mikudagur 9. juli 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 130 • 09. juli 2008
2. partur
Biddarar
Eg minnist eisini, tá ið fólk plagdu
at koma til bygdina at bidda.
Tey gingu hús úr húsi, har tað
kundi roknast við at fáa nakað.
Serliga minnast fólk tvær kvinnur,
sum komu eina ferð árliga. Tað varð
fortalt, at Hans Elias í Pállstovu
eina ferð hoyrdi aðra siga við hina,
tá ið tær fara avstað aftur: “Illa
royndist Norðragøta í ár!” Sagt
varð, at tær heldur vildu hava ull
enn pylsu, tí ull var lættari at bera.
Sigast kann, at hetta var ein partur
av sosialu forsorgini tá í tíðini, sum
Blásastova eisini var partur av.
Elias bóndi fekk eina
prinsessu í ættina
Í Blásastovu komu eisini nógv
fólk, og var eisini talan um
avbygdafólk í ymiskum ørindum.
Ein av teimum, sum regluliga
kom, var Elias bóndi, sum hann
var kallaður. Pápi plagdi at siga,
at tað vóru stuttligir dagar, tá ið
Elias kom. Hann hevði harmoniku
heima og dugdi væl at spæla
uppá.
Tað hevði eina ferð verið eitt
stórt brúðleyp í Gøtu, og dagin eftir
vóru allir hesir gomlu menninir
samlaðir í Blásastovu, har tey áttu
harmoniku. Elias fór at spæla uppá
hana. Hesir gomlu dansaðu villir
á gólvinum. Elias segði, at “hevði
eg havt mína egnu harmoniku, so
skuldu tit sæð!”
Elias plagdi at koma at rógva
út við Blásastovubátinum. Hann
róði vist eisini norð á hav við
áttamannafarinum Broje, sum tey í
Blásastovu áttu part í. Teir róðu út
higani frá Gøtu, so tað hevur verið
langt á fiskileið.
Eg minnist eitt hús, sum kallaðist
Fiskahúsið, sum gamli Sámal Jakku
átti. Eg haldi, at teir býttu fiskin
millum sín og flaktu sín part hvør
sær.
Elias kom av Selatrað, men í veru
leikanum var hann av Trøllanesi og
varð giftur til eitt festi á Selatrað.
Fyrra kona hansara doyði, og hann
giftist aftur við Elin Guldbrandsø av
Skælingi.
Á Trøllanesi hevði hann verið
við í einum tí fyrsta stigi at
royna skipsfiskiskap í Føroyum,
nevnuliga keypið av Caprice í
1865. Skipari gjørdist hálvbeiggi
hansara Jóhannes. Fiskiskapurin
miseydnaðist, og skipið við skipara
endaði í Skotlandi.
Ein orsøk til, at Elias kom so
nógv til Gøtu kundi vera, at her átti
hann skyldfólk. Pápi hansara Joen
Johannesen, kallaður Fuglfjarða
Jógvan, var beiggi Ole Johannesen,
sum var abbi Óla Gregersen í
Syðrugøtu.
Mamma Fuglfjarða Jógvan og
Óla Johannesen var Anna Olesdatt
er, sum var dóttir Ole Jacobsen f.
1714, bónda í Tjørnustovu, sum
er eitt grannahús til Blásastovu.
Mamman var Barbara Simons
datter av Blankaskála.
Abbi ommu, Elspu Katrinu, sum
æt Jákup eins og pápi hennara, var
eisini úr Tjørnustovu. Tískil hava
tey í Blásastovu verið nærmastu
skyldfólk hjá Eliasi.
Tað pussiga er, at nógv seinni
í tíðini giftist abbadóttir Elias,
Elisa, uppkallað eftir abbanum,
inn í Tjørnustovu sum bóndakona.
Ein annar abbasonur kom eisini
í grannalagið. Hetta var Niels
Joensen, sonur Jóan Petur hjá
Eliasi í fyrru giftu. Hann giftist við
Stinulenu Olsen, ættað úr Tjørnu
vík, men búsitandi í Norðragøtu.
Hon kom at vera hjá systir síni
Marsannu, sum var gift við Sámal
Hansen, sum var á kirkjumyndini í
fyrsta partinum av hesi røð.
Elias hevði eitt annað óbeinleiðis
samband við Tjørnustovu. Seinni
verfaðir hansara, Andrass á Vattóli,
var úr Skúvoy. Hann var forliptur í
bóndadótrina Marjun niðri í Stovu.
Andrass átti onga jørð og var tí
óynkstur sum versonur. Fyri at
forpurra hesum sendu foreldrini
Marjun við eini arbeiðsgentu norð
í Tjørnustovu. Hetta riggaði væl.
Tað rann saman millum hana og
elsta sonin Óla Jákup. Tey fluttu
til Skúvoyar og aftaná tey fóru fýra
systkin sama veg.
Andrass endaði so á Skælingi,
har hann giftist við eini einkju og
fekk tvíburar saman við henni. Onn
ur teirra æt Elin og giftist við Elias.
Her kann nevnast til stuttleika,
at Elias gjørdist verlangabbi til eina
prinsessu. Ein sonur hansara við
seinni giftu var Niels Juel. Hann
var við til at keypa Golden Harp til
Føroya fyrst í hini øldini. Hetta skip
hevur alt tað, fólk minnast, ligið
sum vrak út fyri Hvalvík. Abbasonur
Niels Juel, Thorben, giftist í 1963
við systkinabarn verandi kongin
í Thailandi. Tey fóru tó seinni frá
hvørjum øðrum.
Handil og skip
Tað var Óla Jákup á Bakkanum,
sum byrjaði fyrsta handil í Norðra
gøtu. Hann var pápabeiggi Hans
Petur bónda og doyði í 1889. Óla
Jákup fekk handilsbræv í 1881,
bygdi sær sethús og handil í
1881/82. Hann fór at handla fyri
Jørgen Bech & Sønner í Klaksvík.
Tað gekk tó illa við handlinum og
hann gavst longu í 1887. Vit koma
aftur til hann.
Jákup í Frammistovu handlaði aft
aná Óla Jákup. Tey búðu í handlin
um, har tað var íbúð við stovu, køki
og kamar. Hann doyði í 1903.
Síðan var tað abbi í Syðrugøtu,
Lutherus Christiansen, sum tók við
handlinum. Hann doyði tó ungur.
Tað hevur vist verið umleið í 1910,
at Tummas Jakku, pápabeiggi, fór
at handla og eisini at keypa fisk.
Fólk, sum eg fyrst minnist at hava
verið í handlinum vóru Jacobina g.
Heinesen og Hans Elias í Pállstovu.
Hann var kúlutur og ikki væl fyri til
Grannalagið hjá Tróndi í Gøtu
Vit halda fram at greiða frá grannalagnum hjá Tróndi í Gøtu. Fyrst heldur Tórir
Thomsen fram við at greiða frá lívinum í Blásastovu og fólkinum har. Síðan verður
greitt frá húsunum hjá Glyvra Hanusi, sum eisini umboðar gøtusøgu fyrst í
undanfarnu øld. Fyrst meira um Blásastovu
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Elias bóndi, føddur 1844
F.v. Tórir, Petur Jakku, pápin, og Jákup, beiggin
Tummas bóndi í Blásastovu