mikudagur 9. juli 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 130 • 09. juli 2008
vanligt mannfólkaarbeiði. Eisini var
Olea í Jákupsstovu í handlinum. Hon
doyði eftir at hava fingið meslingar
í meslingagrindini í 1935. Martha
“hjá Sámali” var eisini í handlinum
seinni. Hon og sonurin Sigfríður eru
eisini keldur til upplýsingar í hesi
grein.
Arbeiði var ikki nógv av fyrstu
tíðina. Men Tummas Jakku var
ágrýtin sum vinnu- og hugsjónar-
maður. Hann var fyrsti roknskapar-
maður hjá Føroya Fiskimannafelag,
sum varð stovnað í 1911, eftir at
fiskimenn í Gøtu høvdu tikið stig til
tess í 1910.
Grundarlagið fyri vinnuskapanina
hjá Tummas Jakku var motorbátar,
sum menn høvdu til útróður. Eg
haldi, at teir byrjaðu við teimum í
1917-18.
Tey fyrru árini leigaði Tummas
Jakku motorbátar til Norðhavs-
róður. Í 1921 keypti hann saman
við pápa, Peter Jacob, motorbátin
Brynhild, uppkallaður eftir dóttir
Tummas Jakku.
Um heystið 1922 keypti Thomas
Jacob saman við Elias Sofus Han-
sen í Køkinum, hann gjørdist annars
verfaðir Brynhild, sluppina Leonoru,
men hon sakk á fyrsta túrinum úr
Noreg til Føroyar. Tað var eingin
mannskaði, men fíggjarligi missurin
var stórur.
Í 1927 leigaði Thomas Jacob
saman við øðrum Norðagøtumonn-
um Wellfare. Á heystið 1929 keypti
hann saman við bygdamonnum
Wilhelminu. Ein, sum sigldi við Wil-
helminu, var Hans Petur Øregaard
úr Lorvík, hvørs søga hevur verið í
Miðvikuni.
Vilhelmina hoyrdi heima í Gøtu í
eini fýra ár.Tá sleit hon yviri á Skála-
fjørðinum og gjørdist mestsum
vrak. Men hon var afturgjørd, men
tá fór hon á aðrar hendur.
Í 1927 keyptu Poli og Tummas
Jakku sluppina Esther. Tummas
Jakku reiddi hana út, og Poli
førdi hana fram til 1932. Fram til
1935 var Jákup Andreas Poulsen,
á Mýruni, í Syðrugøtu skipari á
Esther.
Teir fiskaðu heilt væl. Fiskurin
varð lagdur upp í Norðragøtu, har
hann var vaskaður í fiskakjallaran-
um og síðan turkaður úti.
Um heystið varð fiskurin turkaður
uppi á fiskaloftinum hjá Tummas
Jakku, har ovnar vóru settir upp at
turka fisk við.
Tummas Jakku var ein maður, sum
gjørdi nógvar royndir, millum annað
við snurrivodd og kalvagørnum.
Tummas Jakku keypti fisk, og
tað komu eisini skip aðra staðni
frá at landa til turkingar. Tað var alt
breitt í fiski, heilt frá kirkjuni og út á
Ennið, sum er uttanfyri verandi kai í
Norðragøtu. Hetta var eitt sera gott
pláss at turka fisk. Fiskurin varð
førdur hagar við báti.
Í Syðrugøtu høvdu Jóan Pauli
Gregersen og Símun í Ólastovu
sluppina William Clowes. Marius
Berg við Gøtugjógv hevði Galateu.
Turkihúsið kom í Syðrugøtu í 1929.
Alt hetta gav arbeiði í allari sóknini.
Sjálvt um tað var nógvur fiskur,
vóru tó eingir pengar. Hetta var í
ringastu krepputíð.
Í 1937 mátti Tummas Jakku
lata skip og motorar frá sær og
lata handilin aftur. Nakað seinni
lat hann handilin uppaftur undir
navninum Glæman.
Handil og íshús
Eitt skifti var eisini ein annar
handil í Norðragøtu. Hetta var Pet-
ur Hans Hansen úr Lorvík, vanliga
kallaður Lítli Peter Hans fyri ikki
at blanda við Langa Petur Hans.
Hann handlaði vist fyri teir á
Gørðunum í Vági. Petur Hans var so
fittur í hondunum. Hann plagdi at
smíða borðbátar.
Peter Hans bygdi sær íshús, sum
enn er til. Íshús vóru nógva staðni
og komu undan frystihúsini. Her bar
væl til at frysta við at blanda salt
og kava saman. Kavi skuldi so fáast
til vega, hann var borin í leypi fyri
akkord. Um neyðugt var ísur eisini
tikin úr ánni. Fyrst og fremst varð
sild fryst til agn. Hon varð harðfyrst,
so væl riggaði tað. Eitt íshús hevði
eitt rúm til kava og eitt annað til
salt.
Aftaná Peter Hans yvirtók Jó-
hannes í Tjørnustovu handilin, men
hann doyði í 1945. Beiggi hansara
Eliesar hevði eisini handil í sínum
kjallara í fleiri ár.
Handilin hjá Tummas Jakku
varð, tá hann doyði í 1950, seinni
yvirtikin av Tóru, dóttir Tummas
Jakku, og manni hennara Eivind hjá
Havna Jákup (Hansen). Her vóru
eisini skip og fiskaarbeiði. Hann
sum skrivar hetta fór til skips 3. juni
1958, fyri júst 50 árum síðan, við
Báruni, har Eivind var reiðari. Men
handilin varð stongdur fyri nøkrum
árum síðan. Nú hevur abbasonur
Tummas Jakku, Eyðun Hansen,
sonur Brynhild og Hans hjá Elias
Sofus, eltalvuvirki í bygninginum.
Nótakompaní
Hesa tíðina varð sum minst av
mati keyptur, um hann kundi
útvegast á annan hátt. Ein máti
var at kasta nót. Tað vóru tríggjar
nótir her í Norðragøtu. Ein var
kallað fyri Lítlanót. Í henni áttu
tey í Blásastovu tríggjar partar.
Aðrir eigarar vóru tey í Frammi-
stovu, Gamli Sámal Jakku og tey
á Fløtti. Hetta vóru teir fyrstu
eigararnir. Síðan fóru partarnir í
arv. Pápi og Tummas Jakku fingu
seinni partarnar í Blásastovu.
So var tað Stóranót. Millum tey,
sum áttu hana vóru tey í Jákups-
stovu og Langi Petur Hans. Triðja
nótin kallaðist Garnið.
Vanligt var, at 12 mans áttu í
hvørji nót. Hetta var tann mann-
ing, sum skuldi til, tá ið nót skuldi
kastast. Tað hoyrdi eitt áttamanna-
far við neyst til hvørja nót.
Í Syðrugøtu høvdu teir eisini
nótir. Tær kallaðust Seglgarnsnótin,
Ullnótin og Nýggjanót. Nýggjunót
áttu teir, sum ikki sluppu uppí part í
hinum nótunum.
Nótirnar vóru nógv nýttar. Tá ið
líkindi vóru um veturin kastaðu teir
nót.
Hvørt kompaní hevði ein for-
mann. Hann umsat seiðakikaran,
sum var dánaður sum ein avlangur
kassi við glasi í botninum. Tá ið
hann var settur niður í sjógvan
sást væl, um seiður var undir.
Ofta stóð manningin klár á landi,
meðan formaðurin kikaði, og tá ið
hann rakti við, varð kastað. Fyrst
varð annar endin settur í land.
Nótin varð so frá bátinum sett
um seiðatorvuna, og menn drógu
hvønn sín enda av nótinum á land.
Síðan varð fongurin tikin inn í bátin
við kurvum. Veiðan var uppgivin alt
eftir, hvussu nógvir bátar av seiði
vóru í kastinum.
Tað var nógv at fáa viðhvørt.
Seiðurin varð so kruvdur. Hetta
var konufólkaarbeiði, sum var sera
tíðarkrevjandi. Men tær vóru kvikar.
Ofta var seiðurin stoyttur á gólvið
í roykstovuni at verða kruvdur,
soleiðis sum Heðin Brú greiðir so
væl í bókini Feðgar á Ferð.
Seiðurin var fyri ein stóran part
greipaður og hongdur upp. Hetta
kundi vera undir húsunum og undir
hjallinum, so ofta var nógvur seiður
at síggja alla staðni í bygdini.
Hetta var góður matur. Turrur
bukaður seiður smakkar væl. Men
feskur seiður og livur var eisini
framúr góður døgurðamatur. Neytini
fingu eisini nógvan kókaðan seið og
var hetta gott sum kraftfóður.
Tað varð býtt soleiðis, at nótin
fekk ein part, og síðan var býtt
millum menninar, sum vóru við.
Formaðurin mundi eisini fáa eitt
sindur eyka.
Livurin varð tikin og seld.
Tummas Jakku keypti hana. Hann
hevði lýsismeltarí, eins og tað var í
nógvum bygdum. Á tí økinum vóru
teir gomlu meira framkomnir enn
vit enn eru í dag í Føroyum.
F.v. Elsa í Blásastovu, Elspa Katrina, mamma hennara, og Sanna á Rætt úr Syðrugøtu
Tummas Jakku og konan Magdalena saman við seks av teirra 13 børnum
Hetta er gamli handilin hjá Tummas Jakku í Blásastovu. Menninir eru frá
vinstru Joen Simin Vesturklett, Johan Gøthe og Tummas Jacobsen.