týsdagur 24. juli 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 24. juli 2001
17
17
16
Nr. 139 - 24. juli 2001
C
M
Y
K
16
Jákup Mikkelsen helt
seg ikki hava nakað
serligt at gera, tá
hann sunnukvøldið
fyri fyrstu ferð um-
boðaði nýggja felagið
Jákup Mikkelsen hevur fyri
fyrstu ferð vart málið í
einum øðrum útlendskum
felagi
enn
Herfølge.
Sunnukvøldið tóku hann og
liðfelagarnir í Molde á
einum fullsettum stadion
ímóti Rosenborg.
Noreg er eitt velduga
stórt land. Fjarstøðurnar
eru stórar, og ferðingin til
útidystirnar fer við nógvari
tíð. Men hesa ferð var talan
um grannadyst. Ferðalagið
úr Tróndheimi var stórt, og
lagið á regntunga og full-
setta stadion í Molde var
fínt.
Nógv eygu vóru snarað
ímóti føroyinginum ímill-
um stólparnar hjá heima-
liðnum.
– Tú kanst ætla, at eg
havi verið sera spentur
undan dystinum. Eg havi
glett meg at sleppa at spæla
aftur. Eg var eitt sindur
nervøsur undan dystinum,
men tá vit vóru komnir í
búnarnar, og tað var klárt at
fara á vøllin at hita upp,
vóru tíbetur eingir trupul-
leikar at savna hugsanirnar
fullkomuliga um uppgáv-
una, og eg var púra kaldur
undir
dystinum,
sigur
Jákup Mikkelsen úr Molde.
Klokkan ellivu fyrra-
partin í gjár hittust hann og
liðfelagarnir aftur til venj-
ingar. Teir venja aftur í dag,
og í morgin fara teir út at
ferðast.
– Mikukvøldið skulu vit
spæla á útivølli í steypa-
kappingini ímóti Bryne.
Aftaná tann dystin fara vit
beinleiðis í venjingarlegu
tætt uttanfyri Oslo. Har
skulu vit vera inntil sunnu-
dagin. Tá skulu vit spæla
landskappingardyst á úti-
vølli ímóti Moss, greiðir
Jákup Mikkelsen frá.
Eftir at Jákup Mikkelsen
er fluttur til norskan fótbólt
eru tað ivaleyst fleiri, sum
fríska norsku landalæruna
uppaftur. Moss er á eystara
armi á Oslo fjørðinum –
einar hundrað kilometrar
sunnanfyri sjálvan høvuðs-
staðin.
Gott ummæli
Eftir dystarenda høvdu
norsku fjølmiðlarnir stóran
áhuga í føroyska landsliðs-
málverjanum. Teir vildu
vita, hvussu hann var nøgd-
ur við avrikið í fyrsta dyst-
inum fyri nýggja felagið,
og um hann roknaði við, at
Molde fór at verða fram-
tíðar arbeiðsgevarin hjá
honum.
– Eg haldi, at tað gekk
sera væl hjá okkara liði. Vit
spældu leingi væl, og í
verjupartinum var stórur
tryggleiki.
Miðverjarnir
báðir vóru skjótir, og teir
megnaðu at halda mót-
støðumonnunum so mikið
langt burtur, at tað var
millum lítið og einki at gera
hjá mær, svaraði Jákup
Mikkelsen millum annað
tveimum útvarpsrásum og
einari fjøld av umboðum
fyri skrivaðu pressuna.
Tá tað snúði seg um at
meta um sítt egna avrik, var
Jákup – sær sjálvum líkur –
ikki so orðaríkur:
– Hini mugu meta um,
hvussu tað gekst hjá mær.
Sjálvandi er tað hugaligt at
hoyra venjaran siga, at
hann var nøgdur. Um eg
fari at halda fram í Molde
er tað ov tíðliga at siga
nakað um enn. Fyribils
halda vit okkum til sátt-
málan, sum sigur, at eg skal
vera í Molde fram til
vetrarsteðgin. Hvussu tað
so verður, fáa vit at síggja,
svaraði Jákup Mikkelsen,
sum
sunnukvøldið
var
partur í norðurlendskari
trio í Molde miðverjuni.
Annar av miðverjunum er
svii, og hin er norðmaður.
Í norskum fjølmiðlum
fær føroyski landsliðsmál-
verjin sum heild gott skoðs-
mál fyri fyrsta avrikið í
Molde málinum. Romsdals
Budstikke heldur, at tað er
ov tíðliga at fella dóm yvir
ein nýggjan málverja, eftir
at bara ein dystur er spæld-
ur, men teir halda, at Jákup
stóð seg væl.
Størsta norska dagblaðið,
VG, gevur øllum spælarun-
um karakter. Í dystinum
millum Molde og Rosen-
borg fekk ein av lið-
feløgunum hjá Jákupi eitt
sjey tal. Tveir fingu fýra,
tríggir fingu seks og restin
fekk fimm. Jákup var
millum teir tríggjar, sum
fekk eitt seks tal. Hetta var
sama
skoðsmálið,
sum
málverjin hjá Rosenborg
fekk. Málverji hjá Rosen-
borg er Árni Gautur Ara-
son. Hann er íslendskur
landsliðsmálverji. Tá Ísland
fyri tveimum árum síðani
vann vinardyst 1–0 á Tórs-
vølli, var Birkir Kristinsson
í málinum í 1. hálvleiki,
meðan hesin Árni Gautur
Arason var málverji í 2.
hálvleiki. Tá var hann eyka-
málverji í Rosenborg. Nú
hevur hann verið fyrsti
málverji í eina tíð.
Upp og niður
Einki er at taka seg aftur í,
at tað, sum fór fram í 23. og
í 24. minutti, hevði alstóran
týdning fyri, hvussu spælið
tók seg upp. Í 23. minutti
stútaði Morten Knutsen
eftir høgt innlegg úr høgru
ímóti
málinum.
Jákup
Mikkelsen var á veg út úr
málinum, og við góðari
refleks bjarging eydnaðist
tað málverjanum at benda
bóltinum burtur.
Í næsta álopinum spældi
Molde seg ígjøgnum í
vinstru síðu, bólturin varð
frá baklinjuni lagdur flatt
og eitt sindur aftureftir til
André Schei Lindbæk, sum
skoraði.
– Tá eg refleks bjargaði,
var eg eitt sindur heppin.
Eg var á veg út, tí eg
roknaði í fyrstu atløgu við,
at tað fór at bera til at boksa
bóltin burtur, men so sá eg,
at tað fór ikki at bera til.
Tíbetur spældi tað væl av,
staðfestir Jákup Mikkelsen.
Fýra minuttir framman-
undan fyrsta málinum, fór
eitt flatt innlegg úr vinstru
framvið málverjanum, men
tíbetur var eingin mót-
støðumaður við handara
stólpan. Onkur tíðinda-
maður metti hetta sum eitt
mistak, men Jákup Mikkel-
sen er ikki samdur í hesum:
– Eg hevði møguleika at
tveita meg út og royna at
halda bóltinum. Men eftir
at eg hevði staðfest, at
eingin mótstøðumaður var
við handara stólpan, valdi
eg at lata bóltin fara. Eg
metti, at vandin hevði verið
størri, um eg tveitti meg, og
so kanska bara hálvbjarg-
aði.
Tá
tað
restaðu
átta
minuttir av 1. hálvleiki,
javnaði Rosenborg. Talan
var um hornasparksinnlegg
úr vinstru, sum Erik Hoff-
mann rann fram í og stútaði
upp um málverjan. Ein
verjuspælari
royndi
at
bjarga á strikuni, men linju-
dómarin markeraði fyri, at
bólturin hevði verið innan-
fyri, og upptøkurnar vístu,
at soleiðis var tað.
Norsku
fjølmiðlarnir
halda ikki, at Jákup Mikk-
elsen kundi lastast fyri út-
javnandi málið.
Í 2. hálvleiki var Jákup
tryggur, men eina ferð, tá
tað leið ímóti endanum, var
hann eitt sindur sjøtis-
leysur. Hann royndi við
handara stólpan at halda
einum høgum innleggi úr
høgru, men hann misti
bóltin, uttan at nakar vandi
stóðst av.
– Í hasi støðuni átti at at
havt
hildið
bóltinum.
Tíbetur fekk mótstøðuliðið
einki
burturúr
støðuni,
ásannaði Jákup Mikkelsen.
jh
Jákup var púra kaldur
– Tú kanst ætla, at eg havi verið sera spentur undan dystinum. Eg havi glett meg at sleppa at spæla aftur. Eg var eitt sindur nervøsur undan dystinum, men tá vit
vóru komnir í búnarnar, og tað var klárt at fara á vøllin at hita upp, vóru tíbetur eingir trupulleikar at savna hugsanirnar fullkomuliga um uppgávuna, og eg var
púra kaldur undir dystinum, sigur Jákup Mikkelsen úr Molde
Mynd: Kjell Langmyren
Men teir á heima-
liðnum iðraðu seg
kortini um, at teir
ikki fingu øll stigini
ímóti Rosenborg, sum
ikki hevur vunnið
seks tær seinastu
ferðirnar
Hóast dysturin varð sendur
beinleiðis í NRK sjónvarp-
inum, so var tað fullsett, tá
Molde og Jákup Mikkelsen
sunnukvøldið tóku ímóti
Rosenborg. Dysturin end-
aði 1–1. Tað var ikki so
galið hjá Molde, sum ikki
síðani 1992 hevði fingið
stig á heimavølli ímóti
níggju
falda
meistara-
liðnum úr Tróndheimi.
Men hóast javnleikin, so
iðraðu teir í Molde seg. Teir
hildu, at teir høvdu havt
møguleikarnar til at vinna
øll stigini. Serliga iðraðu
teir seg um, at tað ikki
eydnaðist at fáa mál tveir
minuttir undan dystarenda.
Men eftir innlegg úr høgru
og aftur um aftara stólpan
fór skotroyndin úr spískum
dygst
framvið
handara
stólpanum.
Dysturin var ferðmikil,
intensiteturin var alla tíðina
til staðar, og onkra løtuna
var tað eisini dramatiskt. Í
2. hálvleiki fór ferðin eitt
sindur niður. Molde legði
størri dent á verjupartin tá,
men Rosenborg megnaði
ikki at spæla seg til
upplagdar málmøguleikar.
Hetta var sætti dysturin
upp í slag, at Rosenborg
ikki megnaði at vinna. Tað
eru tveir mánaðir síðani, at
teir vunnu. Síðani tá hava
teir fimm ferðir spælt javnt,
og eina ferð hava teir tapt.
Molde er nú føroyska
felagið í norskum fótbólti.
Inntil fyri stuttum var
føroyski áhugin størstur
fyri Sogndal. Nú er eingin
føroyingur í Sogndal, men
tað gongur væl hjá teimum.
Sunnudagin megnaðu teir
1–1 á útivølli á tjóðar-
leikvøllinum Ullevaal í
Oslo ímóti Lyn. Rune
Bolseth legði eftir ellivu
minuttir Sogndal á odda við
brotssparki, men heima-
liðið javnaði, tá 38 minuttir
vóru farnir.
Sogndal hevur verið mett
sum evni til niðurflyting,
meðan Molde hevur verið
roknað sum møguligt evni
til
heiðursmerkjapláss.
Bæði feløgini eru nú mið-
skeiðis á stigatalvuni. Tað
eru teir í Sogndal ivaleyst
betri nøgdir við, enn teir í
Molde eru. Eftir javnleikin
í Molde halda teir fram-
vegis, at møguleiki er fyri
at røkka heiðursmerkja-
plássi, men tað loyva vit
okkum at ivast í.
Í toppinum í norskum
fótbólti er Lillestrøm. Hesa
ferð vunnu teir 7–4 á
heimavølli ímóti Strøm-
godset, sum stríðist fyri at
sleppa undan niðurflyting.
Viking úr Stavanger er
næstfremst.
Hesa
ferð
vunnu teir 2–1 á heimavølli
ímóti Moss, sum næstu ferð
fer at taka ímóti Jákupi
Mikkelsen og Molde.
Stabæk, sum er á triðja
plássi, hølvaði botnliðið
Bryne
av
4–0.
Brann
Bergen vann 3–1 á heima-
vølli ímóti botnliðnum úr
Tromsæ. Mest óvantaða
úrslitið í Noregi hetta
vikuskiftið var, tá Odd
Greenland, sum hevur verið
roknað ímillum møguligu
avbjóðararnar hjá Rosen-
borg í NM stríðnum, legði
rygg til 5–0 tap á heima-
vølli ímóti Bodø/Glimt,
sum er fjórði niðast.
jh
Hýrurin var góður í Molde
Teir í Molde iðraðu seg um
at teir ikki vunnu dystin
móti Rosenborg
Mynd: Kjell Langmyren