mikudagur 9. juli 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 9. juli 2008
17
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Viktor Albinus í Øra
víkarlíð
andaðist
á
Suðuroyar
sjúkrahúsi
sunnudagin, 59 ára gam
al. Jarðarferðin verður
lýst seinni. Tey, ið vilja
minnast Viktor, kunnu
lata Suðuroyar ellis og
røktarheimi eina pen
ingagávu, konto í pen
ingastovnunum.
Hans Kristoffer Mort
ensen, av Argjum, and
aðist sunnudagin 85 ára
gamal.
Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Øllum tykkum, ið gleddu meg á 90 ára
føðingardegi mínum, takki eg so hjartaliga.
Tøkk til børn við familjum, ið komu frá
nær og fjar, og gjørdu mær dagin signaðan
og ógloymandi.
Tøkk til streingjakórið hjá
Frelsunarherinum, ið gleddi meg við
tykkara vakra sangi.
Tøkk fyri gávur, fjarrit og uppringingar.
Gud signi tykkum øll.
Blíðar heilsanir
Fredrik Joensen, Vágur
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
okkum samkenslu, tá kæri bróðir okkara
Herfinnur Durhuus
Vestmanna
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Sverra Steinhólm og Ingu Poulsen Dam,
prest, fyri góð og troystarrík orð í kapellinum
og í kirkjuni.
Tøkk til sangarar, berarar, organist og kirkjutænarar.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Stóra tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Torbjørn og Jórun
Dagurin
10. juli. Knútur kongur, deyður ár 1086. Hann varð myrdur fyri altarinum í St. Albans kirkju í Odense handa dag,
og pávin skírdi hann halgimenni í árinum 1100. Fekk navnið Knútur hin Heilagi.
Birgar Johannessen er
komin á marknaðin
við nýggju havnar
bókini ”Havnin – fólk
og yrki 19401969”.
Eins og fyrra bókin
verður hendan eisini
signerað og seld í
Sjónleikarhúsinum
Hósdagin 10. juli frá kl. 13
20 verður móttøka í Sjón
leikarhúsinum í Havn í
sambandi við útgávuna av
nýggju bókini hjá Birgari
Johannessen ”Havnin – fólk
og yrki 19401969”. Talan
er um annað bind og fram
hald av bókini “Havnin –
fólk og yrki 19001939”,
sum kom út í fjør og gjørdist
bestseljari.
Samstundis sum móttøk
an er í Sjónleikarhúsin verð
ur bókin at fáa í H.N.
Jacobsens Bókahandli og í
Rit & Rák í SMS. Bókin
verður eisini at fáa í øðrum
bókahandlum kring landið.
Birgar roknar við at
nýggja bókin rakar ein enn
størri lesaraskara enn tann
fyrra við tað at bæði tey
eldru og tey tilkomnu minn
ast hetta tíðarskeiði. Ikki
minst tey tiltiknu 60ini
sum var ein tann størsta
broytingartíðin í 20. øld.
Nýggja bókin er prentað í
6.000 eintøkum, og yvir
1.000 myndir eru í bókini.
Í báðum bókunum eru
fleiri enn 8.000 fólk nevnd.
Aftast í nýggju bókini er
listi í bókstavarað við øllum
nøvnunum, og víst er til
síðutal, har tey eru um
rødd.
mg
Birgar Johannessen við nýggju havnarbókini. Á hesi opnuni síggjast stóru broytingarnar á Kongabrúnni frá 1933 til 1965. Gomlu
neystini hjá havnarmonnum mugu lúta fyri størri bygningum
Mynd: Jens Kristian Vang
Nýggja Havnarbókin
í Sjónleikarhúsinum