Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 9. juli 2008 13 Navnið Bábel kemur av tí hebraiska sagnorðinum balal, ið merkir “at ørkymla ella at blanda saman”. Vit kenna øll søguna í 1. Mósebók um býin Bábel, ella Bábylon, har menn­ iskjað fór undir at reisa eitt torn, ið skuldi røkka heilt ‘upp í Himmiríki’. Men Várharra dámdi einki hesa framsøknu, verðsligu verkætlan og bar so í bandi, at fólk fóru at tosa ymisk tungumál, so tey ikki skiltu hvørtannað. Nú tornbyggjaranir ikki kundu tosa saman, kundu teir heldur ikki byggja nakað saman, og teir spjaddust í allar ættir. Ein siðregla, vit kunna læra av hesari mytuni, kundi verið, at skulu vit byggja nakað saman, er ein treytin, at vit kunna tosa saman. Eisini Føroyar hevur eitt ‘bábelstorn’ – kanska betur kent sum ‘Landssjúkrahúsið’. Ikki tí, har verður yvirhøvur tosað føroyskt, so fyri tað skuldi borið til at fullfíggja ‘Bábels­ tornið’ og bygt tað – um ikki upp í Himmiríki ­ so kortini so mikið høgt, at tað kom undan teirri politisku tokuni og tað pínliga møsnið, ið fyllir opnu eftir opnu í onkrum av fjøl­ miðlunum, og sum teir argastu ráksnúðingarnir í Løgtinginum misbrúka. Heilsupolitikkur og politiskir ráksnúðingar Tað er ein royndur sannleiki, at vit hava teir politikararnar, vit hava uppiborið. Tá ið SARS­ sóttin gekk, var eingin endi á yvirhuganum hjá vesturlendsku politikarunum at seta nærum alt í verk, so at sóttin ikki breiddi seg. Tað var ikki tí, at SARS var ein altoyðandi sjúka. Einki afturímóti tuberklum, HIV, malaria og øðrum herviligum sóttum, ið taka lívi av milli­ ónum av fólkum hvørt einasta ár, serliga í teimum tilafturs­ komnu londunum. Bara 8.200 tilburðir av SARS vórðu skrásettir frá november 2002 til juli 2003 í 29 londum. Onkur vil vera við, at grundin til yvirhugan hjá vesturlendsku politikarunum var, at SARS var ein “demokratisk sjúka” – hon kundi eins væl raka politik­ ararnar! Tað kunna tuberklar og HIV eisini, men ikki uttan at vit so at siga gera okkara til at blíva smittað. Nú er hetta valla orsøkin til, at politikararnir ikki duga at evna ein heilsupolitikk til, men dømið er kortini hug­ vekjandi. Politisku herrópini trutu ikki undan løgtings­ valinum. Niðurlagið var, at alt Føroya fólk hevði rætt til nærum alt slag av læknaligari viðger og heilsurøkt, um so øll fíggjarlógin og hjartablóðið við skuldi til at fremja hugflogini. Men sjálvandi var einki ítøkiligt sagt um, hvussu hetta heilsuliga fyllishornið skuldi fíggjast. Og væl tað sama. Um lyftini vórðu sett í verk, hevði hvør króna verið markað til heilsubót av øllum slag. Valstríðið og orrustan um Landssjúkrahúsið hevur víst, at eingin av teimum politikaru­ num, ið lovaðu mest, tykjast at hava ferilin av, hvat heilsupoli­ tikkur snýr seg um. Nú valstríðið er av, og løgtings­ sessirnir so trygt fløva dintlar­ nar, er lagamanni at venda ranguni út á politiska vendi­ sperðlinum. Teir somu politik­ ararnir, ið undan valinum lovaðu, at hvør hamaratá, hvør knykil, hvør æðraknútur og hvør hemorida skuldi verða skorin frá okkara plágaðu tjóð, noktaðu herfyri at veita 30 milliónir krónur í eykajáttan til at reka Landssjúkrahúsið fyri. Og rætt er tað – eykajáttanir eru eitt óskil. Men tað ørkymlandi er, at teir politikaranir, ið nú noktað eykajáttanina, eru teir somu, ið hava skapt tann heilsupolitiska hurlivasan, ið er atvoldin til, at upprunaliga fíggjarjáttanin ikki røkkur. Landsstýrið og Løgtingið royna at køva heilsupolitiskan eld. Og tað er væl dýrari at køva eld enn at byrgja fyri, at eldur kemur í. Vit brúka nærum hvørt oyra til at viðgera sjúkur fyri, men tað er ikki heilsupolitikkur – tað er viðgerðarpolitikkur. Heilsupolitikkur eigur at fevna um meiri enn so, og tað skal í øllum førum gagna øllum samfelagnum. Hoyrdi eg nú onkran politikara siga, at hann veit hvat samfelagsorienteraður heilsupolitikkur snýr seg um? Torir hann at tala, hann sum hevur ábyrgdina av vanvirðis­ ligu viðferðini av teimum sinnissjúku her á landi? Ella havi eg misskilt okkurt? Er tað soleiðis, at her á landi er ongin sjúkur í sinninum? Eg hoyri nógv um ‘sálarsjúk’ fólk, so tann parturin av heilsuskipanini er kanska í stóran mun eitt guddómligt greiðslumál? Heilsupolitikkur sum opportunistiskt jarnbrot Tað eru onnur dømi um at ‘heilsupolitikkurin’ verður misbrúktur til at fremja persónlig áhugamál. Til dømis hava vit hoyrt lúðurblásturin frá einum politikara, ið heldur, at heilsuverkið eigur at verða rikið sum ein trolari við einum skipara á brúnni. Sjálvur hevur hann tætt samband við tað óupplýsta himmalska eina­ veldið. Hetta einaveldið, hann sjálvur (altso politikarin) hevur greinað, heldur hann, skal verða gjøgnumtrumfað á Landssjúkrahúsinum. Umframt at vera politikari er maðurin lækni. Hann er uttan iva ein dugnaligur lækni, men tað tykist, sum hevur hann hvørki hóming av sjúkrahúsleiðslu ella innlit í demokratiskar grund­ reglur. Læknaútbúgvingin fevnir ikki um leiðsluførleika. Annars hevði okkara góði politikaralækni helst vitað, at einaveldið langt síðani er tikið av í flestu vestanlondum bæði í politikki, sjúkrahúsleiðslu og í vinnulívinum. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Landssjúkrahúsið – Bábels­ tornið við Sandagerð Næstu ferð: Agga Niclasen » At eftirlíka skrímslum er ongantíð svarið« Framhald á næstu síðu Tíðargreinin tíðargreinin William Smith