Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-09, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 130 - 9. juli 2008 ] Verjuleikari til Amager Anders Qvist, sum í FC Nordsjælland varð mettur at eiga bjarta fótbóltsframtíð, gjørdi í gjár avtalu við Toda Jónsson og FC Amager. – FC Amager er farin undir eina spennandi verkætlan, sum eg fegin vil luttaka og hava ein týðandi leiklut í. Tí eri eg glaður fyri hesa loysnina, hóast tað er við sorgblídni, at eg sigi FC Nordsjælland farvæl. Verjuleikarin hevði í farna kappingarári leiguavtalu við felagið, sum tá bar navnið Fremad Amager, men nú er hann fast bundin at felagnum. Anders Qvist hevur leikt átta SAS-liga dystir, og hevur áður eisini umboðað B93. City-eigari í mutur gølu Thaksin Shinawatra er fyrrverandi fíggjarmálaráðharri í Teilandi, og eigur nú enska felagið Manchester City, sum í komandi viku kemur til Føroya at spæla UEFA-Cup móti EB/Streymi. Í gjár byrjaði eitt sakarmál móti honum, har hann er ákærdur fyri at misnýtt politisku ávirkan, við at stuðla konuni í at keypa ognir frá meginbankanum fyri lítið og lætt. Verða hjúnini funnin sek, kunnu tey fáa upp til 13 ára fongsulsrevsing. Tað er hægstirættur í Teilandi, ið viðgerð sakarmálið, og tað merkir, at Shinawatra-hjúnini ikki hava møguleika at kæra dómin. Svøríki Brasil, og 23 minuttir seinni legði hann Brasil á odda 2- 1. Í seinna hálvleiki vístu brasiliumenn, og serliga tann bert 17 ára gamli Pelé, so vakurt fótbóltsspæl, at áskoðarnir á Råsunda máttu bara boyggja seg. Pelé økti til 3-1 í 55. minutti, og tá 68 minuttir vóru farnir skor- aði Zagallo til 4-1. Sami Zagallo gjørdist heimsmeist- ari, sum venjari í 1970. Agne Simonsen minkaði um munin til 4-2, tá 80 minuttir vóru leiktir, men tá dysturin var um at verða liðugur gjørdi Pelé eitt hitt vakrasta málið í heimssøg- uni, tá hann hegnisliga lyfti bóltin upp um tveir verju- spælarar, og bankaði bóltin í netið til 5-2. Brasiliumenn gingu sig- ursferð kring Råsunda við svenska flagginum, og vóru teir stórliga fagnaðir av heimaáskoðarunum. Gar- rincha hevði eisini spælt framúr væl í finaluni, og skrivaði Expressen aftaná dystin: – Um Garrincha so hevði verið inni í einari telefon- boks, so hevði hann kortini megnað at fintað alla tað svensku verjuna. Ógvuliga stuttliga sagt, men samstundis ein stór viðurkenning til mótstøðu- liðið. Málríkt HM-endaspælið í 1958 var sera málríkt. Í teimum 35 dystunum vóru 126 mál skotin, sum gav eitt miðal uppá 3,6 mál fyri hvønn dyst. Franski framherjin Just Fontaine setti eitt met, sum neyvar nakar nakrantíð fer at megna at taka. Fontaine skoraði heili 13 mál í enda- spælinum. Fýra av hesum málunum fullu tá Frakland vann 6-3 á Vesturtýsklandi í bronsudystinum. Dystirnir vórðu spældir kring alt Svøríki. Fyrireikar- nir vildu hava, at fólkið skuldi fáa lut í endaspælin- um. Dystir vóru leiktir í Västerås, Uddevalla, Stock- holm, Sandviken, Örebro, Norrköping, Malmö, Hels- ingborg, Halmstad, Göte- borg og í Eskilstuna. Tá í tíðini ferðaðust ikki so nógv fólk til HM sum í dag, men svenski almenn- ingurin tók væl undir við H M - e n d a s p æ l i n u m . 919.580 áskoðarar sóu dyst- irnar, og gav tað eitt miðal uppá 26.274 áskoðarar. Eitt annað serligt við HM í 1958 var, at øll tey bretsku londini Ongland, Wales, Skotland og Norður-Írland høvdu spælt seg til enda- spælið. Tað er fyrstu og einastu ferð, tað er hent. Heldur óvæntað gjørdust tað Wales og Norður-Írland, sum leiktu seg víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan Ongland og Skotland máttu pakka niður, aftaná innleið- andi bólkaspælið. Wales tapti heiðurliga 0-1 ímóti Brasil, meðan norðurírar fingu ein sekk uppá 4-0 frá Fraklandi. HM í 1958 gjørdist eisini fyrsta HM-endaspælið, sum hevði eitt líkinda tal av sjón- varpshyggjarum. Bæði í Svøríki og í øðrum londum vóru tað fleiri, sum keyptu sær eitt sjónvarp á fyrsta sinni. Til stuttleikar kann nevnast, at millum áskoðar- nar til HM-endaspælið í 1958 var tann tá bert 16 ára gamli Egil “Drillo” Olsen, sum var farin yvir um mark- ið frá Noregi til Svøríkis, tí hann dyrkaði brasilska spæliháttin. Synd at siga, at Egil “Drillo” Olsen hevur dyrkað henda stílin sum fót- bóltsvenjari. Harðskapurin tekur til Sammi idylur var ikki yvir HM-endaspælinum, sum var í Chile fýra ár seinni. Dysturin millum Chile og Italia var so harðligur, at hann er farin í søguna, sum “Slagið í Santiago”. Pelé var eisini illa viðfarin í bæði 1962 og í 1966, uttan at nakað munagott var gjørt fyri at verja hann. HM var vorðið nógv tað størsta tiltakið fyrireikað av monn- um, men í takt við vaksandi áhugan, so vaks kynisman og kommersialiseringin eis- ini. Kortini vaknaði FIFA í 1980-unum, og byrjaði at hugsa um at verja teir bestu spælarnar. Tann parturin er batnaður síðstu endaspølini, men idylurin, sum var í Svø- ríki, í HM-endaspælinum í 1958 kemur so ongantíð aftur. 17 ára gamli brasiliumaðurin Pelé roynir seg við skotið, sum russiski málverjin Lev Yashin vardi fyri. Dysturin varð spældur í Gøteborg tann 15. juni í 1958 Mynd: Polfoto