja í smáum, og bygg síðani meira og meira uppá. Harafturat hjálpir tað eisini at verða tilvitaður um sítt brek. Tá tey skuldu ganga oman aftur, og tað gjørdist ov bratt fyri hana, setti hon seg bara á afturpartin og ók omaneftir. Og hon er ikki illa við av hesum, men sæ­r heldur tað stuttliga í tí. “Eg vil heldur aka á afturparti­ num, enn als ikki at koma út. Í 2002 var eg í Føroyum við bili, og tá harmaði tað meg at eg ikki fekk møgu­ leikan at ganga úti í náttúr­ uni. Hesuferð slapp eg tó frá at bert verða áskoðari, og eg havi gingið nógv úti í náttúruni seinastu dagarnar” sigur Birgitte smílandi. Ógvuliga vakurt Vinkonurnar, ið eru við á ferðini, lata væ­l at henni. Tá tey steðga á at fáa hvíld, er hon altíð fyrst avstað aft­ ur, og tá tey eru troytt og meira í døpurhuga, hyggur hon altíð ljóst uppá tingini. Hon er náttúrumenniskja burturav, og henni dámar væ­l at ferðast, m.a. hevur hon verið í Gottlandi, Ís­ landi, Fraklandi og Føroy­ um, og næ­sta ár æ­tlar hon sæ­r til Grønlands. Tá tey hósdagin skuldu út í Myki­ neshólman, var læ­ttur mjørki, og høvdu summi hug at harmast um hetta. Men hon segði við tey, at so var tað bara ein øðrvísi túr­ ur, enn um tað var sólskin. Hon segði tað vera ógvuliga vakurt at síggja lundarnar í mjørkanum, og eisini sóu tey hval. “Her er ógvuliga vakurt og tit eru ótrúliga heppin at búgva her” sigur hon. Fyri hana var túrurin í Mykinesi hæ­ddarpunktið á túrinum til Føroya. Her havi eg fingið inspiratión til fleiri málningar, og eg havi longu málað ein málning við kubismu, har Føroyar eru motivið. Ferðalagið, ið kom til Før­ oya seinastu viku, fór aftur til Danmarkar mánadag seinrapart. Betri enn fitness Sandoyar­ stevna í Húsavík Komandi vikuskifti verð­ ur Sandoyarstevna hildin – í ár verður stevnan í Húsavík Hóast stevnan ikki verður sett fyrr enn leyg­ ardagin, so byrja tiltøkini longu fríggjakvøldið, tá tivoli verður opið, mat­ søla verður og høvið verður at royna rodeo­ tarvin ­ og kl. 23.00 verð­ ur dansur við Karl Martin Samuelsen Band. Leygardagin setur Vanja Engskæ­r stevnuna kl. 14.00. Úr rúgvuni av tiltøkum á skránni kunnu nevnast ponyríðing á vøllinum, skattajakt fyri børn, gongutúrur til søgulig støð, myndaframsýning­ ar, sangur við Fríðbjørg Jensen og konsert við Guðrið Hansdóttir, Han­ usi G. Johansen og Martini Joensen. Á midnátt leygarkvøld­ ið verður midnáttarrøða, sum Joel undir Leitinum heldur, og eisini verður felagssangur. Aftaná verður dansur við Karl Martin Samuelsen Band. Sunnudagin verður guðstæ­nasta, klaver­ konsert og útimøti. -mørk Framleiðarin rósar Business­line Stóri altjóða heimasíðuveitarin, Dynamicweb, hevur valt nýggju heimasíðuna hjá Business­Line sum bestu síðuna henda mánaðin. Dynamicweb er størsti veitari av heimasíðuskipanum í Norðurlondum og hevur deildir og samstarvsfelagar í nógvum londum. Fyritøkan umboðar fleiri enn 4000 heimasíðukundar kring heimin. Á altjóða síðuni hjá fyritøkuni dynamicweb­cms.com verður ein heimasíðuloysn tikin fram hvønn mánað, og í juli er tað føroyski roknskaparportalurin og virkisskráin bl.fo, sum Sendistovan hevur ment, ið hevur fingið henda heiður. Sendistovan umboðar heimasíðuloysnirnar hjá Dynamicweb í Føroyum og hevur frammanundan ment dynamicweb heimasíður til eitt nú báðar teir stóru peningastovnarnar, fleiri aðalráð og stovnar, umframt hópin av smæ­rri og størri fyritøkum. Birgitte er náttúrumenniskja. Her sæst hon við Havnini í baksýni. mynd: Jens Kr. Vang