Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 • 09. juli 2008 MIÐvIkaN 29 Beint yvirav Blásastovu liggur Glyvra-Hanusar hús. Meðan Blásastova var stóra bóndahúsið var Glyvra-Hanusar hús eitt fiskimannaheim. Her hava fólk búð til seinast í 60- unum. Nú eru tey ogn hjá Gøtu Fornminnisfelag og verða nýtt sum fundar- og samkomuhús hjá felagnum Húsið rúmar eisini ein hóp av søgu. Fyrsti partur av søguni er í 1904, tá ið Gøtumenn keypa sítt fyrsta skip, Tulip. Men longu sama ár, tá ið skipið hevði verið í Hetlandi og avreitt, gingu teir burtur við seks monnum. Tveir av teimum komu úr Glyvr-Hanusarhúsi. Hetta vóru brøðurnir Hans Frederik og Peter Jacob Hansen. Teir vóru synir Hans Jacob Han- sen hjá Glyvra-Hanusi, sum 35 ára gamal umkomst við “Kirkju- bátinum” 23. mai 1879 á veg aftur av handilsferð í Klaksvík. Tá var Hans Frederik 5 ára gamal og Petur Jacob ½ ára gamal. Hans Frederik hevði konu úr Havn – Anna Maria, f. 19/12-1872 – vanliga nevnd Mia. Mia, ið var dóttir Valta-Jógvan í Havn, bleiv 99 ár. Mia giftist uppaftur í 1907 við hálvbeiggjanum Peter Petersen úr Syðrugøtu (f. 2. nov. 1871, d. 25. mai 1960), og tey fingu børnini Hans Peter f. 18. aug. 1908, sum búði í Norðragøtu, og Onnu Berlinu, f. 19. sept. 1910, sum búði í Noregi. Mia og Hans átti sonin Hans Jacob føddur 5. juli 1903. Hann var tískil ársgamal, tá ið hann misti páp- an. Hann varð í síni samtíð kendur sum Havstreym, sum hann tók sær sum eftirnavn í 1925-26. Hann er verdur at minnast, nú Gøtu søga verður skrivað. Henda frásøgn er grundað á tilfar og grein hjá Jóannes Dals- gaard, fyrrverandi løgtingsmanni, sum fyrr hevur verið í Sosialinum og FF-blaðnum. Vanligur og óvanligur drongur Í Glyvra-Hanusarhúsi gingu nógv fólk inn um vetrarkvøldini, og væl dámdi Hans Jacob at sita og lurta eftir øllum tí, sum har varð sagt frá. Hann hevur sum smádrongur verið sum dreingir flest. Tó vísti hann seg tíðliga at vera framúr næmur og sýndi eisini góðan huga at lesa. Hesin hugur hansara at lesa vaks við árunum og stóð við alla hansara tíð. Hann var eisini fittur í hondunum og bygdi saman við øðrum ung- lingum eina dampmaskinu til ein borðabát. Sum orkukeldu høvdu teir ein gamlan primus. Hans Jacob dugdi eisini væl at syngja og spældi mandolin, sum hann plagdi at hava við sær til skips. Eisini var hann í Grønlandi við donskum havrannsóknarskipum. Fekk áhuga fyri politikki Hans Jacob fór tíðliga at sýna áhuga fyri politikki. Helst er tað lærarin Símun Pauli úr Konoy, sum hevur vakt hansara áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Hvussu hann er komin í samband við sosialistiskan hugsanarhátt er ikki greitt, men í november 1928 fer hann niður á arbeiðaraháskúlan í Esbjerg. Tað var táverandi formaður Javnaðarfloksins, M.S. Viðstein, sum fekk hetta í lag, og Havstreym fekk stuðul frá danska javnaðarflokkinum til sín lestur. Esbjerg arbeiðaraháskúli var um hetta mundið ein politiskur og fakligur miðdepil. Her var Julius Bomholt, seinni kendur ráðharri, stjóri. Hann og Havstreym gjørdust góðir vinir og varðveittu sambandið lívið út. Á arbeiðaraháskúlanum fylgdi Havstreym skeiðum í samfelagsbú- skapi, sosialistiskum teorium, søgu, bókmentum og máli, kooperativu hugsjónini og øðrum. Hann hevur fingið væl burturúr og hevur eisini nýtt høvið til at lesa nógv, sum hann annars ongan møguleika hevði at lesa heima. Í mai 1929 vendi hann heimaftur og hevði nú nomið umfatandi almennan kunnleika eftir stuttari tíð, og samstundis fingið ein ómetaligan sterkan hug at læra seg meira. Sama summar fór hann aftur til skips. Hann hevði bøkur við, og heimafturkomin fór hann at halda “Sosialisten” og at lesa bøkur eftir heimsins mætastu høvundum. Í Danmark hevði hann eisini vunnið sær hollar vinir sum Bomholt, Hedtoft, Stauning, Alsing Andersen, Klüwer og Hans Nielsen, leiðarar í javnaðarflokkinum. Stauning hevði verið forsætisráðharri frá 1924-1926 og aftur frá 1929-1942, tá ið hann doyði. Fleiri av hinum gjørdust so eisini ráðharrar. Hesar menn stóð hann í sam- bandi við ta stuttu tíð, hann livdi eftir háskúlaskeiðið. Teir fylgdu honum og hansara politiska og fakliga virksemi við stórum áhuga. Hann sendi regluliga brøv við frá- sagnum um støðuna í Føroyum, sum donsku javnaðarmenninir í aftur- svari søgdu seg lesa við áhuga. Havstreym fer nú undir regluliga at skriva greinir í Føroya Social Demokrat, og hesar greinir lýsa hann eisini sum eina eldsál. Ein ring tíð Hetta var eitt tíðarskeiðið við ógvuliga stórum búskaparligum og sosialum trupulleikum. Arbeiðsloysið á landi lá sum ein marra yvir samfelagnum, og real- inntøkur fiskimanna vóru støðugt fallandi. Oman á hesi truplu inntøku- viðurskifti komu óvanliga nógvar vanlukkur á sjónum. Bert í tíðini 1926-38 fóru 183 menn á havinum. Havstreym nýtti hetta at reisa tann sera viðkom- andi spurningin um trygdina hjá fiskimonnum. Politiska lívið var framvegis eyðkent av togan um sjálvstýri ella samband, og samfelagsvaldið tóktist blint og dult mótvegis teim ovurstóru sosialu og búskaparligu spurningunum. Í hesari samfelagsstøðu vóru nógvar røddir, sum kravdu almenn tiltøk og politiskar broyt- ingar. Millum hesar røddir vóru nakrar, sum skaraðu framúr sum serstakliga harðar, greiðar, kom- promisleysar og eggjandi: M.S. Viðstein, J.H. Danbjørg, P.M. Dam og so Hans Jacob Havstreym – allir úr tí nýstovnaða javnaðarflokkinum. Politiskur rithøvundur Havstreym fór av álvara undir at skriva um samfelagsviðurskifti í 1929. Hann skrivar um nógv ymisk mál, men størsta áhuga hansara hava livikorini hjá ar- beiðarafjøldini. Hann uppfataði arbeiðarar og fiskimenn sum eina og somu stætt. Ferð eftir ferð vísir hann á, hvussu illa tað stendur til hjá tí arbeiðandi fólkinum í Føroyum. Hann útgreinar grundirnar til tey vánaligu livikorini, og hann vísir á ítøkiligar leiðir burtur úr tí vána støðu, sum henda stætt var stødd í um hetta mundið. Á arbeiðaraháskúlanum í Es- bjerg hevði hann sett seg væl inn í kooperativt fyritaksemi. Hann er ógvuliga hugtikin av hesum slagi av fíggjarlum demokratii og mælir ferð eftir ferð til at stovna samvirki ella samtøkur, ið skulu taka sær av fiskasølumálum og yvirtaka alla heil- og smásølu. Hann undirbyggir hetta bæði við reint búskaparligum, søguligum og meira kenslubornum grundgevingum. Havstreym viðgongur, at so leingi føroyingar stríðast fyri sjálvræði, fara nógvir fiskimenn og arbeiðarar at seta sjálvstýrisstríðið fram um stættastríðið. Sjálvur heldur Havstreym, at føroyingar óivað kunnu vinna nógv gott við meira sjálvstýri, men Glyvra-Hanusar hús Hans Jacob Havstreym (1903-1932) Glyvrahanusar-Hús. Fremst síggjast Hans Petur og Berlina. Aftanfyri tey Mia og Hans Jacob. Aftast er Súsanna f. 1842, ið var dóttir Glyvra-Hanus. Aftanfyri eru húsini á Kletti og høgrumegin síggjast húsini hjá Sámali