mikudagur 9. juli 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 130 - 9. juli 2008
tíðindi
Sosialurin hevur í nakrar vikur verið úti við myndatólinum og setir í hesum døgum ljós á tær
ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á
bygd, í bý og úti í náttúrini.
Hetta er áttandi partur í røðini við misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland«
Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á alfara vegi, ella har koyrandi er.
Gløgt er gestsins eyga, sigur orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst ígjøgnum
myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast av teimum ferðafólkum, sum vitja Føroyar.
Tær fyrstu myndirnar vóru úr høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk koma upp á land ella
seta kós ímóti, eftir at vera lend í Vágum. Í øðrum partin vóru vit í grannabygdunum fyri
norðan, Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu, ið herfyri
hevði umhvørvisviku, og í triðja parti stóðu bygdirnar vestan- og norðanfyri, Kirkjubø,
Velbastaður, Syðradalur og Norðadalur, fyri skotum. Myndirnar í fjórða parti vóru myndir av
Signabø, úr Kollafirði, Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, og í fimta parti Saksunardali og
Saksun. Sætti partur var frá Nesvík, av Langasandi og úr Haldórsvík, men ikki úr Tjørnuvík.
Har var nevniliga onki at seta fingur á. Seinast vóru vit á Oyri, ið hevði so nógv órudd at
bjóða uppá, at bygdin fekk alla opnuna. Í dag er túrurin komin til nakrar av teimu síðstu
bygdunum í Sunda kommunu, Oyrarbakka og Norðskála.
Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá bæði politikarum og myndug-
leikum, sum arbeiða við ferðavinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda tíðarritinum,
National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað
snýr seg um at hava reint umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn mátistokk hava tey
fólkini brúkt, ið hava útnevnt oyggjar okkara til henda fornemma heiður? Um tey yvirhøvur
hava verið her og hugt upp á umstøðurnar, so er ivaleyst gjørt skjótt av. Og hava hesi verið
varug við tey túsundtals tonsini av burturkasti, sum sløðist runt allastaðni? Um so er, kann
hetta valla hava talt við í grundarlagnum fyri metingini. Annars má standa ómetaliga illa til í
øðrum oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum. Tað var í øllum førum ikki torført at
fáa eyga á óruddið ígjøgnum myndatól okkara.
Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar ferðir betri, enn tað ger í
londum, har trø og annar vøkstur kann fjala ein stóran part. Nøkur vøkur sjón er hetta ikki, og
fyri mong man tað tykjast óskiljandi, at fyritøkur, stovnar, kommunalir myndugleikar og onnur
sleppa avstað við at seta gamlar maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær á
slíkan hátt. Ringast er við havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki, bóndagarðar, jarðarbrúk og í niður-
løgdum grótbrotum, har onki mark tykist vera fyri skilaloysinum. Og hvør hevur ábyrgdina
fyri, at hetta kann lata seg gera? Tosað verður nógv um nýggjar brennistøðir, tí orkan er ov
lítil, men hesar megna onki at gera við gamalt jarn. Tað má tyrvast ella flytast av landinum.
Herferðin hjá Sosialinum tykist longu hava givið úrslit. Síðani blaðið fór í gongd við at vísa
á órudd og burturkast, hevur Tórshavnar kommuna álagt øllum at rudda upp á kommunalum
vegum og økjum. Hetta skuldi gerast í seinasta lagi 7. juli. Annars varð alt burturbeint uttan
aðra ávaring. Samstundis hevur kommunan tikið fyrivarni fyri at krevja allar útreiðslur í
hesum sambandi endurgoldnar fyri eigarans rokning.
Eisini í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við. Í feriutíðini nú í juli mánaða
verður hetta eina ferð um vikuna, men í august fara vit aftur at gera hetta fleiri ferðir um
vikuna.
Lagt til rættis:
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Myndir:
Álvur Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Oyrarbakki
8. partur
Heimsins reinasta
hesaferð
Oyrarbakki og norðskáli
Norðskáli
Oyrarbakki
Oyrarbakki
Oyrarbakki