mikudagur 9. juli 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 130 - 9. juli 2008
Um 9-tíðina í
gjárkvøldið kunn-
gjørdi formaðurin í
valstýrinum í Leirvík,
Jacob Meinhard Sól-
bjørg úrslitið av fólka-
atkvøðuni: 60 prosent
ynskja ta niðaru
vegaføringina gjøgn-
um bygdina
Vegaføring
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Leirvík: Nú er eingin ivi
um, hvørja loysn fólkið í
bygdini ynskir sær: Ta nið
aru loysnina, við vegi gjøgn
um bygdina.
Hetta er í roynd og veru
sama uppskot sum lands
verk hevur gjørt og sum løg
tingið hevur samtykt.
Hetta sama ynsktu eisini
leirvíkingar í stórum tali:
644 høvdu valrætt, og av
tveimum 546 sum greiddu
atkvøðu, ynsktu 323 teirra
hesa loysnina.
Hinvegin ynsktu 218 leir
víkingar ta ovaru loysnini,
Uppi í Brekkum, soleiðis
sum uppskotið frá Selmari
Nielsen, arkitekti ljóðaði.
Í prosentum var talan um
59 prosent fyri niðaru loysn
ini og 40 fyri teirri ovaru,
meðan 5 atkvøður, svarandi
til 1 prosent, vóru blankar.
Hetta skuldi tí verið ein
hampiliga greið ábending
til bygdarráðið um, hvat
rættast nú er at gera.
Stórur áhugi
Leirvíkingar eru helst tey,
sum vita mest um tað at
fara á val hesi seinastu
árini, annaðhvørt tað so er
eitt politiskt val ella fólkaat
kvøðu.
Millum hesi valini var
ein fólkaatkvøða á heysti
2006, tá avgerð var tikin
um, at Leirvík og Gøta sku
lu leggja saman. Í fjør var
fólkatingsval, í januar í ár
løgtingsval og í gjár fólka
atkvøða.
Hóast hesi mongu valini
tey seinastu árini, er einki
sum bendir á, at fólk í Leir
vík hava mist hugin at fara
á val.
Formaðurin í valstýrinum
segði við Portalin í gjár
kvøldið, at áhugin fyri
atkvøðugreiðsluni og upp
teljingini var sera stórur.
Væl omanfyri 50 fólk vóru
í fimleikarhøllini í kvøld og
fylgdu við uppteljingini.
Íalt vóru 84,5 prosent av
fólkinum á vali. Hetta er
góð 8 prosent meiri enn við
fólkaatkvøðuna í 2006, tá
spurt varð um samanlegg
ingina við Gøtu kommunu.
Jú, valið hevði stóran
áhuga millum bygdarfólkið,
staðfesti Jacob Meinhard
Sólbjørg.
- Nú skal okkurt henda við vegaføringini gjøgnum Leirvík, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík. Vegurin kemur at ganga framvið hesum økinum
Mynd: Jens Kristian Vang
- Nú er eingin ivi
um hvørja loysn, ið
fólkið ynskir. Nú
fara vit í gongd,
sigur borgarstjórin
í Leirvík, Fríðgerð
Heinesen
Vegaføring
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Leirvík: Hóast borgarstjórin
sjálv var fyri teirri ovaru
loysnini, fer hon nú til ver
ka at fáa gongd á málið um
vegaføringina í Leirvík.
Hetta er sama uppskot
sum
løgtingið
hevur
samtykt at gera, og sum tey
hjá landsverki eisini hava
gjørt eina verkætlan um.
Sambært heimasíðuni hjá
landsverki er verkætlanin
nærum klár at bjóða út.
Mett verður, at arbeiðið fer
at taka eini tvey ár at gera
og er kostnaðurin mettur til
góðar 40 mió krónur.
Ætlan hennara er at kalla
bygdarráðið
saman
til
fundar ein av allarfyrstu
døgunum, møguliga longu
fríggjadagin í hesi vikuni.
Her fara vit so at
staðfesta úrslitið av fólkaat
kvøðuni í fyrsta lagi, og
síðani fáa eina byrjan upp á
arbeiðið,
sigur
Fríðgerð
Heinesen.
Á fíggjarlógini í ár er
játtað 1 mió krónur til hesa
vegagerðina,
men
sum
Fríðgerð Heinesen sigur tað
so satt: Vit fáa ongan veg
fyri hesa upphæddina. Her
má meiri til enn so!
Bygdarráðið hevur ymisk
ynski til, hvussu ein skipar
innkoyringina og økið við
bátahylin. Men hetta skal
so ikki forða landsverki í at
fara undir hesa nógv umtal
aðu verkætlanina.
Nú er nóg mikið tosað.
Nú er øll ógreiða um
vegaføringina burtur. Nú
sleppa leirvíkingar umsíðir
undan, at ferðslan til og frá
Norðoyatunlinum fer beint
gjøgnum heimbygd teirra.
Klárt at
fara undir
vegin
Fólkið ynskir niðaru loysnina
Tann niðara loysnin í Leirvík er samtykt av løgtinginum og er eftir verkætlan hjá landsverki