týsdagur 24. juli 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 24. juli 2001
15
15
Nr. 139 • Týsdagur • 24. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyski Bogi Krist-
iansen gjørdist vinn-
ari í fimtu Statoil
Kring Føroyar
súkklukappingini.
Hann gjørdist nr. 2 í
seinastu etapu á
Streymoynni, og tað
var nóg mikið hjá
Boga Kristiansen at
tryggja sær gullið í
Føroya størstu
súkklukapping
STATOIL
KRING FØROYAR
Heini í Skorini
Við einum minutti skjótari
enn danin Anders Michael-
sen samanlagt gjørdist før-
oyingurin Bogi Kristiansen
vinnari í Statoil Kring Før-
oyar kappingini 2001.
Bogi Kristiansen gjørdist
nr. 2 í seinasta teininum á
Streymoynni á heili 103
kilometrar aftanfyri Anders
Michaelsen, men tað var
nóg mikið hjá honum at
tryggja sær sigurin.
Anders Michaelsen, sum
súkklar í A bólkinum í
Danmark, vann etapuna á
Sandoynni fríggjadagin, og
við Boga á fjórða plássi í tí
etapuni lá Anders Michael-
sen á odda í samlaðu støð-
uni.
Men við at vinna etapuna
dagin eftir í Suðuroy á 55
kilometrar, var tað nóg
mikið fyri Boga at koma á
mál sjey sekund eftir And-
ers Michaelsen í teininum á
Streymoynni, har súkklar-
arnir komu á mál við Stat-
oil støðina í Gundadali.
Gott føroyskt avrik
Bogi Kristiansen var sostatt
sigursharrin
í
Føroya
størstu súkklukapping, og í
samanlagdu 275 kilometr-
unum hevði hann tíðina 8
tímar, 11 minuttir og 25
sekund. Anders Michaelsen
á øðrum plássi hevði tíðina
8 tímar, 12 minuttir og 3
sekund, og sostatt vóru 38
sekund millum hesar báðar
fremstu á teimum 275 kilo-
metrunum.
Men umframt at ein før-
oyingur
vann,
gjørdust
tríggir føroyingar millum
fýra teir fremstu. Gunnar
Dahl Olsen gjørdist nr. 3 í
samlaðu støðuni, meðan
Jóhann Brend kom saman-
lagt at liggja á einum fjórða
plássi.
Hetta má sigast at vera
eitt gott føroyskt avrik, og
er tað eisini at staðfesting
av, at føroysk súkkling er í
menning.
Eysturoyarteinurin
kostaði Michaelsen
sigurin
Um vit hyggja at teimum
fimm
teinunum,
sum
súkklaðir eru, sæst, at And-
ers Michaelsen søplaði sig-
urin burtur í næsta teinin-
um í Eysturoynni.
Danski súkklarin í A
bólkinum gjørdist nevniliga
nr. 12 á hesum teini, og
kom hann á mál 47 sekund
eftir samanlagda vinnaran
Boga Kristiansen. Michael-
sen vann prologin, sandoy-
arteinin og seinasta teinin á
Streymoynni, meðan hann
gjørdist nr. 2 í Suðuroy, og
skuldi tað við hesum avrik-
um verið nóg mikið hjá
honum at vinna samanlagt.
Men tá hann snávaði í eyst-
uroyarteininum og endaði á
einum tólvta plássi, var tað
hetta, sum í síðsta enda
kostaði honum.
Bogi Kristiansen gjørdist
nr. 4 í prologinum í Klaks-
vík og á Sandi, nr. 5 á
Streymoynni, síðani vann
hann teinin í Suðuroy og
gjørdist nr. 2 í seinasta tein-
inum í Havn.
Tann lítli minutturin mill-
um Boga og Anders í Eyst-
uroynni kom sostatt í sein-
asta enda at vera avgerandi
fyri samanlagda úrslitið.
Bogi havt eitt gott ár
Við sigrinum í Statoil
Kring Føroyar hevur Bogi
Kristiansen fingið enn eitt
gott úrslit, og seinastu tíð-
ina hevur hann veruliga
havt vind í seglunum.
Bogi gjørdist fyri ikki so
langari tíð síðani nr. 1 í
Danmarkmeistaheitinum
fyri súkklarar yvir 30 ár, og
er hetta eitt sera gott úrslit.
Umframt tað fekk Bogi
bronsuheiðursmerki
á
Oyggjaleikunum á Man
fyri stuttum, og hevur hann
sostatt fingið trý sera góð
úrslit seinastu tíðina.
Gølan hevði
sína ávirkan
Bogi Kristiansen var ikki at
roknað millum favorittar-
nar áðrenn kappingina, tí
umframt føroyingin Rógva
Johansen í A bólkinum
vóru fleiri aðrir danskir A
súkklarar við frá byrjan.
Men sum lesast kann um
aðrastaðni í blaðnum, vóru
hesir ikki við eftir teinin í
Eysturoynni, og tískil hevði
tað stóra ávirkan á samlaða
úrslitið.
Jannik Petersen lá nevni-
liga á odda í samlaðu støð-
uni eftir eysturoyarteinin,
og var hann ein av avgjørdu
favorittunum
at
vinna
kappingina. Eisini lógu
Janus Jørgensen og Rene
Jochumsen væl fyri, men
hesir saman við Rógva Jo-
hansen valdu allir at taka
seg úr.
Um teir høvdu hildið á,
hevði
samlaða
úrslitið
sjálvsagt verið øðrvísið, tí
talan er um sera góðar
súkklarar, sum eisini gera
seg galdandi í stórum kapp-
ingum í Danmark.
Kappingin vekir
áhuga uttanlanda
Statoil Kring Føroyar kapp-
ingin sær út til at vera kom-
in fyri at vera. Luttakaratal-
ið økist ár um ár, samstund-
is sum støði eisini hækkar.
Fleiri og fleiri danir leita
hendavegin, og í framtíðini
verður møguleiki fyri, at
onnur lond eisini verða um-
boðað.
Tórshavnar Súkklufelag
hevur nevniliga havt sam-
band við m.a. hetlendskar
súkklarar, meðan súkklarar
frá øðrum oyggjabólkum
eisini hava víst áhuga.
Danska
súkklublaðið
hevur eisini umrøtt Statoil
Kring Føroyar, sum júst er
farin aftur um bak, og vóru
tað sera góð ummæli, sum
kappingin fekk. Hetta er
vónandi við til at fáa fleiri
súkklarar at koma til Før-
oya at luttaka í hesi kapping
í framtíðini. Gunnar Dahl
Olsen, formaður í Tórs-
havnar Súkklufelag, sigur
við Sosialin, at útlendingar
hava víst stóran áhuga, og
at møguleiki fyri luttøku
aðrastaðni frá enn í Dan-
mark er góður.
Sostatt kunnu vit síggja
fram til eina góða, spenn-
andi og sterka Statoil Kring
Føroyar kapping komandi
ár og vóna sjálvandi, at
menningin í føroyskari
súkkling heldur á.
Bogi Kristiansen
sigursharrin sunnudagin
Bogi Kristiansen,
nýklakti vinnarin í
Statoil Kring
Føroyar kappingini,
var fegin um sigurin
STATOIL KRING
FØROYAR
-
Statoil,
Tórshavnar
Súkklufelag, løgreglan og
aðrir fyrireikarar hava
gjørt eitt sera gott arbeiði
at fyrireika hesa kapping,
segði Bogi Kristiansen
eftir sigurin sunnudagin.
Hann var vælnøgdur, og
tað er ikki so løgið. Mað-
urin á øðrum plássi, And-
ers Michaelsen, súkklar
nevniliga í A bólkinum í
Danmark, meðan hann
sjálvur er í B bólkinum,
og er hetta triðja góða av-
riki hann hevur framt
seinastu tíðina. Umframt
gullið sunnudagin vann
hann bronsuheiðursmerki
á Oyggjaleikunum á Man,
og so vann hann eisini
DM fyri menn yvir 30 ár.
“Shell liðið”
ongan týdning
Spurdur, hvussu hending-
in um teir fýra súkklarar-
nar, sum valdu at fara úr
kappingini,
kemur
at
ávirka kappingina í fram-
tíðini, svarar Bogi:
- Hetta rokið kemur
ikki at hava stórvegis
týdning í framtíðini. Talan
er ikki um heimskendar
súkklarar sum Bjarne
Riis, sum við ringum
tannabiti fara aftur til
Danmarkar. Fyri tað um
fýra súkklarar ikki koma
aftur, kunnu aðrir tíggju
eins sterkir saktans koma
næsta ár, sigur Bogi Krist-
iansen.
Grov provokatión
og vánalig argument
Bogi Kristiansen sigur í
samband við umtalaðu
hending, at hetta var einki
minni enn grov provokat-
ión.
- Tað var heilt týðiligt,
at teir koyrdu sum eitt lið,
og argumentini hjá teim-
um hanga yvirhøvur ikki
saman, tá teir royna at
avsanna hetta.
Bogi vísir eisini á, at
tað er merkisvert, at allir
sum ein fóru úr kapping-
ini. Hann sigur, at um teir
høvdu koyrt sum einstak-
lingar, hevði avgerðin
ikki verið tikin sum ein
bólkur.
- Tað, at allir góvust,
symboliserar, at teir eru
eitt lið, og at teir tóku av-
gerðina sum eitt lið, vísir
Bogi á.
Bogi Kristiansen sigur,
at sær ein burtur frá hesi
hending, var kappingin
sera væleydnað, og fyri-
reikararnir hava gjørt eitt
fantastiskt arbeiði.
Vælnøgdur vinnari
C
M
Y
K
14
Undirritaði teknar seg sum
haldara av Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
Navn:
Bústaður:
Postnr.:
Bygd/býur:
Undirskrift:
Arbeiðsleysur:
Jákup er liðugur
í Herfølge
Ítróttur, s. 13–28
Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00
Dansurin
gekk so
lystiliga
í Havn
síða 4
Fyrstur við tí seinasta
5 ferðir um vikuna
Ja!
Sjálvandi
vil eg
halda
Sosialin
Ókeypis
Verður sent
ópostað
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Postsmoga 76
110 Tórshavn