Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Nr. 129 - 8. juli 2008 Vinnan Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag – eisini aðrar dagar Tveir fyrrverandi íslendskir stjórnar­ ráðgevar skjóta upp, at íslendska stjórnin eigur at fyrireika umsókn um lima­ skap í ES fyri at fáa støðug viðurskifti í bú­skapinum og fyri at tryggja landsins bankar VINNAN Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tilmælið frá teimum báðum fyrrverandi stjórnarráð­ gevunum stóð í einari grein, sum teir báðir høvdu í Morg­ unblaðnum nú um dagarnar. Greinin vakti ans, tí tað var ikki hvør sum helst, sum stóð undir henni. Høvundar vóru tveir av teimum mest royndu stjórnarráðgevunum í Íslandi, fyrrverandi tjóð­ bankastjórin Jónas H. Haralz og tann royndi dip­ lomaturin Einar Benedikts­ son. Í greinini gera teir báðir nógv burtur úr íslendska búskapinum, sum hevur víst fleiri veikleikar í seinastuni, og teirra niður­ støða er, at tað ber ikki til at loysa trupulleikarnar og at tryggja varandi støðug viðurskifti uttan limaskap í ES. Jónas H. Haralz og Einar Benediktsson skriva, at tað hevði verið eitt gott tekin, um sitandi stjórnin fór und­ ir at fyrireika umsókn at senda til Bruxelles, tí tað hevði víst, at stjórnin er sinnað til at tryggja búskap­ in og fíggingarstovnarnar. Teir báðir royndu ráð­ gevarnir leggja afturat, at tættari samband við Evropa­ samveldið hevur erisini fingið størri týdning, eftir at amerikanararnir eru farn­ ir úr Íslandi. Tann høgi oljuprís­ urin tyngir ikki bara skipini, men eisini virkið í Fuglafirði VINNAN Árni Joensen arni@sosialurin.fo Fyrra hálvár royndist ikki væl hjá Havsbrún í Fugla­ firði, hvat nøgd viðvíkir, og tað er longu nú greitt, at seinna helvt fer at ikki at broyta heildarúrslitið stór­ vegis. Til tann 30. juni fekk virkið í Fuglafirði góð 170.000 tons, og tað er heili 20 prosent minni enn somu mánaðir í fjør. Útlitini fyri nakrari stórvegis broyting eru heldur ikki tey bestu, ásannar stjórin, Bergur Poul­ sen, sum væntar, at virkið fer at fáa umleið 200.000 tons í ár. Og tað er 55.000 tons minni enn í 2007. Tey seinastu trý árini hevur Havsbrún drigist við sera skiftandi viðurskifti á marknaðinum. Í 2006 hækkaðu prísirnir, men í fjør fullu teir aftur. Teir góðu prísirnir í 2006 gjørdu, at fiskamjøl prísaði seg út av marknaðinum, sum sagt verður, og í fjør var sera tor­ ført at sleppa av við fiska­ mjøl yvirhøvur. Higartil í ár hevur mjølmarknaðurin verið stirvin og trupul, men Bergur Poulsen væntar, at marknaðurin fer at batna eitt sindur seinni í ár. Støð­ an á lýsimarknaðinum er heldur frægari og er hampi­ ligur í løtuni. Herfyri valdu nóta­ og trolskipini at gevast við fiskiskapinum, tí oljan var vorðin so dýr, men stjórin á Havsbrún sigur, at tað er ikki bara skipini, sum mugu fáa betri prís. Støðan er tann sama hjá einum virki sum Havsbrún, og skulu skip og virkir fáa endarnar at røkka saman, mugu prísir­ nir upp. Stjórin á Havsbrún er bjartskygdur: ­Hetta er ikki ein ser­ føroyskur trupulleiki, men ein globalur trupulleiki, og vit vænta, at marknaðirnir fara at laga seg eftir teimum broyttu fyritreytunum. Tað er bara ein spurningur um tíð, sigur Bergur Poulsen at enda við Sosialin. Havsbrún og skipini mugu fáa betri prís Nóta- og trolskipini góvust at fiska, tí oljan er so dýr, men oljuprísurin tyngir eisini Havsbrún í Fuglafirði Mynd: Vilmund Jacobsen Jónas H. Haralz (vinstrumegin á myndini) mælir íslendsku stjórnini til at søkja um limaskap í ES Mynd: Vísir Fyrrverandi ráðgevar mæla íslendsku stjórnini til at søkja limaskap í ES