Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 9. juli 2008 11 Stutt Sagt Samd um rakettskipan Amerikanski uttanríkis­ ráð­harrin, Condoleezza Rice, hevur verið­ í Prag og skrivað­ undir eina avtalu millum Kekkia og USA um, at amerikanarar skulu fáa loyvi at seta ein part av teirri nógv um­ røddu rakettverjuskipan­ ini upp í Kekkia. Mein­ ingakanningar vísa, at nógv tann størsti parturin av kekkiska fólkinum eru ímóti avtaluni við­ USA. Í teirri seinastu kanningini svarað­u heili 68 prosent, at tey vóru ímóti, at Kekkia skal hava nakran lut í amerikonsku ætlanini. Bara 24 prosent søgdu ja. Russland hevur ávarað­ Kekkia ímóti at hýsa amerikanskari hernað­arút­ gerð­, og fólk, sum eru ímóti avtaluni, gingu í gjár í gøtunum í Prag við­ skeltum, har tað­ stóð­, at Kekkia vil ikki vera álops­ mál hjá russum. 3.315 koyrdu ov skjótt Eitt átak hjá donsku løg­ regluni seinasta vikuskift­ ið­ avdúkað­i, at nógvir danskir bilførarar koyra ov skjótt. Tilsamans 3.315 bilar vórð­u steð­gað­ir, tí teir koyrdu skjótari, enn teir høvdu loyvi til. Tølini hjá løgregluni vísa, at bil­ førarar á Sælandi og Lol­ landi/Falster hava serliga ilt við­ at halda seg nið­an fyri hámarksferð­ina. Í hvussu er vórð­u 1.492 bil­ førarar í hesum landspørt­ unum skrivað­ir upp fyri at koyra ov skjótt. Í Jyllandi og á Fyn var frægari, men tað­ vóru serliga bilførarar­ nir á Bornholm, sum skikkað­u sær væl í ferð­sl­ uni. Har komu bara sjey bilførarar í svørtubók, sigur TV2. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Rakettavtalan millum USA og Kekkia kann noyða okkum at svara við vápnamegi heldur enn orðum russiska uttanríkisráðið útlond USA leggur Russland undir at hótta evropeisk lond við hernaðarálopum fyri at ræða tey frá at samstarva við amerikanararnar Russland hótti í gjár við­ at brúka hermegi, um Kekkia ger álvara av ætlanini at hýsa pørtum av amerikonsku rakettverjuætlanini, soleið­is sum uttanríkisráð­harrarnir í USA og Kekkia samdust um í gjár. Amerikanska stjórnin heldur, at russiska hóttanin er ætlað­ at ræð­a tey eysturevropeisku lond­ ini ímóti at knýta seg ov tætt at USA hernað­arliga. ­ Mín hugsan er, at russar royna at ræð­a evropear frá at taka lut í verjuætlanini, men hóttanir sum hesar fara ikki at broyta nakað­, sigurt Geoff Morell í amerikanska verjumálaráð­num við­ CNN. Hvítu Húsini vóru eisini skjópt at gera við­merkingar til hóttanina hjá uttanríkis­ ráð­num í Moskva. ­ Vit royna at fáa samstarv við­ lond, so vit kunnu forð­a rakettálopum úr yvirgangs­ londum sum Iran, og vit fara framvegis at tosa við­ Russland um ætlanina. Russland og Evropa kunnu gerast partur av ætlanini á jøvnum føti, sigur talsmað­­ urin hjá Hvítu Húsunum, Gordon Johndroe, við­ AP. Svara við hermegi Russiski forsætisráð­harrin, Vladimir Putin, hevur fleiri ferð­ir ávarað­ um, at Russ­ land fer ikki at sita hendur í favn, um amerikanarar gera álvara av at seta rakettverju upp í Eysturevropa. Ávar­ ingin, sum kom úr russiska uttanríkisráð­num, í gjár, var greið­: ­ Tað­ kann henda, at vit verð­a noydd at svara við­ hermegi heldur enn orð­um, stóð­ í ávaringini úr Moskva. USA vil eisini hava eina avtalu við­ Pólland, men londini eru ikki samd um innihaldið­ í avtaluni. Haraft­ urat vísir ein meiningakann­ ing, at bara 28 prosent av polska fólkinum tekur undir við­ at hýsa pørtum av amer­ ikonsku rakettverjuni. Russar royna at ræða Evropa Í gjárkvøldið máttu granskararnir fara av av einari russiskari granskingarstøð við Norðpólin, tí ísurin bráðnar undan teimum Ísurin kring Norð­pólin bráð­­ nar skjótari, enn vísindafólk høvdu roknað­ við­, og í gjár noyddust vísindafólkini á einari russiskari gransking­ arstøð­ at bið­ja um hjálp, tí ísurin var farin at bráð­na undan teimum. Í gjárkvøldið­ var ísbrótarin Mikhail Somov og tók vísindafólkini av ísinum. Hann er nú á veg til Murmansk við­ teimum. Vladimir Strugatskij, sum er varastjóri í russiska pólfelagnum, sigur við­ norska kringvarpið­, at granskingarstøð­in hevur hildið­ til á einum stórum ísflaka síð­ani í septembur í fjør. Tá var ísflakin 15 fer­ kilometrar stórur, men í dag er hann bara 300 ferð­ir 600 metrar. ­ Hann bráð­nar skjótt, og tí var ikki annað­ at velja í enn at taka granskararnar av ísinum, sigur Vladimir Strugatskij við­ NRK. Ísurin bráðnar undan granskarunum við Norðpólin Kekkar mótmæla, at USA sleppur at seta verjurakettir upp í Kekkia Mynd: Polfoto