Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 130 - 9. juli 2008 Tað einasta, Hans Pauli Strøm vil siga, er, at ongin sjúklingur skal bera ótta fyri sínari framtíð Sparingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Landssjúkrahúsið noyðist at spara heilar 30 milliónir krónur restina av árinum fyri at fáa játtanina at halda. Í hesum sambandið hevur Landssjúkrahúsið skotið upp, at tað fær eina eyka­ játtan upp á 15 milliónir, men at sparingar skulu finn­ ast fyri hinar 15 millión­ irnar. Í hesum sambandi hevur leiðslan á Landssjúkrahús­ inum skotið upp, at allar skurðviðgerðir verða avlýst­ ar restina av árinum, uttan tær, sum eru bráðneyðugar. Harafturat verður mælt til, at 10 milliónir verða spardar í útreiðslunum til heilivág. Tað merkir, at Lands­ sjúkrahúsið ikki fer at geva nógvum sjúklingum tann heilivág, teir hava brúk fyri. Talan er fyri tað mesta um tann sera dýra, men góða lívfrøðiliga heilivágin, sum sjúklingar við hervi­ ligari gikt, sclerosu, krabba­ meini og øðrum álvarsom­ um sjúkum, fáa og sum tey hava ómetaliga stórt gagn av. Landssjúkrahúsið hevur í hesum sambandið luftað tankan um, at útreiðslurnar til heilivág verða lagdar í eina serstaka játtan uttan fyri heilsuverkið, so at tær ógvuliga skjótt veksandi útreiðslurnar til heilivág, ikki nerva raksturin á sjúkra­ húsinum. Men tað merkir so aftur, at skulu hesir sjúklingarnir ikki missa heilivágin, noyð­ ist samgongan at samtykkja eina eykajáttan upp á 10 milliónir afturat til heilivág, umframt tær 15, sum Lands­ sjúkrahúsið hevur brúk fyri. Nú skal so landsstýris­ maðurin í almanna­og heilsumálum taka støðu til spariætlanina og hann fer at koma við eini niðurstøðu mánadagin. Og fyrrenn tá, hevur hann ikki stórvegis viðmerkingar til sparitiltøkini hjá lands­ sjúkrahúsinum, tí nú skal tað viðgerðast væl og virði­ liga í almanna­ og heilsu­ málaráðnum og fyrrenn mánadagin fær hann onki sagt. ­ Men ongin sjúklingur skal stúra fyri síni framtíð, tað kann eg í hvussu so er, róliga siga, staðfestir lands­ stýrismaðurin, uttan at hann tó vil útgreina hetta nærri. Vit hava meiri frá Hans Paula Strøm í blaðnm í morgin. - Sum mamma havi eg ikki orð fyri, hvussu ræðuligt tað er at hoyra, at sonur mín kanska skal missa sín lívsneyðuga heilivág, tí at Landssjúkrahúsið skal spara HeilSuverk Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Er tað eingin, sum kann steðga hesum ørskapinum? Tað er spurningurin, sum hevur malið í høvdinum á Ann Mikkelsen hesar sein­ astu dagarnar. Hon varð bangin og skelk­ að í sínum grundvølli, tá ið hon hoyrdi at Landssjúkra­ húsið ikki longur hevur ráð til at lata sjúklingum ávísan heilivág. Ann Mikkelsen er mamma ein drong við Scle­ rosu og sum fær hendan dýra heilivágin, sum Lands­ sjúkrahúsið nú vil sleppa undan at betala fyri. Sonur hennara er vaksin og hann hevur bæði gentu og barn og tey eru nú í ferð við at byggja sær hús. ­ Hann skal giftast í næst­ um, men eg má siga, at hetta var ein syndarlig brúð­ argáva hann nú kanska fær frá samgonguni, sigur hon. ­ Missur hann nú heili­ vágin, er bara rullistólurin eftir og so er bara eitt at gera og tað er at rýma av landinum. Tað verður ein ræðuligur smeitur hjá teim­ um. Ræðuligur ótti Hon sigur, at sonur hennara hevur ómetaliga stórt gagn av hesum heiliváginum. ­ Hesin nýggi heilivágur­ in ger, at sjúkan verður hildin í skák og hann hevur onki álop havt, hesi trý árini, hann hevur fingið hendan nýggja heilivágin. Sclerosa er ólekilig sjúka og áðrenn hann fekk hend­ an heilivágin, varð hann blindur í øðrum eyganum og fyri ein part er húðin í aðrari síðuni, deyð. ­ Síðani hann fekk heili­ vágin hevur onki bakkast verið og heilivágurin ger, at hann er vælvirkandi og er førir fyri at passa sítt ar­ beiðið hvønn einasta dag. Hann fær tríggjar sproytur um dagin og hvør sproyta kostar fleiri túsund krónur. Nú verður sagt, at tað verður kanska ikki so galið og at onkur loysn man fara at verða funnin, so at tey ikki missa heilivágin? ­ Men hví so leypa ótta á fólk við slíkum útsøgnum. Hjá eini mammu var hetta ræðuligt at hoyra og sum vanligur borgari skilji eg púra onki av, at slíkt yvirhøvur verður umrøtt í einum landi, sum kallar seg eitt vælferðarsamfelag. ­ Tað er heilt ólukkuligt, at landsins myndugleikar loypa slíkan ótta á fólk, hóast tað vísir seg at laga seg, tá ið avtornar. ­ Veruleikin er eisini, at sclerosusjúklingar tola ikki strongd, tí tað kann fram­ provokera eitt álop. Men at fáa slík boð er ógvuliga strongjandi og so tað er ómetaliga óheppið. ­ Bara tað, at slíkt er til umrøðu, er einki minni enn ein vanlukka, leggur hon afturat Ann Mikkelsen skilir heldur ikki politisku rað­ festingarnar. ­ Hava vit ráð at hava trý sjúkrahús, tá ið vit kjakast um, antin vit hava ráð at geva okkara sjúku tann besta heilivágin? ­ Ella er hetta prísurin fyri loysingina og hví vera uttanríkisráð og sendistovur uttanlands raðfestar fram um heilivág til ólekjandi sjúklingar, spyr við rættiliga beiskari rødd. ­ Eru vit so framkomin, sum vit ofta siga, at vit eru? Verða vit heimsins besta land í 2015, sum framsjón 2015 sigur? ­ Tað er longu um sjey ár, skoytir hon upp í. Lægri oljuprísur Bloomberg News skrivar, at oljuprísurin í morgun var tann lægsti á marknaðinum í tvær vikur. Ein stór orsøk til hetta er, at iranski forsetin, Mahmoud Ahmedinejad, hevur sagt, at hann als ikki hevur áhuga í nøkrum kríggi mótvegis USA og Ísrael. Samstundis er dollarin styrktur mótvegis evruni, og samanlagt hevur hetta givið eitt prísfall upp á 9 dollarar fyri tunnuna síðani 3. juli. Tá kostaði ein tunna av olju 145,85 dollarar. Í morgun var prísurin 137,07 dollarar fyri tunnuna. Innheinting gevur hall Intrum Føroyar hevði í fjør eitt hall í roknskapinum upp á 1.723 tkr. Intrum, sum er innheintingarfyritøka, byrjaði sítt virksemi í Føroyum í 2006, og er 2007 soleiðis fyrsta heila roknskaparárið. Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at tey vænta vøkstur í virkseminum, soleiðis at hetta eisini fer at geva avkast. Fyrstu tvey árini hevur felagið mist góða 3,1 mió kr., men kapitalgrundarlagið undir felagnum er styrkt, soleiðis at hetta ikki er hótt av gongdini fyrstu árini. Bangin fyri at fáa rullistól í brúðargávu frá samgonguni Ongin sjúklingur skal stúra - Verður heilivágurin tikin frá soni mínum, er bara rullistólurin eftir, sigur Ann Mikkelsen í beiskari viðmerking til sparingarnar hjá Landssjúkrahúsinum Savnsmynd