Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 130 - 9. juli 2008 Fleiri løntakarar Talið av løntakarum í apríl mánaði í ár var 26.155. Hagstovan skrivar, at somikið nógvir løntakarar ongan tíð áður hava verið í Føroyum. Vøksturin í mun til apríl mánað í 2007 er 435 løntakarar ella 1,7%. Sjálvt um samlaða gongdin vísir ein vøkstur uppá 1,7%. So er gongdin innan vinnugreinarnar ymisk. Í fiskivinnuni og øðrum ráevnisvinnum eru 5,1% færri løntakarar nú. Í byggivinnuni eru hinvegin 5,9% fleiri løntakarar enn sama tíðarskeið í fjør. Nýggjur sjúkrarøktar- stjóri Lisbeth Lykke Bruun er sett í starv sum sjúkrarøktarstjóri á Landssjúkrahúsinum. Hon tekur við starvinum 1. september. Lisbeth Lykke Bruun er 44 ára gomul og útbúgvin sjúkrarøkt­ arfrøðingur í 1989, heilsufrøðingur í 1996 og master of Public Health í 2003. Eftir at hon varð útbúgvin, hevur hon starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari bæði á almanna­ og heilsuøk­ inum. Síðan 2004 hevur hon starvast sum verkætlanarsamskipari í Servicestyrelsen, sum er stovnur undir danska Velfærdsminist­ eriet. Hetta skrivar Almanna­ og heilsumálaráðið í tíðindaskrivi Sum heild lata verts­ hús og klubbar væl at fyrsta vikuskiftinum við roykiforboði royking Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Forboðið móti royking á øllum almennum støðum varð sett í gildi í farnu viku. Samanumtikið lata eigarar væl at vikuskiftinum, og siga at teir hava ikki lagt merki til stórvegis broyting­ ar viðvíkjandi talinum av vitjandi á náttklubbunum. Anna Kirstin Thomsen, ið eigur og rekur Pubbina og Seglloftið á Tvøroyri, sigur, at vikuskiftið hevur ikki ver­ ið stórvegis annarleiðis enn onnur vikuskifti. ­ Sjálvandi eru fólk kedd av tí, men tey góðtaka tað. Fólk taka tað til sín, og tað er jú ikki loyvt at roykja nakra aðrastaðni heldur, so hetta hevur ikki merkt talið av vitjandi. Vit hava eisini uttandura skeinkiloyvi, og veðrið hevur verið gott um vikuskiftið, so tað kann eisini hava verið við í leikin­ um. Møguliga tað verður øðrvísi tá veðrið verður verri, og fólk ikki troysta sær útum at roykja. Væl nøgd í Klaksvík Á Vícafé í Klaksvík lata tey eisini væl at. Tey siga, at inniluftin er munandi betri nú, og at serliga starvsfólk­ ini, eisini tey, ið roykja, eru sera glað um hetta. Tey hava havt ein nógvar kundar hetta vikiskiftið, ið tey van­ liga hava, og kanska meira enn vanligt. Har hevur verið royki­ forboð um dagin til kl. 20, tá loyvi hevur verið at roykt inni til caféin letur aftur. ­ Um dagin hava fólk so roykt uttanfyri, so tey eru nokk von við tað. Vit hava eitt hálvtak, ið fólk kunnu standa undir, um veðrið er keðiligt. Men hetta viku­ skiftið hevur veðrið verið frálíkt, so fólk hava einki havt ímóti at fara útúm at roykja, sigur June Jacobsen, ið rekur Vícafé í Klaksvík. Færri fólk í Manhattan Rúni Djurhuus, ið er ein av eigarunum og rekur Býin. fo, ið stendur fyri fleiri nátt­ klubbum og vertshúsum í Havn, letur eisini væl at. Einasta staðið, ið hevur merkt eina minking av vitj­ andi gestum er Manhattan, men enn ber ikki til at siga, um hetta er orsakað av roykiforboðnum. Gestir, starvsfólk og tónleikarar í REX lata væl at, sigur Rúni Djurhuus. ­ Tey flestu eru glað fyri tað og góðtaka tað. Onkur hendinga gestur hevur fest sær í inni í REX, men hetta hevur ikki verið í provoka­ tión, men tí at viðkomandi ikki hevur hugsað seg um. Tá so mint verður á royki­ forboðið, hava tey sløkt aftur beinanvegin. Tað er eisini deiligt at koma heim aftaná eina nátt í býnum, og alt ikki luktar av tubbaks­ royki. Ov stutt skotbrá Tað einasta Rúni Djurhuus hevur at fílast á er, at eigarar av vertshúsum og náttklubb­ um hava fingið ov stutt skot­ brá til roykiforboðið. Hann greiðir frá, at uttanlanda hava flestu náttklubbar og vertshús gjørt serlig royki­ rúm til gestirnar, men av tí at henda kunngerðin kom so knappliga, hava teir ong­ an kjans havt fyri at fyri­ reika seg. ­ Vit vildu gjarna havt kjansin fyri at upprætta eitt roykirúm til gestirnar hjá okkum, soleiðs at vit eisini liva upp til standardin aðra­ staðni í Evropa. Nú er roykiforboðið komið í gildi, og gestirnir noyðast út at roykja. Hetta heldur Rúni Djur­ huus vera sera harmiligt, og fílist at stutta skotbráðnum teir hava fingið. Hóast roykiforboð og hækkaðar prísir innflyta vit munandi fleiri sigarettir enn sama tíðarskeið í fjør royking Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fyrra hálvár í ár innfluttu vit umleið 170.000 fleiri sigar­ ettir, enn vit gjørdu sama tíð­ arskeið í fjør, vísa tøl frá TAKS. Hetta hóast sigarettir­ nar gerast alsamt dýrari og strangari reglur verða settar í gildi viðvíkjandi royking. Samstundis minkar innflutn­ ingurin av sigarum og tub­ baki við ávikavist 27 og 26 prosentum. Tað kann hugsast at samanhangur er í hesum á tann hátt, at tey, ið roykja sig­ arir og leyst tubbak, nú held­ ur velja vanligar sigarettir. Samanumtikið innflyta vit umleið 600 sigarettir fyri hvønn føroyingin hvørt hálvár. Hetta svarar til 1200 sigarettir fyri hvønn føroy­ ing um árið. Spennandi verður so at síggja, hvussu roykiforboð­ ið á øllum almennum støð­ um kemur at ávirka hesi tølini framyvir. Innflyta fleiri sigarettir Lata væl at royki- forboði Hagtøl fyri innflutning av sigarettum og tubbaki fyrra hálvár í 2007 og 2008: Fyrra hálvár 2007 Fyrra hálvár 2008 Sigarettir 28.162.200 stk. 28.329.500 stk. Sigarir v.m. 105.330 stk. 76.515 stk. Tubbak 8.859 kg. 6.538 kg Kelda: TAKS Eftirhondini eru fólk so von við at fara útum at roykja, at vertshúsini hava ikki havt trupulleikar av nýggja roykiforboðnum Mynd: Jens Kristian Vang