Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 130 - 9. juli 2008 ] Henrik droymir um superliguna Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, sum fyri stuttum segði farvæl við Køge, sigur seg vera opnan fyri øllum tilboðum, men hann nevnir ikki møguleikan at venja í Føroyum. – Tú gerst ikki altíð sjálvur av, hvar tú hevur møguleika at verða venjari. Men tað skal eingin ivi vera um, at eg ógvuliga fegin vil vera venjari í einum felag, sum spælir í superliguni. Eg havi ambitiónir, og eg eri opin fyri øllum tilboðum, sum eg møguliga fái, sigur Henrik Larsen, sum í løtuni verður settur í sam­ band við AC Horsens. Umframt at venja føroyska landsliðið hevur Henrik Larsen verið venjari í Ølstykke og í Køge. Sylla givin á Malta Amed Davy Sylla, sum áður hevur spælt við bæði ÍF og B36, heldur ikki fram í maltesiska felagnum Birkirkara. Hetta staðfestir umboðsmaður hansara, Jákup í Stórustovu. – Tað er satt, at Sylla er givin á Malta. Hann hevur fingið tilboð frá ymiskum feløgum, og endalig avtala kemur upp á pláss skjótt. Eg fái ikki sagt meira, staðfestir umboðsmaðurin. Fílabeinsstrandingurin hevur seinasta hálva árið verið ein av lyklaleikarunum hjá Birkirkara, men skiftir nú til annað felag. fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Svenskarar hava við einum stórum nostalgiskum smíli minst aftur á dagarnar á sumri fyri hálvari øld síð­ ani, tá teir vóru vertir fyri HM­endaspælinum í 1958. Í eygunum hjá mongum var HM­endaspælið í 1958 tað síðsta idyliska og fólksliga HM­endaspælið, áðrenn kommersialiseringin veru­ liga gjørdi innrás í heimsfót­ bóltin. HM­dystir vórðu spældir í lutfalsliga smáum býum sum Uddevalle í Vestur­ svøríki, og í Sandviken í Eystursvøríki. Smádreingir sótu uppi í trøum og eyg­ leiddu Garrincha, og hinar brassarnar, tá teir vístu síni kynstur fram undir venjing. Nógv áttu ikki sjónvarp tá, og fólk stúgvaðust framm­ anfyri handilsrútarnar hjá teimum, sum sýndu sjón­ vørp fram, fyri at síggja dystirnar. Gekk framúr væl Tað gekk framúr væl hjá Svøríki, bæði við at skipa fyri HM­endaspælinum og á leikvøllinum, svenska fót­ bóltslandsliðið vann silvur. Svenska fótbóltssam­ bandið hevði sett tann tá 50 ára gamla onglendingin, George Raynor í starv, fyri at kunna røkka einum góð­ um úrsliti á heimavølli. Raynor var kendur sum ein sera dugnaligur venjari tá, og hevði hann ført Svøríki til OL­gull í 1948. Í dystun­ um undan HM­endaspælin­ um í 1958 gekk ikki heilt eftir vild. Raynor eksperi­ menteraði nógv við liðnum, broytti taktikk frá dysti til dyst, og var svenski fótbólts­ almenningurin óttafullur um, hvussu tað mundi fara at ganga hjá teimum gulu og bláu. Svenskarar vunnu fyrsta dystin í bólkaspælinum 3­0 á Mexico. Agne Simonson skeyt tvey mál, og Nils Liedholm, sum seinni eisini gjørdist ein venjaralegenda, skoraði uppá brotsspark. Næsta dystin í bólka­ spælinum vunnu sviar 2­1 á Ungarn, sum hevði havt heimsins besta fótbóltslið síðst í 1940­unum, og fyrst í 1950­unum. Kurt Hamrin skoraði bæði tey svensku málini, Tichy skoraði fyri Ungarn. Sviar skuldu bara hava javnt ímóti Wales í síðsta dystinum í bólkaspælinum, og dysturin endaði 0­0. Walisarar fylgdu svium til fjórðingsfinaluna, og er hetta einasta ferðin, at Wal­ es hevur tikið lut í einum endaspæli. Í fjórðingsfinaluni vunnu sviar 2­0 á Sovjetsamveldin­ um. Kurt Hamrin og Agne Simonson skoraðu svensku málini. Svenska tjóðin var nú á gosi, næsti dysturin var ímóti vesturtýsku heims­ meistarunum, og skuldi slagið standa á Ullevi Leik­ vøllinum í Göteborg. Schäf­ er legði Vesturtýskland á odda eftir 24 minuttirs spæl, men longu átta min­ uttir seinni hevði Lennart “Nacka” Skoglund javnað fyri Svøríki. Heilt ímóti dystarenda skoraðu Gunnar Gren og Kurt Hamrin fyri Svøríki. Alt Ullevi var á gosi, Svøríki var í sínari fyrstu HM­finalu nakrantíð, og týsku heimsmeistarnir máttu geva trónuna frá sær. Komu í finaluna Í finaluni møtti Svøríki Brasil, sum hevði spæl fram­ úr væl í kappingini. Í hálv­ finaluni vunnu brasiliumenn 5­2 á Fraklandi. Finalan á Råsunda Leikvøllinum í Stockholm byrjaði væl fyri heimaliðið. Tá fýra minuttir vóru spældir, hevði Nils Liedholm lagt Svøríki á odda, og heimafjøldin byrj­ aði at fáa stórar vónir. Svøríki var heimsmeistari í fimm minuttir. Í níggjunda minutti javnaði Vavá fyri 50 ár síðani HM var í HM-endaspælið, sum fór fram í Svøríki fyri 50 árum síðani, verður av mongum skýrt at verða hitt síðsta idyliska, fólksliga heimsmeistaraskapið í fótbólti, áðrenn kommersialiseringin fekk ov stórt vald í fótbólti