Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 139 - 24. juli 2001 Nr. 139 - 24. juli 2001 11 Strandfaraskip Landsins lýsa við hesum eftir handverk- ara til viðlíkahaldsarbeiði á Farmaleiðum. Uppgávurnar hjá Farmaleiðum Høvuðsuppgávan hjá Farmaleiðum er at samskipa, við- líkahalda og menna farma-flutningin millum meginøkið og útjaðarøkini í Føroyum. Starvið fevnir um Høvuðsuppgávurnar hjá handverkaranum: • Standa fyri smærri viðlíkahaldi av útbúnaðinum og farmastøðum runt landið og annað fyrifallandi arbeiði • Samskifti og samstarv við verkstað um viðlíkahald Førleikakrøv • Handverkaraútbúgving • Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva • Góðan røkjuskap Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkisfelag. Umsókn Umsókn við próvskjølum skal sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 30. juli 2001. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú venda tær til Heina á Borg, farmaflutningsleiðara, á tlf. 343060 ella e-post: hab@ssl.fo Starv HANDVERKARI Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutningurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. Bakari søkist! Søkt verður eftir bakara at byrja beinavegin ella skjótast til ber. Sp/f Miðberg Bakarí Tlf. 448695 - 210766 Saltangará Maður søkist til fyrifallandi arbeiði á bakarínum. Sp/f Miðberg Bakarí Tlf. 448695 - 210766 Saltangará Við Miðnámsskúlan í Suðuroy eru 17 løntímar at søkja í Samfelagsfrøði Setan fer fram sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og Yrkisfelag studentaskúla- og HF- lærara (YF). Kann umsøkjarin átaka sær lestrarvegleiðing, er møguleiki fyri fullum starvi. Umsóknin á oyðublaði frá YF verður stílað til Føroya Landsstýri, Mentamálastýrið, Tórshavn, men verður at senda til Ole V. Laursen 800 Tvøroyri tlf. 371763 og 221063 Umsóknarfreistin er 2. august. Felagsskúlin á Oyrarbakka Søkt verður eftir lærara til Felagsskúlan á Oyrarbakka tíðarskeiðið 1. august til 12. oktober 2001 fyri lærara í farloyvi. Lærugreinir: Støddfrøði, alis-/evnafrøði, enskt og søga í framhaldsdeildini. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1 til 27.4. Umsóknir skulu vera Felagsskúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 26. juli 2001. Felagsskúlin á Oyrarbakka v/ Hans Erland í Brekkunum Tlf. 423098 Bilførari søkist Søkt verður eftir lastbilaførara beinanvegin. Stóra koyrikortið krevst. H.H. Trans Sp/f Tlf. 212708 Vit hava stórt úrval av Sosialurin - Tel. 311820 ¤ penalarhúsum ¤ skriviblokkum og bókum ¤ blýantum og pennum ¤ viskileðrum ¤ blýantspískarum o.m.a FO 100 Tórshavn · Tlf. 312001 Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in Tað vísir seg at vera tungt at fáa eitt ES kjak í gongd í Føroy- um. Tvey álit eru skrivað og onkur roynir at gera vart við átrokandi ES-mál, men enn er spurningurin um hvat Føroyar vilja við ES niðast á politisku dagsskránni. Sunnudagin royndi MFS at skumpa til asnan FØROYAR OG ES Rúnar Reistrup Ger avtalu við ES ella hækka stuðulin til skúla- gjald, um tit vilja hava føroyingar at útbúgva seg í eitt nú Bretlandi. Hetta var niðurstøðan av árligu lestrarstevnuni hjá MFS, sum hesaferð snúi seg um sambandið millum Føroyar og ES í útbúgvingarhøpi og sum heild. Landsstýrið hevur stung- ið ut í kortið at fleiri før- oysk lesandi skulu leita sær aðrastaðni enn til Dan- markar, men hetta er bæði truplari og nógv meira kostnaðarmikið fyri tey lesandi, enn um tey velja at fara til Danmarkar. Fyri at lætta um hjá teimum lesandi, ið søkja aðrastaðni enn til Dan- markar, hevur Landsstýrið sett á stovn Altjóða Skriv- stovuna, sum ráðgevur um so at siga alt viðvíkjandi lestri uttan fyri danska ríkið. Stuðla við peningi Fyri at skúlagjald ikki skal vera ov stór forðing hjá teimum, ið velja at fara út um Danmark at nema sær útbúgving, veitir ÚSUN skipanin upp til 60.000 krónur í stuðli til skúlagjald um árið. Men hóast 60.000 krónur ikki er lítið, so er tað tó ofta ikki meir enn góð helvtin av tí skúlagjaldi, sum teir frægu lærustovnarnir í Bretlandi krevja frá før- oyingum. Føroyingar skulu gjalda nógv meir enn til dømis danir fyri eitt ár á lærustovni í Bretlandi, tí lærustovnarnir hava ein prís fyri ES-borgarar og ein heilt annan fyri ikki ES- borgarar. Og meðan 60.000 krónur høvdu verið ov- mikið hjá einum ES- borgara at gjalda skúlagjald fyri, so hevur ein føroyskur lesandi brúk fyri nógv fleiri pengum til sítt skúlagjald. Tveir møguleikar Á lestrarstevnuni hjá MFS sunnudagin vísti Holger Arnbjerg frá Altjóða Skriv- stovuni á, at tað eru tveir møguleikar at betra um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi at fara út aðrastaðni enn til Danmarkar at lesa. Annar er at hækka stuðuls- upphæddina munandi. Hin er at fara í samráðingar við ES og annaðhvørt við av- talu ella limaskapi bera so í bandi, at føroysk lesandi fáa sømdir sum ES-borgar- ar í útbúgvingar og gransk- ingarhøpi. Hvat ynskja vit Tað var út frá hesari staðfesting at MFS valdi at skipa fyri lestrarstevnu um Føroyar og ES. Ásannandi at útbúgvingar- og gransk- ingarsamstarv bert er ein evarka lítil partur av einum samstarvi Føroyar og ES ímillum varð valt at taka alt málið um føroysku støðuna til ES upp á lestrarstevnuni. Á pallborðsfundi í Norð- urlandahúsinum sunnu- dagin, har millum onnur umboð frá Isle of Man og Íslandi sótu við pallborðið, varð kjakast um hvat Føroyar vilja við ES. Stephen Carse, búskap- arráðgevi hjá stjórnini á Isle of Man, vísti á møgu- leikan at Føroyar møguliga eru ov smáar at gerast sjálvstøðugur limur í ES. ES hevur yvirfyri Isle of Man staðfest, at landið undir ongum umstøðum kann gerast limur í ES á annan hátt enn sum partur av Bretlandi, og tí skulu Føroyar ikki taka fyri givið at tað yvirhøvur ber til at gerast ES limaland undir vanligum treytum. Jón Sigurðsson úr ís- lendska handilskamarinum reisti spurningin um hvat føroyingar ynskja. Hann metti ikki at lond sum Ísland og Føroyar fóru at kenna seg noydd at gerast limir í ES, og at ein avgerð um at søkja um ES lima- skap soleiðis ikki skuldi byggjast á stúran fyri at gerast eftirbátar. Tað er eingin loyna, heldur ikki fyri útlending- um, at spurningurin um ES limaskap fyllir sera lítið í politiska landslagnum í Føroyum, og í við hesum í huganum segði Jón Sigurðsson tað vera upp á tíðina at spurningurin um ES limaskap varð tikin upp í Føroyum. – Hetta er ein álvarsamur spurningur, og hann kann ikki ignorerast, segði hann. Mugu betra egnar umstøður Hesum sjónarmiði vóru teir báðir føroyingarnir við pallborðið, Jens Helgi Toftum úr Fiskimálastýr- inum og Tommy Petersen, samdir í. Tommy Petersen vísti á, at tað ber ikki til at lata sum um ES ikki finst og ikki hevur ávirkan á føroysk viðurskifti, men minti sam- stundis á, at tað er torført at fara í gongd við veruligt kjak um ES limaskap, áðrenn spurningurin um føroyskt sjálvræði er av- kláraður. Jens Helgi Toftum upp tók spurningin um tað ber til at fáa eitt samstarv í lag við ES á útbúgvingar og granskingar økinum og segði, at ein fortreyt fyri hesum er, at Føroyar hevur nakað at bjóða ES á hesum øki, soleiðis at landið gerst ein áhugaverdur samstarvs- felagi. Tí byrjar alt tos um eina samstarvsavtalu um útbúgving og gransking við at betra umstøðurnar fyri hesum virksemi í Føroyum, segði Jens Helgi Toftum. ES kjakið á lestrarstevn- uni bar annars brá av, at spurningurin um ES eitt av teimum málunum, sum liggur allar niðast á dags- skránni í Føroyum og tí ikki er komin serliga langt ávegis farnu nógvu árini. Áhugin fyri hvat umboðini av Isle of Man og úr Íslandi høvdu at siga tyktist eisini at vera sera lítil millum landsins politikarar og ráðharrar. Varaløgmaður, Høgni Hoydal, og formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, vóru einastu politisku umboð á fundinum. Eingin vil tosa um ES Jón Sigurðsson, Tommy Petersen, Stephen Carse og Jens Helgi Toftum sótu við pallborðið á lestrarstevnuni, ið MFS skipaði fyri Mynd: Jens K. Vang C M Y K 11 10