mikudagur 9. juli 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 130 - 9. juli 2008
Eldrarøkt
Bjørk K. Olsen
bjork@sosialurin.fo
Dagvaktin á eldrasambýlin
um í Kollafirði er skorin
niður í eina helvt. Ein dag
vakt er nú einsamøll um
einar níggju tungar brúkarar
um vikuna umframt at skula
aftur á sambýlið at arbeiða
aftan á átta tímars heima
røkt. Uppgávan hjá heima
røktini í Kollafirði er at
gera mat, keypa inn, rudda,
vaska upp, gera reint, vaska
klæðir og strúka, og tey
hava nóg illa tíð til hetta,
sigur Sølva Ford, ið arbeiðir
sum heimsarøkt á sam
býlinum í Kollafiriði.
Kala Durhuus fær heima
hjálp frá sambýlinum. Hon
hevur ein skaða í beininum,
men sambýlið hevur ikki
tíð og orku at geva henni
meir enn einar tveir tímars
reingerð
um
mánaðan.
Sølva Ford fýlist á, at tað
sendur so illa til.
Mary í Garði, stjóri á
heimrøktini og serforsorgini
í Nærverkinum, sigur, at
heimatænastan hevur hugt
eftir øllum heimatænastum,
og heimahjálpin í Kollafirði
svarar til heimahjálpina
aðrastaðni í landinum.
Vit hava ikki fingið nakra
negativa melding aðrastaðni
frá, sigur Mary í Garði.
Kann tað vera rætt, at ein
eldri kona í Kollafirði skal
sita einsamøll við ringum
beinum og ikki fáa meir enn
reingerð tvær ferðir um
mánaðan?
Heimahjálpin í Kolla
firði hoyrir til Streymoynna,
har stórsti trupulleikurin
liggur. Vit mangla fólk, og
tað er ein trupulleiki at seta
fólk í starvi, sigur stjórin,
men skerir alíkavæl dag
vakturnar á sambýlinum í
Kollafirði niður í eina
helvt.
Betri umstøður
á Sandoynni
Hóast Mary í Garði sigur,
at umstøðurnar í Kollafirði
svara til umstøðurnar aðra
staðni, ljóðar hetta ikki so,
tá Sosialurin ringir suður á
eldrasambýlið í Skopun.
Vit hava fá fólk at fara
út til á Sandoynni. Tað er tí
bara ein, ið fer út til heima
hjálp. Viðhvørt hava vit
ússaligar brúkarar, og tá eru
vit útkoyrdar, men sum nú
er, kann eg ikki klaga um
umstøðurnar. Eg hevði tó
ongantíð klárað at arbeitt í
átta tímar út í eitt hvønn
dag, sigur ein kvinna, ið
arbeiðir sum heilsuhjálpari
á Sandoynni.
Eg arbeiði einar fimm
tímar um dagin, og vit hava
minimala reingerðin, og tá
nýta vit ta tíðina, vit hava
brúk fyri, at vera hjá brúkar
anum. Eg havi millum tríggj
Sølva Ford:
Eldraøk
Øssur og Hjalti live á fløgu
Øssur Johannesen á bassgittar og Hjalti Joensen á gittar hava verið
vinir og spælt saman í meira enn 20 ár. Øssur Johannesen hevur
áður givið 4 fløgur út við solobassi, yrkingaupplestri og øðrum
ljóðførum. Hjalti Joensen er kendur sum dugnaligur gittarleikari frá
so stórum nøvnum í Føroyum sum eitt nú Moirae, Terji Rasmussen,
Húskallar, Devon. Upptøkurnar vórðu gjørdar á konsertum tann 24.
november 2006 umborð á høganesi í Runavík, og tann 25 november
sama ár í Atlantis í Klaksvík. Øssur og Hjalti hava komponerað
tónaverkið. Umframt hettar eru ymisk temað eftir Beethoven, ein
kirkjusálmur, og okkurt eftir Jørgen Dahl av veðraplátuni hjá
Straight Ahead úr Klaksvík.
Portalur til útisetar
Týsdagin 1. juli 2008 fingu mongu føroysku útisetarnir teirra
egna portal. Heitið á nýggju heimasíðuni er www.utisetanytt.dk.
Tað er navnframi sangarin og grafikarin, Símun úr Konoy, ið er
stigatakarin til síðuna. Símun sigur, at tíðin eftir øllum at døma
sum frálíður er farin frá prentaða miðlinum. Útreiðslurnar av
serstakliga postútberingini eru seinastu árini vorðnar alt ov høgar.
Tí er bert ein gongd leið, og tað er at leita sær út á alnetið, um tú
ert útgevari av einum miðli av einhvørjum slag. Í dag, har nærum
hvørt húski hevur í minsta lagið eina teldu standandi í stovuni, á
skrivstovuni ella sovikamarinum, er í veruleikanum ikki neyðugt
við prentaðu bløðunum og avísunum longur, metir hann.
Sølva Ford starvast sum
heimahjálpari á Sambýlinum
í Kollafirði. - Tey eldru verða
gloymd, og vit hava hvørki
fólk ella orku at nøgda
teimum tørvum, brúkararnir
hjá okkum hava
Eldraøkið er missrøkt, sigur Sølva Ford, ið
arbeiðir sum heimahjálp á sambýlinum
í Kollafirði. Dagvaktin á sambýlinum
er skorin niður í eina helvt, meðan
Nærverkið sigur, at tað er ein trupulleiki
at seta fólk í starvi. Vit hava ikki tíð at
røkja allar uppgávurnar til fullnar í so
ringum umstøðum, og brúkararnir verða
gloymdir, sigur Sølva Ford