mikudagur 9. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 130 - 9. juli 2008
kið er missrøkt
ar og fýra brúkarar um dagin,
og tá eg eri úti og arbeiði, so
eri eg bara úti, sigur ein
heilsuhjálpari á sambýlinum
í Skopun og greiðir eisini frá,
at tey hava fólk, ið fara út
eftir klokkan tvey at gera
reint, tá heimahjálpin fær frí.
Eldrasambýlið
í Kollafirði
Fýra fólk arbeiða í dagtím
unum á sambýlinum, með
an ein arbeiðir úti á økinum.
Áður vóru tvær økisvaktur,
ið møttu klokkan átta og
vórðu lidnar klokkan tvey.
Sum nú er, er bara ein
økisvakt, og hon hevur nú
ein átta tímars arbeiðsdag
og skal eisini aftur at hjálpa
til á sambýlinum. Dagvaktin
er eisini einsamøll um at
gera reint hjá brúkarunum,
hóast tey á sambýlinum í
Skopun hava eyka fólk, ið
eisini gera reint.
Heimarøktin
hevur
hvørki fólk ella orku at
vaska, og tað alt ov vánaligt,
at vaskifólk ikki verða sett
eyka. Ein heimahjálp er
ikki ein vaskikona – um
mann ætlaði at vaska, so
hevði mann søkt eitt vaski
starv, sigur Sølva Ford.
Fólk innan
eldrarøkt tiga
Trupulleikurin er, at eldra
økið koyrir líka illa, sum
sjúkrahúsverið. Sjúkrahús
verkið verður blást upp í
fjølmiðlunum, og tí vita øll,
hvussu illa tað stendur til,
meðan fólk innan eldraøkið
tiga, sigur Sølva Ford.
Eingin torir at siga nak
að, tí at tey eru bangin fyri
at missa starvið, og í síðsta
enda gongur alt út yvir tey
gomlu. Tey hava goldið
skatt alt lívið, og hetta fáa
tey
afturfyri,
sigur
heilsuhjálparin.
Dagvaktin á sambýlinum
í Kollafirði er so stressað,
at hon verður noydd at
skumpa uppgávurnar víðari
til kvøldvaktina, ið noyðist
tá at senda víðari til nátt
vaktinum. Tískil hevur eing
in tíð at veruliga vera saman
við teimum gomlu. Tey
gomlu eru einsamøll, sigur
Sølva Ford.
Vit hava ov fá røktar
heim. Sjúkrahúsverkið letur
bara okkum sjúklingarnar,
og vit hava ikki starvsfólk
at nøgda hesum tørvinum.
Vit eru eitt sambýli og ikki
eitt røktarheim. Tað er mítt
hjartasuff, at tey gomlu iki
verða nøgdaði. Eg lati
gjarna vaskiklæðini bíða
fyri at sita saman við teim
um og práta við tey.
Eg hevði ikki viljað
verið gomul í Føroyum í
dag, endar Sølva Ford.
Kala Djurhuus, Kollafjørður.
Kala fær heimahjálp frá
sambýlinum í Kollafirði. – Eg
havi ein skaða í beininum,
so eg burdi fingið viðgerð,
men tað er sjáldan komið
fyri, at eg havi fingið tað
frá heimahjálpini, og eg
havi slett einki fingið frá
nøkrum øðrum. Tær skulu
bara skunda sær, siga tær.
Áðrenn heimahjálpin varð
niðurskorin, fekk eg reingerð
einaferð um vikuna, nú fái eg
viðhvørt bara tvær ferðir um
mánaðan. Eg føli væl, at tær
ikki hava nóg góða tíð og hava
skund.
Dánjal Jákup Olsen, Kollafjørður. Dánjal Jákup
Olsen og kona hansara, Selma Olsen, fáa heimahjálp
frá sambýlinum í Kollafirði. – Vit hava tosað um tað,
og vit halda tað vera ringt. Vit hava bara heimahjálp
einaferð um vikuna, og tað er øðiliga keðiligt. Selma
er sjúk í rygg og hjarta, og eg eri 81 ára gamal og
havi havt tríggjar skurðviðgerðir. Vit skulu keypa
inn, men vit sleppa ikki at ganga og koyra. Vit eru
ógvuliga veik. Vit halda tað vera vánaligt, at vit ikki
fáa meiri hjálp. Øðiliga vánaligt
Metstórur norskur fiskaútflutningur
Norðmenn hava ongantíð selt so nógvar fiskavørur av landinum sum fyrra hálvár í ár. Frá
nýggjárinum til 30. juni seldu teir fisk og fiskaúrdráttir av landinum fyri 17,8 milliardir
norskar krónur, og tað var sambært hagstovuni í Oslo 57 milliónir krónur meiri enn
methálvárið í fjør. Juni royndist harafturímóti verri enn juni í 2007. Útflutningurin í síðsta
mánað var 2,6 milliardir krónur, og tað var 76 milliónir krónur minni enn í juni í fjør. Tað
eru serliga keypararnir í Póllandi, Russlandi, Nigeria og í Ukraina, sum hava keypt meiri
fiskavørur úr Noregi í ár enn í fjør, og tað eru serliga laksur, síl og sild, sum gera mun.