mikudagur 9. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 130 - 9. juli 2008
Sameiningin millum
Vónina og norska
Refa Frøystad Group
skal útvega føroyska
felagnum fleiri bein at
standa á
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tað er eitt stórt tak, sum
leiðslan í partafelagnum
Vónini hevur valt at taka
við at leggja felagið saman
við norska Refa Frøystad
Group. Eginpeningurin í
nýstovnaða
móðurfelag
num, sum hevur fingið
navnið VON, er góðar 114
milliónir krónur. Hvussu
stór tann føroyska íløgan
ert, vil leiðslan ikki siga,
men tað er greitt, at talan er
um eina av teimum størstu,
privatu føroysku íløgunum
uttanlands nakrantíð.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Pf. Vónin ger íløgur uttan
lands. Fyri nøkrum árum
síðani keypti felagið 22
prosent av stóra íslendska
trol
og
nótavirkinum
Hampiðjan. Tann íløgan var
67 milliónir krónur. So stór
er íløgan í Refa Frøystad
Group sum skilst ikki.
Vit hava avtalað, at vit
upplýsa ikki talið, men
hetta er eitt stórt tak og ein
tann størsta íløgan, sum ein
privat fyritøka hevur gjørt
uttanlands, sigur Hjalmar
Petersen, sum er konsern
stjóri í VON.
Kreppa 5. hvørt ár
Tann føroyski marknaðurin
hevur í mong ár verið høv
uðsmarknaðurin
hjá
Pf.
Vónini, men tað er í ásann
anini av, at hann er ov lítil
og ikki minst ov óstøðugur.
Royndirnar vísa, at vit
hava kreppu í føroysku
fiski ella alivinnuni fimta
ella sætta hvørt ár, og tí
noyðast vit at fáa okkum
fleiri bein at standa á fyri at
tryggja felagnum ein javnan
umsetning, sigur Hjalmar
Petersen, sum væntar sær
nógv av sameiningini við
júst Refa Frøystad Group.
Tað hevur víst seg, at vit
hava havt ilt við at fáa fótin
fastan á tí norska marknaði
num, sum er nógv tann
størsti í Norðuratlantshavi
num. Hinvegin er Refa
Frøystad Group ein viður
kend fyritøka í norsku
fiski og alivinnuni, so á
hendan hátt vænta vit at fáa
meiri burtur úr norska
marknaðinum, sigur kon
sernstjórin.
Hóska væl saman
Tað er ikki av tilvild, at
leiðslan í Pf. Vónini valdi
at sameina felagið við júst
Refa Frøystad Group, sum
er í kenda fiskivinnubýnum
Fossnavåg sunnan fyri Aale
sund.
Norska felagið er eitt av
teimum stóru, tá tað snýr
seg um at gera nótir til nóta
skip og til alivinnuna, og
tann marknaðurin er sera
stórur í Noregi.
Hinvegin hevur norska
virkið ikki gjørt flótitrol,
sum Vónin hevur drúgvar
royndir við. Hjalmar Peter
sen sigur, at tað hevur víst
seg at vera trupult hjá Vón
ini at sleppa inn á norska
marknaðinum við sínum
trolum, men hann væntar,
at sameiningin kann lata
hurðarnar upp.
Tað er eitt stórt tak, sum
vit hava tikið, men tað er
neyðugt, skulu vit økja og
menna virksemið, sigur
stjórin.
Eitt tað størsta á
norðaru jarðarhálvu
Við flaka millum londini
Í síðstu viku var niðurlendski sleipibáturin
”En Avant” á Havnini. Við sær hevði hann
ein stóran flaka. Í Íslandi skal ein stórur krani
setast á flakan, og síðani gongur leiðin aftur til
Niðurlanda
Hjalmar Petersen
er konsernstjóri í
móðurfelagnum Pf. VON
Fakta um Pf. VON
Eigarar: Spf. Kerið 38%, A/S Havila 23%, TF Holding 22%,
Frøystad familjan 17%
Eginpeningur: 114,4 milliónir krónur
Nevnd: Klaus Rasmussen (formaður), Olaf Olsen, Jón
Rasmussen, Per Sævik og Fríðrik Jóhannsson
Ólavsøkukórið venur
Felagssangurin á ólavsøku verður sum vant á midnátt ólavsøkudag,
og fyrireikingarnar hjá kórinum eru byrjaðar. Undir leiðslu av
Sunleifi Rasmussen hava fyrstu venjingarnar verið, men frá
fyriskiparunum verður sagt, at tað var ynskiligt, at fleiri fólk vóru í
kórinum. Øll áhugað kunnu taka lut, og verður vant í
Læraraskúlahøllini leygardagin frá klokkan 16 til 18, og sunnudagin
frá klokkan 16 til 19. Eisini verða venjingar á skránni sunnudagarnar
20. og 27. juli.