Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 129 - 8. juli 2008 SheFa-2 er tann nýggi samskiftiskaðalin, sum gongur úr Foroyum umvegis Hetland og Orkney oyggjarnar til Skotlands. - Sum nú sar út eru vit framtíðartryggjað eini 10 ár fram við støðugum intern- etsambandi, sigur Páll H. Vesturbú, stjóri í SheFa, sum er dóttirfelag hjá Foroya Tele samskifti Hilmar Simonsen Myndir: Føroya Tele Fyrst var tað Cantat, sum foroyingar settu sítt álit, tá tað kom til internetsamskifti út í heim. Cantat kaðalin, sum stavar frá 1994, røkkur frá Kanada umvegis Ísland, Føroyar, og Danmark inn á týska meginlandið. Men tað finnast valla orð fyri, hvussu nógv krøvini til internetsamskifti eru herd síðani 1994. - Cantat er um at vera útfasaður, kapasiteturin er ikki nøktandi longur, sigur Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele. Føroyskur kaðal Føroya Tele og íslendingar sóu skriftina á vegginum fyri eini 5 árum síðani, í 2003, og tað hevði við sær, at FarIce kaðalin gjørdist veruleiki í 2004. Føroya Tele eigur 20 prosent í FarIce, meðan íslendingar eiga 80 prosent. Men longu tá boðaði Føroya Tele frá, at ein nýggjur kaðal fór at verða lagdur í 2009, og nú, eitt ár áðrenn, er hesin kaðal vorðin veruleiki, nevniliga SheFa, sum dóttirfelagið hjá Føroya Tele, SheFa, eigur at kalla einsamalt. - Fyri at tryggja støðugt samband er neyðugt við tveimum kaðalum, og tað hava vit nú við SheFa og FarIce, sigur Páll H. Vestur- bú, stjóri í SheFa, dóttirfelag hjá Føroya Tele. Higartil hevur Cantat verið ”back-up” hjá FarIce, tað vil siga verið til at taka, um neyðugt var at gera ábøtur á FarIce. Men sum Kristian Davidsen sigur, so var Cantat ikki nøktandi longur til hetta endamálið. Men føroyski samskiftis- veitarin í stóran mun hevur noyðst at dúva upp á útgerð hjá øðrum, Cantat og FarIce, so hevur Føroya Tele í dag ognað sær sín egn kaðal. Íløgan hjá Føroya Tele í SheFa er 120 mió. krónur, men hartil koma aðrar 100 mió. krónur, sum útlendskt feløg, eitt nú oljufeløg, koma at gera afturfyri at fáa atgongd til kaðalin. Saml- aða íløgan gerst sostatt 220 mió. krónur, tá av tornar. - Í framtíðini verður SheFa høvuðssambandi, vit eiga hendan kaðalin, sigur Páll H. Vesturbú. Tænastur til frálandavinnuna Eitt av kjarnuokjunum hjá Foroya Tele í framtíðini verður at veita tanastur til frálandavinnuna. Nógvir boripallar eru á farleiðini, har SheFa gongur, og tað skapar moguleikar fyri at knýta upp í kaðalin við sonevndum útgreiningum. Saman við oljufelogum sar Foroya Tele framtíðar møgu- leikar í hesum, eftirsum tørvurin á at flyta stórar dátumongdir okist dag um dag, eisini frá boripallum. - Vit hava sjálvsagt tikið atlit fyri hesum torvinum, sigur Páll H. Vesturbú og leggur afturat, at atlit eru tikin baði fyri verandi tørvi og framtíðar torvi. Føroya Tele leggur dent á at veita lyklaklárar loysnir til eitt nú oljufeløgini, so at tey fáa júst tað, teimum tørvar. - Kundin kann gera avtalu við okkum um til dømis breiðband-samband til ein boripall, so áliggur tað okk- um at orðna restina. Kundin nýtist ikki hugsa um meira, tað er tað vit kalla lykla- klárar loysnir, sigur Kristian Davidsen. Eisini er kaðalin soleiðis gjørdur, at hann er fram- tíðartryggjaður, tá tað kem- ur til háferðar samband (high-speed). - Tørvurin til ferð og kapasitet er nøktaður fleiri ár fram í tíðina, vit síggja ikki beinleiðis avmarkingar fyri okkum. Um neyðugt verður at útbyggja, so kann útgerð setast upp á kaðal- støðum, meðan kaðalin sjálvur kann fáa frið. Sjálv- andi er ringt at spáa um framtíðina, ein veit ikki við vissu, hvat tørvur verður á. Men sum nú sar út, so kunnu FarIce og SheFa nokta tørvin eini 5-10 ár fram. Eg kann leggja aft- urat, at tekniska livitíðin er eini 15-20 ár, sigur Páll H. Vesturbú. SheFa: Føroyska pulsæðrin út í SheFa-kaðalin fer eisini at gagna oljuvinnu á Atlantsmótinum Kaðalin fyllilr lítið vinnan