Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 139 - 24. juli 2001 C M Y K 20 Nr. 139 - 24. juli 2001 21 Hálvføroyingur: Arse- nal sigst vera áhugað í at fáa hálva tvørá- mannin úr hollendsk- um og í eingilskan fótbólt Enn eru tær nógvu milli- ónirnar ikki farnar á rull fyri føroyskar fótbóltsspæl- arar. Men tað tykist ganga tann vegin. Í gjáramorgunin visti eingilska Daily Express at siga, at Arsenal er sinnað at keypa Marc Nygaard. Hesin Marc Nygaard er hálvur tvørámaður. Hann valdi heldur at umboða Danmark enn Føroyar, og hann hevur fleiri ferðir ver- ið í landsliðshópinum, síð- ani Morten Olsen fyri ein- um ári síðani gjørdist danskur landsliðsvenjari. Sambært eingilska blað- ið, sum var endurtikið í fleiri donskum fjølmiðlum í gjár, so er Arsenal venjar- in, Arense Wenge, hugaður at leggja 24 milliónir krón- ur á borðið fyri at fáa Marc Nygaard úr hollendska Roda um Ermasund og til eingilska høvuðsstaðin. Tilboðið sigst koma væl við, tí tað seinastu tíðina ikki hevur verið nakað ser- ligt ímillum Roda og Marc Nygaard. Donsku fjølmiðlarnir halda seg eisini vita, at um- framt Arsenal er eisini Ips- wich áhugað í at fáa Marc Nygaard til Onglands. jh Hóast FCK í summar hevur brúkt meiri pengar at keypa spæl- arar fyri, enn øll hini í superliguni tilsaman, so verður tað torført at sleppa upp í part í europeisku meistara- kappingini Tá fyrsta umfarið í donsku superliguni var á skránni í vikuskiftinum,megnaði FCK at greiða sín setning. Teir spældu leygardagin á heimavølli ímóti Viborg. Ellivu túsund áskoðarar vóru vitni til eitt ikki ser- liga sannførandi avrik. Vi- borg var á odda 1–0 í 1. hálvleiki, og teir høvdu møguleikar at skora fleiri ferðir, men teir vóru ikki nóg neyvir. Todi Jónsson er framveg- is skaddur. Men tíbetur fyri FCK, so var hin helmingur- in av vandamiklastu álops- duettini í fjør, Zuma, á vøllinum. Hann skoraði tvey mál, og harvið fekk FCK, sum í 2. hálvleiki vísti meiri sannførandi av- rik, trý stig. Stórur spenningur var um, hvussu nýggi FCK málverjin, Magnus Kihl- stedt, fór at standa seg. Donsku fjølmiðlarnir eru ikki serliga positivir. Hann fær undir miðal fyri avrik- ið, og tað er kanska ikki so undarligt, tí tað var ikki al- tíð so sannførandi hjá mál- verjanum, m. a. var um reppið, at tað kostaði eitt mál, tá hann eina ferð var langt uttanfyri brotsteigin og royndi at stúta bóltin burtur. Í síðstu viku keypti FCK ein málverja afturat. Tað er Benny Gall, sum hesa sein- astu tíðina hevur verið í Es- bjerg. Frammanundan var hann í Hollandi, og áðrenn hann fór úr Danmark, var hann í Herfølge, har Jákup Mikkelsen troðkaði hann av sum næstbesti málverjin (tað var meðan Kaj Larsen framvegis var fyrsti mál- verji í Herfølge). Stórar íløgur Í morgin skal FCK spæla í næsta innleiðandi umfari- num í Europa Cup fyri meistaralið. Mótstøðuliðið verður Torpedo Kutaisi úr Georgia. Tað kann fara at vísa seg at vera ivaleysa strevið hjá FCK samantalt at vinna á hesum liðnum. Todi Jónsson var ikki í ferðalagnum, sum fór úr Keypmannahavn í gjár. Seinni dysturin verður ann- að mikukvøld í Parkini. Tað er framvegis ivasamt, um Todi tá verður tøkur. Fyri FCK hevur tað al- tstóran týdning at vinna. Um tað eyndast, verður europeiska meistarakapp- ingin framvegis í eygsjón. Og um tað í triðja innleið- andi umfarinum ikki fer at eydnast at koma í bólka- spælið í meistarakapping- ini, so hevur atgongdin til triðja innleiðandi umfarið pláss í UEFA kappingini við sær. Spurningurin er so, hvussu tað fer at hilnast hjá FCK. Sambært donskum fjølmiðl- um hava teir í summar keypt spælarar fyri 18,3 milliónir krónur. Øll hini feløgini hava tilsaman keypt fyri 10,2 milliónir krónur. Umframt málverjarnar hevur FCK keypt Thomas Røll úr Silkeborg, Carsten Fredgaard úr Sunderland og Morten Bisgaard úr Udi- nese. Røll spældi væl sunnudagin. Carsten Fred- gaard var bara á vøllinum síðstu løtuna. Hann avloysti Zuma. Heine Fernandez var í plássinum, sum venjarin sigur seg ætla Toda Jóns- son. Seinna partin av 2. hálvleiki loysti Pascal Simpson Heine Fernandez av. Morten Bisgaard spældi ikki við. Spæliloyvið hjá honum er framvegis í Italia. Tað eru teir í FCK sera harmir um. Í FCK hava teir ikki dult, at teir hava gjørt stóru íløg- urnar við tveimum málum fyri eyga. Annað er at endurvinna meistaraskapin, og hitt er at sleppa upp í part í Europa Cup fyri meistaralið. Leygardagin tóku teir fyrsta fetið í longu ferðini ímóti fyrra máli- num. Í annaðkvøld fara teir at taka fyrsta fetið ímóti seinna málinum. Tronga portið Um FCK megnar at vinna á georgiska meistaraliðnum, so tykist vegurin í bólka- spælið í Europa Cup fyri meistarralið at vera sera langur og trongur. Tá lutur fríggjadagin varð kastaður um, hvussu liðini skulu hittast í triðja innleiðandi umfarinum, so fall luturin hjá FCK – um teir megna at røkka so mik- ið langt – á Lazio. Fyrri dysturin verður í Parkini mikudagin 8. august. Eingin ivi kann vera um, at hetta verður ein rættuliga spennandi gloypibiti hjá FCK, Toda Jónsson og áskoðarunum – ikki minst føroyingunum, sum fara at hava møguleika at vera í Parkini hetta mikukvøldið. Men tað er ivasamt, hvussu tað fer at hilnast hjá FCK. Lazio er eitt av stór- feløgunum í Italia. Teir hava nógvar kendar og góð- ar spælarar, og eingin ivi er um, at teir eisini ætla sær í bólkaspælið. Í FCK ásanna teir, at tað verður strevið, men teir vísa samstundis á, at tað kundi ikki roknast við øðr- um, enn at mótstøðuliðið fór at vera sterkt. Teir halda, at tað er betri møgu- leiki at vinna á Lazio, enn tað t. d. hevði verið at vunnið á Liverpool. Men nú mugu vit fyrst síggja, hvussu tað fer at hilnast ímóti Torpedo Kutaisi úr Georgia. jh Venjarin hjá norska stórfelagnum ásann- aði sunnukvøldið, at tað verður neyðugt at keypa spælarar, um tað skal eydnast enn eina ferð at koma í europeiska bólkaum- farið Slavia Mozyr, sum miku- kvøldið sendi VB úr Eu- ropa Cup, var kanska meiri heppið, enn FCK var, tá tað fríggjadagin varð kastaður lutur um, hvussu liðini skulu hittast í triðja innleið- andi umfarinum til europe- isku meistarakappingina. Í næsta innleiðandi um- farinum, sum verður á skránni í annaðkvøld og mikukvøldið í komandi viku, skal hvítarussiska meistaraliðið spæla ímóti ASK Inter úr Bratislava. Tað verður ivaleysa stór mótstøða hjá Slavia Mozyr. Men kanska verður tað ikki so torført, sum tað kundi havt verið, hjá tí liðnum av hesum báðum, sum megnar at spæla seg víðari í kapp- ingini. Vinnarin av uppgerðini skal spæla ímóti norska meistaraliðnum Rosenborg. Tey seinastu árini hevur Rosenborg, sum fyrst skal spæla á útivølli, megnað at spælt seg í bólkaspælið, men avrikini seinastu tíð- ina, m. a. sunnukvøldið í Molde, hava ikki verið sannførandi. Sambært norskar fjøl- miðlar hevur Rosenborg venjarin nú ásannað, at tað verður neyðugt at styrkja um liðið. Hann vil hava ein ella tveir álopsspælarar, men hann undirstrikar, at talan verður bara um keyp, um tað eydnast at fáa fatur á spælarum, sum eru førir fyri at fara beinleiðis inn á liðið. jh Boð upp á 24 milliónir fyri Nygaard Portrið er trongt hjá FCK Mozyr kanska ímóti Rosenborg Summarfrí Skrivstovan verður stongd vegna summarfrí í tíðini frá mánadegnum 30. juli til mánadagin tann 20. august 2001. Sørvágs Kommuna Skrivari til Amnesty Søkt verður eftir fólki til skrivstovuna hjá Amnnesty International Føroya Deild. Arbeiðs- tíðin er 12 tímar um vikuna, í løtuni mána-, miku- og fríggjadag seinnapart. Skrivarin hjá felagnum samskipar arbeiðið hjá Amnesty International Føroya Deild. Upp- gávurnar eru millum annað: • at hava opið á skrivstovuni • at ganga nevndini til handa við tilfari, skipa fundir v.m. • at skipa samskiftið millum nevndina og bólkarnar • at samskifta við limirnar • at samskifta við høvuðsskrivstovuna í Lond- on • at samskipa umseting og tíðindatilfar, sum verður sent fjølmiðlunum • at samskipa tiltøk, til tess at upplýsa um Amnesty og savna pening til arbeiði felagsins Vit bjóða eitt starv, sum: • gevur møguleika at arbeiða við mannarættindum • er sjálvstøðugt og avbjóðandi við nógvum samskifti úteftir • gevur møguleika at vinna altjóða royndir Vit vænta, at komandi skrivarin: • hevur hug at arbeiða við mannarættinda- spurningum (royndir eru til fyrimuns) • er ágrýtin og nærlagdur • dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga • hevur gott lyndi • hevur góðan kunnleika til enskt og til teldu- nýtslu Øll eru vælkomin at søkja starvið. Løn og setanartreytir annars er sambært avtalu við nevndina. Neyvari lýsing av starvinum fæst við at venda sær til Anniku Sølvará, forkvinnu, tlf. 320636,Erling Isholm,skrivara,tlf.224522,ella við at skriva til amnesty@amnesty.fo Freistin at søkja er 26. juli 2001. Starvið kann verða sett frá 1. august ella skjótast gjørligt. Umsóknir við skjølum og møguligum viðmælum skulu sendast til: Amnesty International Føroya Deild Tinghúsvegur 18, 4 Postrúm 1075 110 Tórshavn –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Amnest International er rørsla fyri mannarætt- indi og frígering úr politiskum fangaskapi. Amnesty International hevur ráðgevandi støðu innan ST og Europaráðið. Føroya Deild hevur virkað síðani 1965. 700 limir eru í Føroya Deild. Bilur við skaða til sølu Merki: VW Passat Variant ST CL TD Árg.: 1994 KM.: 179.000 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú til hægst bjóðandi. Magni Petersen, sýnsmaður tlf. 345728 · fartlf. 215728 fax nr. 345607 e-mail: mpe@trygging.fo Beinl. tlf. 345729 at hitta millum–hósdag millum kl. 0800–1000 og fríggjadag frá 0800–1600 Uppsetan og skipan av barrum Brúdleyp Rundar føðingardagar Starvsfólkaveitslur Ársveitslur Reseptiónir og tílíkt Til: Hans á Lag Sp/f Tlf. 21 93 83 hanslag@post.olivant.fo Sosialurin 311820 Summarfrí Vit hava stongt vegna summarfrí frá mánadegi 23/7-01. Byrjað aftur mánadagin 6/8-01. Tannlæknastovan í Brekkugøtu Summarfrí Stongt er til 20.08.01. Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík,Tlf. 448480 www.sosialurin.fo 21 www.sosialurin.fo