týsdagur 24. juli 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 139 - 24. juli 2001
Nr. 139 - 24. juli 2001
13
Leygardagin høvdu
umboð fyri fjølmiðl-
arnar og onnur
møguleikan at vitja
umborð á West
Navion. Arbeiðið hjá
West Navion fer í
fyrstu atløgu at taka
átta vikur, og fram-
komna boriskipið
hevur allar hentleik-
ar, sum skulu til
BORISKIP
Heri á Rógvi
Myndir: Bárður Johansen
Tað var leygardagin í síðstu
viku, at stóri riggurin/
boriskipið West Navion
sást liggja í Nólsoyarfirði.
Tað var eisini henda sama
leygardag at umboð fyri
fjølmiðlarnar, embætisfólk
og landsstýrismenn fingu
høvið at vitja skipið.
Tað vóru fleiri enn tjúgu
fólk, sum møttu upp á
leygardagin. Áðrenn ferða-
lagið fór umborð, so var ein
sokallað briefing, har fólk
vórðu kunnaði um trygdina
og onnur viðurskifti um-
borð. Tann kanska mest
spennandi
parturin
við
briefingini, og møguliga
eisini túrunum sum heild,
var tá hvør í ferðalagnum
fekk eina tasku frá vertun-
um, har ketildrakt, hjálmur,
skógvar og annað vóru í.
Navnið
á
einum
stóð
broderað á draktina, og
hetta tóktist sum óførur
fongur hjá teimum upp-
møttu. Ikki nokk við tí,
men tú slap eisini at eiga
klæðini eftir at vitjanin var
liðug.
Tað, at vertirnir tóku sær
væl av gestunum, var eisini
nakað, sum eyðkendi túrin.
Trygdina skuldi eingin
ivast í, og fyrilit av øllum
sløgum vóru eisini tikin
fyri, at vitjanin umborð á
West Navion skuldi gerast
so góð sum gjørligt og
uttan skaðar.
Lat tað vera sagt beinan-
vegin, at vitjanin var eitt
óført og forkunnugt uppliv-
ilsi, sum undirritaði vænt-
andi ikki kemur at uppliva
so ofta. Leiðarnir tóku sær
væl av okkum. Tá hugsað
verður um, at skipið kostar
2,5 mill. kr. um dagin at
leiga, so er einki at siga til,
at skundað var undir tey
vitjandi eitt sindur.
Upplivilsi
Ferðalagið
leygardagin
taldi eisini embætisfólk,
sum uttan iva hava roynt
okkurt líknandi, men fyri
tey flestu í ferðalagnum var
hetta
ein
forkunnugur
møguleiki at síggja í verki,
hvussu eitt tílíkt skip sær út
og virkar. Skipið lá í
Nólsoyarfirði, so einki
borivirksemi var, men hetta
gav samstundis betri møgu-
leikar hjá okkum at hyggja
okkum í kring.
Tað kunnu vera upp til
117 búgvandi fólk umborð
á skipinum. Hesi hava
eisini góð kor. Mat fáa tey
nógvan og góðan, tí køk-
urin umborð er væl mann-
aður og hevur hópin av
freistingum at bjóða uppá.
Skipið er risastórt og tað
kendist stundum sum um,
at tú vart leiddur ígjøgnum
tann loyndarfulla býin, tá
ein var umborð. Teir 254
metrarnir, sum skipið er til
longdar, fara einamest til
boriútbúnað, tí hetta krevur
eitt sindur av plássi. Mann-
ingin hevur tó eisni fleiri
rúm umborð, og fleiri ar-
beiðsrúm eru eisini um-
borð. Uppí á brúnni sita
hópin av fólki, sum skulu
halda skil á boring, pla-
sering og dagligu leiðsluni
umborð á skipinum. Skip-
arin umborð, Evy Heyjedal,
er kvinna, og hennara upp-
gávuna er at standa fyri
dagligu
umsitingarligu
leiðsluni umborð.
Tað var kanska eitt sindur
avmarkað, hvat ferðalagið
leygdardagin fekk høvið at
síggja, men tað var ikki
minni spennandi av teirri
orsøk. Víst var runt í
maskinrúmunum, á brúnni
og uttanfyri, har hjarta á
boringini kann sigast at
vera. Lat tað eisini vera
sagt, at skipið í allar mátar
tóktist sum eitt frálíkt far,
sum samstundis tóktist at
vera nýtíðar hóskandi.
2,5 mill. um dagin
Túrurin leygardagin vardi
heldur ikki serliga leingi,
og BP, ið hevði boðið
fjølmiðlunum saman við
Smedvig, vildi ikki hava at
nakað óhapp av nøkrum
slag skuldi koma fyri.
Túrurin skuldi ganga so
skjótt sum gjørligt, og
gestirnir vórðu allir væl
ílætnir av fyritøkunum. Tað
er eyðsæð, at fyritøkurnar
royna at gera eina so góða
mynd av sær sjálvum sum
gjørligt, og hetta má eisini
sigast at hava hepnast væl
hjá teimum.
Skipið er heldur ikki
bíligt hjá BP at nýta. Sam-
bært Lynne Staples-Scott,
sum
starvast
innan
marknaðarføring hjá BP, so
er kostnaðurin 2,5 mill. um
dagin fyri West Navion. Tí
hevur tað verið ein heldur
dýrur umgangur hjá fyri-
tøkuni, tá West Navion
hevur ligið í Nólsoyarfirði,
men tá skipið skal fáa tær
neyðugu góðkenningarnar,
so er einki annað í at velja.
At skipið soleiðis lá í
Nólsoyarfirði gav eisini
ferðalagnum leygardagin
ein forkunnugan møgu-
leika, sum ikki var galin
kortini.
Spurningurin er so bara,
hvussu úrslitini vera um
átta vikur.
West Navion er nakað fyri seg
253 metrar langa West Navion lá í Nólsoyarfirði leygardagin
Á myndini sæst framkomni
trygdarventilurin, sum
verður brúktur undir boring
West Navion er eitt
sera framkomið skip.
So at siga alt umborð
verður stýrt av teld-
um, og skipið hevur
tvey boritorn. Hesar
fyrstu boringar vilja
m.a. siga, hvussu
arbeiðið skal gerast í
sambandi við møgu-
ligar framleiðslu-
boringar, sigur Tor
Oftedal, borileiðari á
West Navion
BORISKIP
Heri á Rógvi/ Bárður
Johansen
Tey flestu, sum hava hoyrt,
lisið um ella sæð bori-
skipið, West Navion, vita,
at talan er um eitt ógvuliga
stórt skip. Longdin á skip-
inum er 253 m., meðan
breiddin telur 42 og hæddin
telur 90 metrar. Hetta eru
ikki støddir, ið vit her á
leigum eru so von við.
Stand-by
skipið,
Faroe
Connector, minti um ein
útróðrarbát, tá tað lá við
síðuna á West Navion. Sum
heild er talan um eitt rætti-
liga stórt og framkomið
skip. Skipið hevur allar tær
nútímans hentleikar, sum
eitt tílíkt skip kann hugsast
at hava, og tað eru heldur
ikki fleiri enn seks sovorðin
skip í heiminum. Tað er
Smedvig, sum hava sæti í
Stavanger, ið eiga West
Navion. Fyritøkan hevur
3000 starvsfólk, og hava
umboð
fyri
fyritøkuna
verið í Føroyum áður m.a. í
sambandi við vinar- og
vinnubýarsamstarv millum
Stavanger og Tórshavn.
Skipið er somikið fram-
komið, at tað uttan víðari
kann taka sær av bæði
royndarboringum og fram-
leiðsluboringum.
Skipið
hevur tangar, sum kunnu
goyma heilt upp til 100.000
føt av olju. Eisini kann
skipið gera fleiri sløg av
boringum, men til hesar
fyrstu royndarboringarnar
verður vanligur lodrættur
boriháttur nýttur.
Tað vera hesar boringar-
nar, sum fara at avgera,
hvussu arbeiðsleisturin fer
at vera í framtíðini. Hesar
boringarnar vera avgerandi
fyri hvønn arbeiðshátt valt
verður í sambandi við
møguligar framleiðslu bor-
ingar. Spurningurin er ikki
einans um olja er til staðar,
men so sanniliga eisini
hvussu og um tað ber til at
fáa oljuna upp úr undir-
grundini.
Tann spurningurin, sum
flest fólk vilja hava svar-
aðan í sambandi við West
Navion, er óivað, hvussu
skipið kann halda sær
flótandi í einari fastari legu,
soleiðis at tað ber til at
bora. Frágreiðingin til hetta
er, at skipið hevur sjey
propellir,
sum
móttaka
upplýsingar frá GPS fylgis-
sveinaskipanini. Upplýs-
ingarnir, ið propellirnar ella
skipið
móttekur,
verða
síðani nýttir til at siga
propellinum, hvussu nógva
orku tær skulu nýta. Hetta
hevur so við sær, at skipið
so at siga heldur eina fasta
legu. Eigarnir av skipinum
siga, at skipið flytur seg í
mesta lagi ein metur, og
bert ein brotpartur av saml-
aðu orkunu hjá propellun-
um varð nýttur, tá skipið
leygardagin lá í Nóls-
oyarfirði. Skiparin umborð,
Evy Heyjedal, sigur, at tað
verður væntandi eingin
trupulleiki at halda eina
fasta legu, tá skipið fer
undir royndarboringarnar.
Sum áður nevnt, so hevur
West Navion tvinni bori-
torn. Hetta er heldur ikki
heilt vanligt. Sambært Tor
Oftedal, borileiðara, so er
hetta ein stórur fyrimunur,
og ger hetta samstundis at
boringin
verður
meiri
effektiv.
Tekniskt er skipið rætti-
liga framkomið, og tey
tekniskt áhugaðu leygar-
dagin fingu eisini eitt
spennandi upplivilsi. Alt á
skipinum er nýmótans, og
samstundis leggja teir seg
eftir at fara væl við
umhvørvinum,
tí
hetta
krevja nútímans reglugerð-
ir. Skipið nýtir einans
vatnbaseraða
borimóru.
Bórimóran verður nýtt til
m.a. at syrgja fyri, at
sjálvur boristrongurin ikki
gerst ovurhitaður. Vatn-
baserað borimóra hevur
tann fyrimunin at hon
dálkar minni enn eitt nú
oljubaserað borimóra, men
oljubaserað borimóra hevur
gott orð á sær, tá ið tað snýr
seg um at vera effektivt.
Tað verður í øki 04, at
West Navion fer at bora.
Hetta økið verður roypt
“Svínoy leitimiðið”, og er
hetta økið tað norðasta í tí
sokallaða
gullhorninum,
sum liggur í ein landssynn-
ing úr Føroyum. Eisini
Sovereign Explorer borar
um hesar leiðir, og liggur
hann nakað vestanfyri West
Navion. Tað eru Faroese
Partnership og Agip, sum
eiga hinar báðar partarnar
av gylta horninum við
Hetlandsrennuna.
Løgmaður og olju-
málaráðharrin eru
samdur um, at hetta
var eitt minst líka
spennandi upplivilsi
sum vitjanin á
Sovereign Explorer.
Báðir vóru á einum
máli um, at hetta er
eitt spennandi og
framkomið skip
BORISKIP
Heri á Rógvi/Bárður
Johansen
Millum gestirnar umborð á
West Navion leygardagin
vóru umboð úr lands-
stýrinum. Eyðun Elttør,
landsstýrismaður í olju- og
umhvørvismálum, Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður
í fiskivinnumálum og Ann-
finn Kallsberg, løgmaður.
Eyðun Elttør og Annfinn
Kallsberg vóru báðir við á
Sovereign Explorer, tá fólk
vitjaðu har fyri sløkum
tveimum vikum síðani.
Teir báðir vóru eisini á
einum máli um, at hetta var
eitt spennandi upplivilsi.
Tað báðir eru eisini samdir
um, at munur er á hesum
skipinum og Sovereign Ex-
plorer. Hesir báðir fingu
eisini serliga nógv upp-
merksemi umborð á skipin-
um.
Elttør
Eyðun Elttør er fyrsti og
higartil einasti oljumála-
ráðharrin í Føroyum. Hann
er samstundis eisini út-
búgvin maskinmeistari.
- Hetta var eitt upplilsi at
fáa møguleikan at vitja
hetta skipið. Tað er eitt stórt
upplivilsi fyri meg bæði
sum landsstýrismann og
sum maskinmeistara, tí
hetta skipið var tekniskt
ógvuliga framkomið, sam-
stundis sum hetta er nakað
nýtt innan føroyska olju-
vinna. Man kann siga, at eg
var bæði við sum maskin-
meistari og sum lands-
stýrismaður, sigur Eyðun
Elttør.
Spurdur um hann helt, at
oljumálastýrið hevur gjørt
tað, sum teir kunna, nú ein
oljuvinna so at siga er
byrjað í Føroyum, segði
Eyðun Elttør, at hann metti
at oljumálastýrið hevur
gjørt tað, ið tað hevur verið
ført fyri.
- Vit hava ikki havt nógv
fólk í oljumálastýrinum, so
vit hava verið noyddir til at
leita eftir hjálp uttani frá,
men oljuvinnan er eisini so
stór og umfatandi, at hetta
má metast at vera neyðugt.
Kjarnin í før-oysku olju-
vinnuni liggur tó í olju-
málastýrinum, sigur Eyðun
Elttør.
- Oljuvinnan er so risa-
stór, at vit mugu venda
nøsina úteftir fyri at fáa
kunnleikan, men tað hevur
alstóran týdning, at tað eru
vit í Føroyum, ið áseta
krøvini, sigur Eyðun Elttør.
Eyðun
Elttør
verður
væntandi fyrsti føroying-
urin, ið fær at vita, um
nakað áhugavert goymir
seg í føroysku undirgrundi,
men hann hevur ikki gjørt
sær so nógvar tankar um,
hvussu gerast skal eftir
hetta, tí tað er trupult at
gera metingar um júst
hetta.
- Vit mugu eisini ansa
eftir, at vit ikki lata okkum
imponera ov nógv, sigur
Eyðun Elttør um tey mongu
rósandi orðini, sum BP
hevði at bera oljumála-
stýrinum.
Kallsberg
Annfinn
Kallsberg
var
samdur við Eyðuni Elttør,
at hetta hevði verið eitt
spennadi upplivilsi. Hann
sigur tó, at tað var heldur
øðrvísi at vera umborð á
West Navion og at vera um-
borð á Sovereign Explorer.
Fyrst
og
fremst
tann
sjónligi munurin, at talan
var um eitt tvey ymisk sløg
av riggum, men eisini tí at
Sovereign Explorer var á
leiðini, har hann skuldi
bora.
Annfinn Kallsberg hevði
eisini góð orð at bera tí
tøkniliga partinum, og hann
var skilliga nøgdur.
Ein av spurningunum,
sum rættast er at venda
móti Annfinni Kallsberg, er
um framtíðar ætlanir við-
víkjandi framleiðslu innan
føroysku oljuvinnuna.
- Tað eru sjálvandi tankar
og fyrireikingar, sum eru
gjørdar fyri nógvum árum
síðani, og tað liggur eisini í
oljulóggávuni, at so nógv
sum gjørligt av aktivitetum
skulu fremjast frá Føroyum
av. Persónliga meti eg, at
tað eru nógv positiv ting,
sum kunnu fáast burturúr
oljuni, og ein loysn kundi
verið avgjøld, ið kunnu
koma í staðin fyri tað, at alt
skal um føroyskan bryggju-
kant, sigur Annfinn Kalls-
berg.
Løgmaður vil ikki út við
hvørjar ætlanir og tankar
landsstýrið hevur gjørt sær
um framtíðar viðurskifti
innan framleiðslu í før-
oysku oljuvinnuni.
Framkomið skip
Elttør og Kallsberg:
– Hetta er líka spennandi sum Sovereign Explorer
West Navion nýtir sera
framkomna tøkni
C
M
Y
K
13
12