mikudagur 9. juli 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 9. juli 2008
31
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Vónandi verður ein hvala-barr opin, so vit kunnu fáa eina
øl og ein lundaburgara
Manchester City-fjeppari
Manchester City
fjepparar óttast
undan fráferðini til
Føroya í komandi
viku. Tað er ikki
EB/Streymur, sum
er ræðandi, men
heldur flogvøllurin í
Vágunum og mangl
andi frítíðarmøgu
leikar. Fleiri ætla sær
eisini á festival í Gøtu
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
- Eg veit ikki reiðuliga,
hvussu tað er við Charters,
men flogskiparnir skulu
hava serstaka venjing, um
teir skulu lenda á Vágar
Flogvølli. So møguleikarnir
eru neyvan fleiri.
Á kjaksíðuni hjá Man-
chester City verður dúgliga
gitt og hugleitt um Føroyar
og komandi altjóða uppgáv-
una hjá felagnum: EB/
Streym úr Sundalagnum.
Prátið snýr seg serliga
um møguleikarnir at sleppa
á Tórsvøll tann 17. juni.
Fleiri hava ætlanir um at
koma til Føroya, men kjak-
ararnir eru varhugaðir um
vandan við flogvøllinum í
Vágum. Myndir av vøllin-
um eru á kjaksíðuni, og
meðan summir bara rista
við høvdinum, ætla aðrir
seg til Føroya av eini orsøk:
Alskurin til Manchester
City Football Club.
- Eg havi sett mær fyri at
síggja allar dystirnar í hes-
um kappingarárinum, og eg
verði tískil noyddur at fara,
heldur ein fyri.
Manglandi
møguleikar
Eitt av kjakevnunum er,
hvat fjeppararnir skulu nýta
frítíðina í Føroyum til. Nakr-
ir siga seg vita um eitt til-
tak, har elektroniskur tón-
leikur verður spældur í full-
drøn í tveir dagar. Og sum
skilst er ætlanin at verða í
Gøtu alt vikuskiftið.
Tað tykist tó sum, at ein
stórur bólkur kannar møgu-
leikarnir at koma til landið
um morgunin, og síðan
sleppa heim aftur eftir dystin.
Teir ætla sær ikki at steðga
ov leingi á í Føroyum, tí –
sum teir siga – so óttast
fjeppararnir, at teir fara at
ganga fyri einki í høv-
uðsstaðnum í ein heilan dag.
- Vónandi verður ein
hvala-barr opin, so vit
kunnu fáa eina øl og ein
lundaburgara. Eg havi ikki
peiling av, hvat eg skal gera,
áðrenn
kick-off
verður,
sigur ein ilskandi íbúgvi í
Manchester.
- Tað sær út sum ein fan-
ans óslætt oyggj við bara
fjøllum og dalum, og einum
svakum og skallutum manni
sitandi ímóti einum veggi
við eini banjo í hondini, er
beiska aftursvarið hjá ein-
um kjakara.
Hvussu verður og ikki, so
kunnu vit í øllum vænta at
síggja fleiri ljósabláar, larm-
andi og fullar onglendingar
í havnargøtum í komandi
viku. Teir ætla sær at veita
allan stuðul til sítt elskaða
felag, sum fyri fyrstu ferð
hevur Mark Hughes við
stýrisvølin.
Hvørki NSÍ ella HB
hava gjørt sær dælt
av aldudalinum
hjá oddaliðnum úr
Sundalagnum. Nú
hittast liðini við
Løkin í morgin
UPPTAKT
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
NSÍ og HB renna í løtuni
aftaná oddaliðnum, EB/
Streymi, sum ikki hevur
fingið stig í seinastu tveim-
um landskappingardystun-
um. Fjarstøðan til nærmastu
kappingarneytarnir er tó
ikki økt, og í seinasta dyst-
inum undan summarsteðg-
inum kann annað av lið-
unum vinna týðandi stig í
stríðnum um gullið.
Tvey mál fleiri
Undan seinasta vikuskifti
hevði NSÍ ikki tapt í seks
landskappingardystum.
Góða úrtøkan seinastu vikur-
nar fekk runavíkingar aftur í
stríðið um heiðursmerkini.
Johan Nielsen, venjari,
staðfestir, at ósigurin fyri
Víkingi við Løkin fríggja-
kvøldið ikki hevur fingið
keðiliga ávirkan á hópin.
Fyrireikingarnar vóru alt
fyri eitt vendar ímóti kom-
andi uppgávuni: HB á
heimavølli.
- Tað er eingin einstakur
leikari, sum vit serliga skulu
ansa eftir. Sum ein heild eru
HB sera sterkir, og á øllum
plássum noyðast vit at vera
til reiðar. Grundarlagið fyri
einum sigri er at skjóta fleiri
mál enn mótstøðuliðið, og
tað ætla vit sjálvsagt eisini,
sigur Johan Nielsen, sum
ikki vil avdúka nakað um
uppleggið.
Í farnu viku skiftu bæði
Jónas Þór Næs og Karoly
Potemkin til NSÍ. Hvørja
ávirkan
kunnu
teir
fáa
framyvir?
- Teir fara í øllum førum
at spæla. So fáa vit at síggja,
staðfestir hann.
Johan Nielsen hevur allar
sínar mans tøkar, uttan Aco
Pandurovic, sum sá bein-
leiðis reytt í dystinum móti
Víkingi.
Hugsa ikki um
avleiðingar
Eftir
fleiri
vikur,
har
úrslitini ikki vóru nøktandi,
kom HB aftur á beint um
vikuskiftið við knúsandi
stórsigri á B68 í Gundadali.
Jákup á Borg staðfestir, at
fyrireikingarnar av tí sama
hava verið betri.
Men kann ein ósigur í
Runavík ikki fáa ógvusligan
baksláttur?
- Tað hugsa vit als ikki
um. Vit ætla okkum trý stig,
ella í ringasta føri ein javn-
leik. Styrkin hjá okkum er í
framrættaða spælinum, og
hóast tað ikki altíð riggar
serliga væl, so verður tað
ein týðandi partur av upp-
legginum, sigur landsliðs-
leikarin.
Jákup á Borg noyddist
sjálvur av vøllinum móti
B68 við skaða í lærkrikan-
um, men væntandi verður
hann við í morgin. Rasmus
Nolsøe verður ikki við,
orsaka av skaða. Dysturin
verður við Løkin í Runavík
kl. 19.00.
NSÍ – HB:
Bæði renna aftaná
City-fjepparar óttast Føroyar
Hesir verða sambært einum kjakara í
byrjunaruppstillingini hjá EB/Streymi:
1. Dave the butcher: Get all your local meat here.
2. Sid the scaffolder: For all your scaffolding
needs.
3. Terry the taxi driver: Airport transfers a
speciality.
4. Barry the bricklayer: Extensions and conserva-
torys at low low prices.
5. Pete the plumber: 24 hour service.
6. Danny the digger driver: Footings dug, self hire
available.
7. Ray the roofer: Insurance work undertaken.
8. Eddie the electrician: Total re-wires to changing
a light bulb.
9. Colin the copper: Local law enforcement.
10. Fred the fireman: Local firefighter.
11. Gordon the gay: The only gay in the village.
City-viðhaldsfólkini óttast
flogvøllin í Vágum, har tað
sambært teimum, einans
serútbúnir flogskiparar kunnu
seta flogførini
Savnsmynd