Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 30 nr. 130 • 09. juli 2008 sam­stundis undirstrikar hann, at hvørki sam­bandsflokkurin ella sjálvstýrisflokkurin kunnu hjálpa fjøldini “út undan tí trælaoki, hon nú livir undir”. Tað, sum­ um­ræður, er at gerast búskaparliga frælsur. Tann tunga byrðan, vit kenna, er at vera bundin til kapitalvaldið. Um­ hetta er danskt ella føroyskt er honum­ eitt feitt, og tí m­ælir hann fiskim­onnum­ til at fylgja javnaðarflokkinum­. So er eingin “vandi” við fullfíggjaðum­ sjálvstýri, tí endam­ál javnaðarfloksins er “ein sam­felagsskipan, har øll útbýting av arbeiðaranum­ er burturtikin, við at fiskim­enn sjálvir taka alla fram­­ leiðslu og alla sølu í egnar hendur”. Havstreym­ hevði gott skil á búskapi. Hann er helst ein tann fyrsti her heim­a, sum­ roynir at greiða føroyingum­ frá teim­ djúpari liggjandi orsøkunum­ til ta heim­sum­fatandi búskaparkreppuna, sum­ eisini rakti Føroyar. Hann útgreinar eisini kreppuna her heim­a og vísir á, at orsøkirnar lutvíst kom­a uttaneftir og lutvíst stava frá innlendis viðurskiftum­ – fyrst og frem­st teim­um­ illa skipaðu føroysku fiskasøluviðurskiftunum­. Føroyskir útflytarar selja til fiskakeyparar, sum­ teir eru heftir at, og sum­ bert ynskja at halda lágar prísir fyri at økja um­ vinningin. Tað, sum­ kundi bøtt um­ hetta óskil, var ein betur skipað fiskasøla, sum­ var skipað á kooperativum­ grundarlagi, ið kundi geva fólkinum­ ágóðan av teirra arbeiði. Millum­ tær m­ongu gávur, hann hevði, vóru eisini skaldagávur. Hann nýtti stuttsøgur sum­ politiskt vápn. Men hann yrkti eisini sangir, ið spjaddust m­illum­ m­anna í avritum­. Hesir sangir vóru nógv sungnir um­ borð á sluppum­ í tríatiárunum­. Teir vóru eisini prentaðir í Sosalinum­. Fakligi stríðsmaðurin Havstreym­ legði stóran dent á, at fakligt og politiskt stríð vóru tvær síður av som­u søk. Hann førdi nýggj sjónarm­ið inn í tað fak­ politiska stríðið hjá fiskim­onnum­ soleiðis, at hann vildi seta onnur krøv enn bert tey peningaligu. Hann kravdi eisini alm­enna við­ urkenning av fiskim­anninum­. Vildi hava hesa stætt viðurkenda sum­ ein av sam­felagsins grundstuðlum­, og vísti á, at ein kundi ikki tala um­ forsturlandskærleika og sam­stundis undirm­eta ta stætt, sum­ helt sam­felagnum­ uppi. Havstreym­ royndi eisini upp undir sáttm­álasam­ráðingar at nýta tey m­est nútím­ans argum­ent, sum­ tá vóru uppi í tíðini hjá fram­takssinnaðum­ búskaparfrøð­ ingum­: Tað ráddi um­ at økja um­ keypiorkuna til tess at fáa gongd á sam­felagsbúskapin og stuðlaði út frá hesum­ kravið um­ at parturin hjá fiskim­onnum­ varð 36% av fongin­ um­ í staðin tey galdandi fyri 33½%. Maðurin Havstreym Tey sum­ kendu Havstreym­ greiddu so livandi frá honum­, at tú gerast vísur í, at hann hevur skarað fram­úr á m­angan hátt. Men hann hevur sam­stundis verið bygdarm­aðurin, sum­ tók lut í øllum­ vanligum­ bygdalívi. Hann var burtur um­ sum­m­arið, velti og var í bønum­ vetrardagar – og um­ kvøldarnar gekk hann sam­an við øðrum­ ungdóm­i inn í tey føstu húsini, har ung og gom­ul sam­laðust til gam­ans og álvara. Hesar løtur nýtti hann til at tala sína søk, og kundi tað ganga nokk so heitt til viðhvørt. Illstøða var tó ongantíð, tí hann var stak viðeiriligur m­aður, sum­ dugdi væl at fara við fólki. Tað hendi ikki so sjáldan, at hann fekk teir gom­lu í sín part, hóast politisku sjónarm­ið hansara m­ett við teirra eygum­ m­ugu hava verið rættiliga víðgongd. Hetta stóðst helst av, at hann var tað vit vanliga kalla “eitt gott fólk”, ein m­aður, sum­ hugtók øll tey, sum­ kom­u í sam­band við hann. Har­ afturat var hann lættur og kátur av lyndi og hevði tí lætt við at kom­a í sam­band við onnur. Illveðursdagar sat hann uppi á loftinum­ og las og skrivaði. Greinir hansara prógva, at hann hevur havt góðan kunnleika til heim­sins m­ætastu rithøvundar. Sam­anum­tikið var Havstreym­ ein m­aður, sum­ á so m­angan hátt skaraði fram­úr. Hann dugdi avbera væl at skriva og visti altíð, hvat hann skrivaði um­. Stílur hansara var flótandi, greiður og eggjandi, antin hann skrivar á donskum­ ella føroyskum­. Hann var við til at lyfta Sosialin upp á hædd við tey bestu javnaðarbløðini í Norðurlondum­ árini 1928­32. Hann skilti eisini, at ein fortreytin fyri fram­burði var, at fakligu leiðarar vórðu skúlaðir fakliga og teoretiskt, og royndi hann tí at eggja ungum­ føroyingum­ at fara á arbeiðaraháskúlar. Hesum­ vildu danskir javnaðarm­enn eisini stuðla. Á øðrum­ økjum­ skilti hann seg eisini burturúr fjøldini. Hann var nevniliga eisini adventistur. Í hvussu er var hann hugtikin av teirra læru. Her kann hann hava verið ávirkaður av danskari gentu, hann hevði sam­band við, Frida Kock. Tað var ógreitt, hvussu nógv var m­illum­ teirra, m­en hon skrivaði so til Miu, eftir at hann var deyður. Sigur og ósigur Til form­ansvalið í Føroya Fiski­ m­annafelag á heysti 1931 stillaði Havstreym­ upp m­óti sitandi form­anninum­ Gunnar Winther. Havstreyn fekk 715 atkvøður og var hetta m­eira 2/3 av greiddum­ atkvøðum­. Hetta var ein stórur sigur. Men til løgtingsvalið í januar 1932 gekk ikki so væl. Javnaðar­ flokkurin roknaði við 4­5 m­onnum­, m­en teir fingu bert teir som­u tveir, sum­ vóru valdur í 1928. Í seinasta brævinum­ Havstreym­ skrivar til danskar floksfelagar dylir hann ikki fyri vónbrotinum­. Men parturin hjá Havstreym­ í Gøtu lá ikki eftir. Har fór atkvøðutalið úr 6 uppí 38. Betri gekk í 1936. Tá fekk javnaðarflokkurin seks um­boð á ting. Eitt teirra var úr Eysturoynni. Hetta hevði uttan iva blivið Havstreym­. Tað vóru stórar vónir settar til Hans Jacob Havstreym­. Men hetta glasiliga útlitið brast, tá ið Im­m­anuel ikki kom­ heim­ aftur í 1932, og 19 m­ans fingu eina váta grøv. Millum­ hesar var Hans Jacob Havstreym­, sum­ bert gjørdist 28 ára gam­al. Sjálvur kendi eg væl Miu, m­am­m­una. Vit búðu í sam­a grannalagi. Hon greiddi eina ferð frá, at hon bønaði Hans Jacob um­ ikki at fara til skips, nú hann hevði fingið hendan álitissessin. Men hann m­átti fara. Form­ansstarvið var tá heldur ikki fulltíðarstarv. Í dag eru tey sera fá, sum­ m­inn­ ast Havstreym­. Í gom­lum­ døgum­ hekk m­ynd av honum­ í Gøtu Skúla. Hetta gjørdi so tað, at næm­ingarnir eisini fingu kunnleika um­ m­annin. Tað finst rættuliga fitt av tilfari um­ Havstreym­. Millum­ annað brævaskifti hann hevði við odda­ m­enn í danska javnaðarflokkin. Kanska kundi Gøtu Form­innisfelag savna hetta tilfar í hansara barnaheim­i. Hetta kundi givið upp­ vaksandi ættaliðinum­ m­øguleika at kunna seg um­ henda m­egnarm­ann úr túninum­ í Norðragøtu, sum­ hevði kunnað m­ent okkara sam­felag, um­ ikki tað gekk sum­ tað gekk. Komandi partur Í kom­andi parti verður fram­­ haldandi greitt frá granna­ lagnum­ hjá Tróndi í Gøtu sam­an við søgubrotum­ úr Gøtu Hans Jacob hevði avbera vakra hondskrift Mia, mamma Havstreym, gjørdist nærum 100 ára gomul. Hon kom úr Havn og sjokeraðu Gøtufólk, tí hon var í hatti. Ikki minni skakað vóru tey, tá hon bæði fekk sær gardinur og urtapottar í vindeyguni Her sæst Hans Jacob Havstreym saman við vinmanninum Sámal Petur í Køkinum