mikudagur 9. juli 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 130 - 9. juli 2008
Tíðargreinin
… Landssjúkrahúsið – Bábelstornið við Sandagerð
‘Skeri eg teg her
missi eg teg har’
Tað er skyldan hjá politikarara
num at greina, hvat heilsu
politikkurin eigur at snúgva
seg um. Skulu vit leggja dentin
á fyribyrgjandi tiltøk ella skulu
vit serliga leggja okkum eftir at
viðgera sjúkur? Hvat er best
fyri samfelagið sum heild?
Skulu vit vaksinerað fyri
krabbamein í lívmóðrini?
Skulu vit hava eina skilaliga
heilsurøktarskipan á
barnastovnum og í skúlum?
Hesar spurningar eiga
politikarnir at taka støðu til –
og seta fíggingina í mun til
politisku ambitiónirnar. Eitt er
í hvussu so er vist: verður
heilsupolitikkurin ikki
greinaður og avmarkaður,
kemur ikki annað burturúr enn
eitt ævigt klandur um, hvussu
nógv ið skal – ella kann –
verða brúkt til viðger. Skal
sparast, er bara ein gongd leið,
og tað er at skerja viðgerðirnar.
Verða viðgerðinar skerdar,
missa vit heilsustarvsfók – ella
tá kunna tey verða uppsøgd.
Og tað ger mun. Tá ið so
Landssjúkrahúsið er piðað inn
á bein, kunnu Føroyar rósa sær
av at hava heimsins
glæsiligasta lasarett standandi
úti við Sandagerð. Men her
hava politikararnir skapt sær
eitt ótýdligt limbo, tí eingin av
teimum vil vera við, at
Landssjúkrahúsið ikki skal
viðgera sjúk fólk. Teir vilja
hava bæði greivabitan og
konubitan. Teir vilja hava
meira viðgerð, samstundis sum
teir nokta at játta tað, sum tað
kostar. Fyri tað kundu teir eins
væl kravt at tyngdarlógin
verður avtikin. Men áðrenn teir
fara at gera tað, kundu teir
kanska hugt nærri at tí sjúkra
húsverkinum, vit hava. Er tað
lagað eftir føroyska samfelag
num? Kundi tað verðið rikið
skynsamari og bíligari?
Tær heilagu kýrnar
Tað slepst ikki undan, at skulu
hesir spurningar lýsast líkinda
liga, noyðast vit at stumpa
undir ta viðbreknastu, heilagu,
heilsupolitisku kúnna her á
landi:
Tað er eitt óskiljandi
paradoks, at vit framvegis hava
trý sjúkrahúsini, ið verða rikin
sum sjálvstøðugir stovnar við
somu grundleggjandi, fakligu
greinunum og harafturat hava
akuttfunktiónir. Politikararnir
vita vit vita øll vita at
sjúkrahúsverkið hevði gagnað
samfelagnum betur, um tað var
rikið við einum miðvísum
heilsupolitiskum endamáli. Tað
er ein sannroynd, at skulu
fakligu førleikarnir hjá
heilsustarvsfólki haldast við
líka, er neyðugt at hava rutinu í
fakligu mannagongdunum. Tað
fer at knípa við førleikunum,
um viðgerðir av øllum slag
verða spjaddar til heili trý
sjúkrahús við einum fólka
grundarlagi, ið er minni enn
50.000. Og tað kostar meira
enn tær 30 milliónirnar, sum
aktuella klandrið snýr seg um.
Serfrøðingarnevndin, ið skal
kanna viðurskiftini í sjúkra
húsverkinum, kemur í hvussu
so er fram til eina prinsipiella
niðurstøðu, niðurstøðu, og hon
verður, at vit eins og aðra
staðni í heiminum eiga at
skipa sjúkrahúsverkið eftir
fólkagrundarlagnum.
Eitt sjúkrahús og tvær
eftirviðgerðareindir
Bæði suðuroyingar og norðoy
ingar vita, at dygdin av sjúkra
viðgerð verður ikki betri, jú
fleiri sjúkrahús vit hava. Um so
var, skuldi sjúkrahús verið á
hvørjum tanga. So vítt eg havi
skilt, eru tað heldur ikki
suðuroyingar ella norðoyingar,
ið forða fyri, at teirra sjúkrahús
verða brúkt soleiðis, at alt
landið fær fleirfaldaða nyttu av
teimum sum eftirviðgerðar
eindir, og at Landssjúkrahúsið
tekur sær av kliniskari viðgerð
burturav. Ein slík skipan hevur
einki við leiðslu av sjúkrahús
verkinum at gera. Tað er
heilsupolitikkur. Politikara
læknin veit ivaleyst eisini, at
tað eru bæði góðir og vánaligir
trolaraskiparar. Men teir verða
ikki betri av, at reiðarin situr
við skrivaraborðið og gevur
skiparanum boð um, hvussu
hann skal sigla og fiska. Við
boðskapi sínum avdúkar
læknapolitikarin, at hann ikki
hevur meiri skil á heilsu
politikki enn kortteknarin
hevur á at føra skip. Tað hevði
sømt seg betur fyri tey
fólkavaldu í Løgtinginum at
víst politiskt dirvi – at komið
við einum heilsupoltikki, ið er
grundaður á tær samfelagsligu
treyturnar, vit hava, og á tað
heilsuliga tilfeingið, vit eiga.
Men stríðið um Lands
sjúkrahúsið, hetta herostratisk
ólekiliga, ‘babelsyndromið’, er
aftur í fullum blóma, og
politikararnir spjaða heldur enn
at samlað. Teir hjúklað um ein
sjúkan heilsupolitikk heldur
enn at royna at lekja hann og
fáa hann at trívast, og sjálvir
tykjast teir at trívast við, at so
er.
Summarfrítíðin er
uppløgd tíð, har vit
kunnu byrja av nýggjum,
steðga á og gera eina
eftirmeting av seinasta
ári
Fólkaræðisliga samfelagið
skal veita karmar, har
einstaklingurin kann gerast
virkin, hava ávirkan og
vera skapandi. At vera
virkin, skapandi og at vilja
hava ávirkan er í dag á
mangan hátt vorðið “flógv
ir flosklar”, sum bara
hoyra til. Okkurt skulu vit
siga, og helst skal tað ljóða
skilagott. Minni ger, um vit
føra tað út í lívið tað
kunnu onnur gera.
Idealistarnir
Um vit hugsa okkum,
hvussu heimurin hevði sæð
út um Florence Nightin
gale, Martin Luther King,
Hellen Keller, Móðir
Teresa, Gandhi, Dalai
Lama, Nelson Mandela
ella rørslur sum Frelsunar
herurin William Booth og
fyri alt tað Njál Djurhuus
ella Skótarnir Baden
Powell vóru forðað av
persónligum orsøkum ella
bara settu seg at lýsa
støðuna heima í stovuni,
søgdu alt, onnur átti at
gjørt ella bara bíðaðu eftir
øðrum. Nei, hesi valdu øll
á ein ella annan hátt at gera
mun. At vera virkin,
skapandi og hava ávirkan.
Samfelagið skal gera tað
liviligt og virðiligt fyri tey
sjúku, tey, ið bera brek, tey
gomlu og ikki minst fyri
børnini. Hini eg og tú
eru tey, sum skulu vera við
at skapa og menna virðiligt
lívið í okkara lítla sam
felag.
Vit hava øll meinig um,
hvussu samfelagið skal
síggja út, men samfelagið
er ikki betri enn vit sjálvi
gera tað. Tað eru jú vit,
sum eru samfelagið. Nógv
kundi verið broytt, og tað
kann altíð gerast betri. Tó
er ofta lættast at geva
øðrum skuldina: skipanini,
politikarum, lóggevandi
valdinum, skúlanum,
umstøðum o.s.fr. Men tað
eru vit, sum skulu hava
ávirkan og gera okkum
ómak.
Dagsins idealistar
Børn eru idealistar. Tey
liva her og nú, ikki fyri
vinning ella heiður. Tó
mugu vit minnast til, at
børnini skulu meir enn
bara liva. Heimliga
umhvørvið má skapa
neyðugu karmarnar fyri
børnini at virka og
mennast.
At vera virkin, skapandi
og at gera mun er treytað
av lívinum annars og er
rættiliga krevjandi. Fyrst
og fremst krevst eitt
sjálvsálit og síðani áræði
eginleikar, sum vit ikki
verða fødd við, men sum
verða skaptir í einum góð
um og gevandi umhvørvi.
Um børn okkara skulu
vita, hvat eitt gott og
gevandi lív er, mugu vit
vaksnu vera fyrimyndir og
skapa hesar neyðugu
karmar fyri børn og
ungdómar okkara. At fáa
eitt virkið uppvaksandi
ættarlið má vera eitt av
greiðu málum okkara.
Vælkendu flosklarnar
mugu vit blása nýtt lív í og
fáa at virka.
Grundleggjandi treytir
fyri menning er, at børn og
ung hava orku at savna
tankarnar. Sum lærari síggi
eg ovurstóran týdning í, at
foreldur ella vaksin tosa
við børnini, eru saman við
teimum, eru áhugað í tí,
tey gera, ráðføra teimum,
hjálpa teimum at raðfesta,
seta greið mørk, geva
teimum heilsugóðan mat,
syrgja fyri at tey fáa nóg
mikið av svøvni og fáa tey
at gera skúlating. Skuldi
verið óneyðugt at sett orð á
hetta, men hetta eru
sjónligir manglar í
samfelagnum.
Gera heldur enn at tosa
Um vit bara tosa og ikki
gera, hví skal uppvaksandi
ættarliðið vera øðrvísi. Vit
skulu vísa teimum, at tað
er neyðugt at vera virkin,
og at tað er møguligt at
ávirka í verki. Vit mugu
vera eitt slag av idealistum,
sum ikki arbeiða fyri
vinning ella æru, men
heldur síggja vinningin í
teimum, vit hava ábyrgd
av.
Av og á mugu vit líka
sum steðga á og spyrja,
hvussu gongur. Summar
frítíðin er uppløgd tíð at
byrja av nýggjum, steðga á
og gera eina eftirmeting av
seinasta ári. Hvat er
neyðugt, hvat er gott, hvat
hevur týdning, hvat eiga
vit gera meir við og hvat
átti at verið broytt.
Eg havi huga at spyrja,
um vit veruliga hava eitt
greitt mál, okkurt, vit
brenna fyri og neyðuga
viljan at gera okkara besta
ella er idealisturin bara
druknaður í marglæti, har
tað altíð eru onnur, sum
skulu gera og skapa,
meðan vit bara eru líka
sælir eygleiðarar.
Er idealisturin druknaður í marglæti
Tóra við
Keldu