týsdagur 24. juli 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 24. juli 2001
19
Superligan: Vantaða
grannastríðið um
meistaraskapin tykist
fara at vera øgiligt
Í Brøndby hava teir sein-
astu tíðina aftur og aftur
sagt, at teir eru troyttir av at
vera settir í skuggan av
FCK. Nú ætla teir at lyfta
seg uppaftur á toppin, og
avrikið í fyrsta umfarinum í
nýggju superliguni boða
frá, at tað eru meiri enn orð
aftanfyri ætlanina.
Brøndby hevði vitjan av
AGF. Í fjør spældu somu
feløg á sama vølli í fyrsta
umfarinum. Tá vann AGF
3–1. Hesa ferð var eingin
ivi. Ellivu túsund áskoðarar
vóru vitni til ein fínan fót-
bóltsdyst. AGF royndi ser-
liga í 1. hálvleiki at gera
góða
mótstøðu,
men
heimamenninir høvdu so
stóra
úrtøku
burturúr
møguleikunum, at spenn-
ingurin var burtur, tá tað
var hálvleikt.
Peter Madsen, sum hevur
verið skaddur í meiri enn
eitt hálvt ár, hevur fingið
uppgávuna at lyfta arvin
eftir málslúkin Peter Gran-
lund, sum er farin til týskan
fótbólt. Og hetta tóktist ikki
nerva álopsmannin, sum
skoraði bæði til 1–0 og 3–0.
Brøndby vann 5–0.
Silkeborg, sum hevur
mist fleiri lyklaspælarar,
hevði vitjan av AB, sum
eisini hevur mist nakrar av
sínum
bestu
monnum.
Dysturin endaði 1–1. Fyrr-
verandi liðfelagin hjá Ják-
upi Mikkelsen í Herfølge,
Jesper Falck, legði AB
framum í 11. minutti. Seks
minuttir fyri leiklok javnaði
Iddi Alkhaug, sum Silke-
borg akkurát nú hevur
keypt frá Esbjerg.
Í Vejle vísti uppflutta
heimaliðið leingi stórspæl.
Teir vóru frammanfyri 2–0,
tá tað restaði eitt korter,
men so kortsluttaði hjá
teimum, og í einum og
sama minutti eydnaðist tað
Lyngby at skora tvey mál,
so úrslitið gjørdist 2–2.
Dysturin ímillum OB og
Esbjerg var útsettur. AaB
og FCM skuldu spæla í
gjárkvøldið.
Næsta umfarið verður á
skránni komandi vikuskifti.
FCK hevur aftur heimavøll.
Tá verður mótstøðuliðið
Vejle.
jh
Brøndby var flúgvandi
Bólturin rullar aftur
Í Klaksvík varð
nýggja graslíkið roynt
sunnudagin, og fleiri
av hinum feløgunum
royndu seg í venjing-
ardystum
Fyri aðru ferð í tvey ár hava
teir í Klaksvík tikið nýtt
graslíki í brúk. Úr Klaksvík
verður sagt, at teir halda
seg vita við vissu, at
trupulleikarnir, sum teir á
tvey ára gamla graslíkinum
høvdu við vatni, ikki fara at
darva á nýggja graslíki-
num.
Eftir talur og hornblástur
vóru nógvu klaksvíkingar-
nir og norðoyingarnir í góð-
veðrinum vitni til ein fót-
bóltsdyst ímillum fyrst og
fremst klaksvíkingar.
1. deildarliðið hjá KÍ
spældi ímóti fyrrverandi 1.
deildarspælarum hjá KÍ. Á
hesum liðnum vóru millum
aðrar Gunnar á Steig, Allan
Mørkøre, Rógvi Jacobsen
og Símun Eliasen, Odd-
bjørn Joensen og Stig Elt-
tør.
Núverandi KÍ liðið vann 7–1.
Kurt Mørkøre, sum leygardagin
vandi fyrstu ferð við KÍ, skoraði
trý mál. Símun Joensen skoraði
tvey, og Atli Danielsen og
Alexander Djordjevic skoraði
eitt. Allan Mørkøre skoraði fyri
fyrrverandi KÍ spælararnar.
B36 fyrireikar seg
Sunnudagin, ólavsøkudag,
skal B36 spæla finalu um
løgmanssteypið ímóti KÍ.
Sunnudagin spældu teir í
árstalsfelagnum síðsta vinar-
dystin undan finaluni. Teir
høvdu fingið ÍF suður á
Tórsvøll. B36 vann 4–0, eftir
at støðan í steðginum hevði
verið 3–0. John Petersen
skoraði tvey tey fyrstu
málini, Magni á Lakjuni økti
til
3–0
ímóti
gomlu
liðfeløgunum, og Heini í
Skorini, sum í 2. hálvleiki
hevði loyst Jákup á Borg av,
staðfesti sigurin.
GÍ framvegis í hopla
Sunnudagin var vinardystur
ímillum GÍ og B68 partur
av stevnuskránni í Gøtu.
Á báðum liðunum rest-
aðu fleiri av føstu monnun-
um. GÍ vann 4–1. Málini
hjá GÍ skoraðu Kaj Enni-
garð, Omar Pálsson, Áslak-
ur R. Petersen og Óli Han-
sen. Málið hjá B68 skoraði
Súni Fríði Johannesen.
U–19 á Svangaskarði
Í gjárkvøldið fór U–19
landsliðið undir venjingar-
legu á Svangaskarði. Hetta
er í sambandi við, at teir í
august skulu til Wales.
Í kvøld skal U–19 liðið
spæla ímóti GÍ í Gøtu.
Mikukvøldið skulu HB og
U–19
landsliðið
spæla
venjingardyst á Svanga-
skarði. Sama kvøldið fara
GÍ og KÍ at spæla vinardyst
á Tórsvølli.
jh
KÍ álopsmaðurin
fjalir ikki, at dreym-
urin hjá honum er at
gera fótbóltin til livi-
breyð
Ein av ungu fótbóltsspælar-
unum í Klaksvík er akkurát
komin aftur av fótbóltsferð
í Onglandi. Talan er um
Hjalgrím Elttør, sum altíð
hevur verið evnaríkur fót-
bóltsspælari. Hóast hann
bara er átjan ára gamal, so
hevur hann síðani í fjør
verið fastur maður á besta
KÍ liðnum, og hann gjørdi
serliga um seg, tá KÍ fyri
einum mánað síðani vann
steypafinaluna hjá ungling-
unum á ÍF við 7–2. Ta ferð-
ina skoraði Hjalgrím fimm
mál.
Nú hevur Hjalgrím Elttør
verið eina viku í Bolton,
sum júst er flutt uppaftur í
bestu deildina í Onglandi.
Hjalgrím hevur ikki fing-
ið sáttmála í boði. Tað sigur
hann seg heldur ikki hava
roknað við:
– Tað er venjarin hjá okk-
um, Tomislav Sivic, sum
hevur fingið samband við
Bolton, og sum syrgdi fyri,
at eg fekk møguleika í eina
viku at uppliva, hvussu tað
er at vera yrkisspælari á
hægsta støði í Onglandi.
Hjalgrím Elttør dylir
ikki, at dreymurin hjá hon-
um er at gerast yrkisspælari
uttanlands:
– Eg veit væl, at tað er
dreymurin hjá nógvum
ungum fótbóltsspælarum,
og at tað er torført at koma
so langt. Um tað skal eydn-
ast, so skal hepni til, men tú
ert noyddur at gera nógv
við tað sjálvur, og eg vil
fegin gera mín part, sigur
Hjalgrím Elttør.
Saman við
kendum monnum
Hjalgrím Elttør vandi við
Bolton í seks dagar. Hann
vandi saman við besta
hópinum, sum er mannaður
við fjøruti spælarum. Mill-
um hesar eru tríggir danir
og ein íslendingur: Bo Han-
sen, Per Frandsen og Hen-
rik Tømrer Petersen eru úr
Danmark,
og
íslendski
landsliðsmaðurin
eitur
Guðni Bergsson. Fleiri
skotar eru í Bolton. Ein
teirra er Colin Hendry, sum
fleiri ferðir hevur spælt á
skotska landsliðnum ímóti
Føroyum.
– Teir fyrireika seg nú til
nýggja kappingarárið. Teir
gera ikki so nógv við fót-
bóltsspælið, sum teir gera
við fysisku fyrireikingar-
nar. Teir venja nógv við
vektum, og teir verða
royndir í nógvum renning-
um. Eg royndi at hanga í,
og tá eg fór til hús aftur,
fekk eg at vita, at eg skal
leggja nógva orku í fysisku
venjingina.
Í síðstu viku var at síggja
í donskum fjølmiðlum, at
Henrik Tømrer Petersen
hevði skorað bæði málini í
fyrsta venjingardystinum,
sum hann hevði spælt við
Bolton – teir vunnu 2–0.
Nú sigur Hjalgrím Elttør
okkum, at hann eisini var
við í tí dystinum. Hann
greiðir soleiðis frá:
– Vit spældu ímóti Bury,
sum er í 2. deild. Vit spældu
við trimum liðum. Øll lið-
ini spældu ein hálvan tíma,
so vórðu allir spælararnir
útskiftir. Eg kom á vøllin
saman við triðja partinum
av hópinum. Vit fingu tvey
mál, og Henrik Tømrer Pet-
ersen skoraði tey bæði.
Avbjóðingarnar
Hjalgrím Elttør heldur, at
hann varð væl móttikin í
Bolton, men hann ásannar
samstundis, at tað er langur
vegur til at gerast yrkis-
spælari.
– Hjá mær ræður um at
taka næstu uppgávuna, sum
er á skránni, í so stórum
álvara, sum tað ber til.
Ólavsøkudag skulu vit í KÍ
spæla steypafinalu ímóti
B36, so fer landskappingin
í gongd aftur, og so eru tað
dystirnir við U–19 lands-
liðnum. Teir eri eg ógvuliga
spentur upp á. Tað er eingin
loyna, at landsdystirnir eru
gott høvi hjá okkum spæl-
arum at vísa fyri fótbólts-
umboðsmonnum, um nakar
dugur er í okkum.
U–19 landsliðið skal
spæla tveir venjingardystir
í Wales í aðru vikuni eftir
ólavsøku. Í oktober skulu
teir til Slovenia at spæla í
EM undankapping. Um-
framt Slovenia verða mót-
støðuliðini Skotland og
Grikkaland.
jh
Hjalgrím í Bolton
19
18
Nr. 139 - 24. juli 2001
C
M
Y
K
18
Brøndby venjarin
heldur, at Molde
hevur ikki fingið ein
góðan málverja, og
fyrrverandi norski
landsliðsvenjarin
ivast framvegis í
dygdunum hjá
føroyska málverj-
anum
Tað er ikki eiti á, at norskir
fjølmiðlar teir seinastu dag-
arnar hava gjørt nógv
burturúr, at Jákup Mikkel-
sen er vorðin málverji hjá
Molde.
Spurningur hevur verið
settur við, um Jákup Mikk-
elsen hevur verið nóg
góður til bestu norsku
deildina. Málverjin er meiri
í andglettinum enn nakar
annar spælari. Hann verður
alla tíðina vigaður, og eitt
lítið málverjumistak kann
hava ógvusligar fylgjur.
Í Molde er Romsdals
Budstikke
stóra
lokala
blaðið. Blaðið kemur út
hvønn dag í umleið 20.000
eintøkum. Teir hava gjørt
nógv burturúr nýggja mál-
verjanum.
Leygardagin
høvdu teir stóra frásøgn,
har teir høvdu fingið før-
oyska málverjan út at sigla
við sær, og rímuligt varð
skrivað um, hvussu føroy-
ingar ofta flóta og so víðari.
Á Romsdals Budstikke
siga teir seg vera væl
nøgdar við avrikið sunnu-
kvøldið hjá nýggja málverj-
anum, men teir halda, at tað
er ov tíðliga aftaná ein dyst
at gera av, um Molde hevur
fingið ein góðan málverja.
– Men vit kunnu ikki
rokna við øðrum. Talan er
um málverjan, sum stóð við
endan, tá Herfølge fyri
einum ári síðani vann
danska meistaraskapin. Tað
megnar tú ikki, um tú ikki
hevur ein góðan málverja,
siga teir lokala blaðnum í
Molde.
Hareide tummulin
niður
Tá tað var greitt, at Jákup
Mikkelsen skuldi spæla við
Molde, setti onkur norskur
fjølmiðil seg í samband við
Brøndby
venjaran
Åge
Hareide. Hann er norð-
maður, og ivaleyst hava
norsku fjølmiðlarnir hildið
hann vera tann rætta at
meta um dygdirnar hjá
fyrrverandi Herfølge mál-
verjanum.
Hareide man hava hugs-
að meiri um avrikini hjá
Jákupi tað seinasta hálva
árið í Herfølge, enn hann
hevur hugsað um støðið,
sum hann hevði, tá Her-
følge vann meistaraskapin.
Í hvussu so er var svarið hjá
honum, at nú hevði Molde
fingið ein vánaligari mál-
verja, enn teir høvdu, tá
Morten Bakke, sum nú er í
Vålerenga, vardi málið.
Undir dystinum sunnu-
kvøldið
minti
frásøgu-
maðurin aftur og aftur
viðmerkjaran Egil Drillo
Olsen á útsøgnina hjá
Brøndby venjaranum. Egil
Drillo Olsen var norskur
landsliðsvenjari í nógv ár.
Millum annað hevði hann
ábyrgdina, tá Noreg í 1992
á heimavølli í vinardysti
vann 2–0 á Føroyum og tá
Noreg í 1993 vann 7–0 á
Svangaskarði.
Egil Olsen var ikki ser-
liga avgjørdur, tá hann
metti um avrikið hjá Jákupi
Mikkelsen.
Hann
rósti
honum fyri tryggleika í
flestu støðunum. Málið helt
hann ikki, at málverjin
kundi lastast fyri, men hann
segði samstundis, at tað
kemur fyri, at málverjar
megna at bjarga í sovornum
støðum. Tá Jákup í 2.
hálvleiki misti eitt høgt
innlegg afturum seg, metti
fyrrverandi norski lands-
liðsvenjarin, at talan var um
eitt mistak, og hann segði
seg ivast í, um málverjin
hevði tak á støðuni, tá
Jákup í 1. hálvleiki ikki
tveitti seg, men heldur lat
eitt flatt innlegg úr vinstru
fara framvið málinum.
Á hædd við íslendska
starvsfelagan
Størsta norska dagblaðið,
VG, gevur øllum spælar-
unum karakter. Í dystinum
millum Molde og Rosen-
borg fekk ein av liðfeløg-
unum hjá Jákupi eitt sjey
tal. Tveir fingu fýra, tríggir
fingu seks og restin fekk
fimm. Jákup var millum
teir tríggjar, sum fekk eitt
seks tal.
Skoðsmálið hjá Jákupi
Mikkelsen var tað sama,
sum málverjin hjá Rosen-
borg fekk. Málverji hjá
Rosenborg er Árni Gautur
Arason. Hann er íslendskur
landsliðsmálverji. Tá Ísland
fyri tveimum árum síðani
vann vinardyst 1–0 á
Tórsvølli, var Birkir Krist-
insson, sum tá var liðfelagi
hjá Allani Mørkøre í ÍBV í
Vestmannaoyggjunum,
í
málinum í 1. hálvleiki,
meðan hesin Árni Gautur
Arason var málverji í 2.
hálvleiki. Tá var hann
eykamálverji í Rosenborg.
Nú hevur hann verið fyrsti
málverji í eina tíð, og hann
var sera tryggur sunnu-
kvøldið.
jh
Jákup og Árni Gautur fáa sama skoðsmál
Lokalblaðið í Molde sigur seg vera væl nøgt við avrikið hjá nýggja málverjanum hjá Molde, Jákup Mikkelsen, í fyrsta dysti hansara fyri felagið
Mynd: Kjell Langmyren
Svenski venjarin hjá
Molde segði seg vera
væl nøgdan, og
eykamálverjin segði
seg vera vónbrotnan
Kappingin í toppítrótti er
øgilig. Vinnararnir eru fáir,
og tapararnir eru nógvir.
Fyrr í ár hava vit fleiri
ferðir nevnt, at tað var upp
á tal, at Jákup Mikkelsen
var á veg til FCK. Sum
kunnugt, so valdi nýggi
svenski venjarin hjá FCK
at fara til Noregs eftir
eykamálverjanum
á
svenska landsliðnum. Við
øðrum orðum kunnu vit
siga, at Jákup tapti ta
kappingina.
So var tað, at Molde
skuldi hava nýggjan mál-
verja. Orsøkin var tann, at
fyrsti málverjin, Morten
Bakke, flutti til Vålerenga
í Oslo. At besti málverjin
fór úr Molde, hevði við
sær, at hinir báðir mál-
verjarnir,
sum
eru
í
felagnum, kendu, at nú
høvdu teir møguleika at
koma nærri besta liðnum.
Felagið valdi at gera
sáttmála við Jákup Mikk-
elsen. Og sunnudagin var
tað Jákup og ikki annar av
teimum
báðum,
sum
frammanundan
vóru
í
felagnum, og sum mettu,
at nú vóru tað teir, ið áttu
tørn, sum vardi málið
ímóti Rosenborg.
– Eg kenni á mær, at
Jákup Mikkelsen er tann
besti málverjin, sum vit
hava í felagnum. Tí gjørdi
eg leygardagin av, at hann
skuldi fáa møguleikan
ímóti Rosenborg, segði
svenski
venjarin
hjá
Molde, Gunde Bengtsson.
– Eg eri vónbrotin, tí eg
hevði vónað, at nú var tað
eg,
sum
skuldi
fáa
møguleikan, ásannaði ann-
ar av eykamálverjunum.
Aftaná
dystin
helt
royndi svenski venjarin, at
Jákup hevði staðið roynd-
ina:
– Hann tóktist tryggur í
flestu støðunum, og hann
hevði í 1. hálvleiki eina
framúr refleks bjarging
eftir eina roynd frá Morten
Knutsen, ásannaði Gunde
Bengtson, sum tóktist ætla
sær at hava Jákup í málin-
um, tá Molde mikukvøldið
fer at spæla á útivølli í
steypakappingini.
Tann
dysturin
verður
ímóti
Bryne.
jh
Jákup stóð fyrstu royndina