mikudagur 9. juli 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 130 - 9. juli 2008 ]
Gleipnir í fyrstu útgávu
Gleipnir er navnið á einum nýggjum kunningarskrivi til
limafeløgini hjá Fótbóltssambandinum, sum
starvsnevndin ætlar sær at senda út regluliga. Gleipnir er,
sambært nørrunu gudalæruni, navnið á ketuni, ið bant og
helt Fenrisúlvinum, sum áður hevði slitið tvær ketur. Tað,
sum eyðkendi Gleipnir, var, at hóast ketan var tunn og
mjúk sum silki, var hon sterkari enn nøkur jarnketa.
stendur millum annað at lesa í fyrstu útgávuni.
Ronaldinho fer ikki til OL
28 ára gamli Ronaldinho var upprunaliga millum nøvnini,
sum skuldu umboða Brasil í OL, sum byrjar í næstum.
Hetta verður tó av ongum. FC Barcelona, har Ronaldinho
framvegis er sáttmálabundin, loyvir ikki framrættaða
leikaranum til leikirnar í Beijing. Leiðslan í felagnum
sigur, at allar leikararnir skulu verða til staðar mánadagin,
tá fyrsta venjingin eftir summarsteðgin verður á skránni.
Fleiri leysasøgur hava verið seinasta mánaðin um eitt
møguligt skifti hjá Ronaldinho, men hetta verður nú eftir
øllum at døma av ongum.
67 manningar á
Vestanstevnu
23 barnamanningar og 50 manningar til
FM-róðrarnar – tað er seks fleiri enn á
Fjarðastevnu í Vestmanna síðsta vikuskifti
– eru til reiðar at rógva, nú Vestanstevna
verður hildin í Miðvági. Startrøðin er
løgd eftir, hvussu úrslitini vóru á seinastu
FMstevnuni, og liggja bátarnir í hesi røð á
startmálinum:
Barnaróður, gentir
3 Junkarin
4 Falkur
5 Spógvin
6 Hvassi
7 Títlingur
8 Ørnin
9 Frúgvin
10 Kollur
11 Fípan Fagra
12 Tjaldrið
13 Teistin
14 Tambar
15 Blikur
Barnaróður, dreingir
4 Drekin
5 Havfrúgvin
6 Frúgvin
7 Títlingur
8 Teistin
9 Jallurin
10 Spógvin
11 Junkarin
12 Blikur
13 Ørnin
Fimmmannafør, gentur
6 Tambar
7 Jallurin
8 Hvassi
9 Drekin
10 Junkarin
11 Firvaldur
12 Blikur (2G)
Seksmannafør, kvinnur
7 Lómur (2G tjst.)
8 Fortuna
9 Jarnbardur
10 Gongurólvur (1G)
Fimmmannafør kvinnur
5 Blikur (1G)
6 Ritan
7 Báran
8 Frúgvin
9 Sílið
10 Katla
11 Erla Kongsdóttir
12 Teistin
Seksmannafør menn
3 Jarnbardur
4 Fortuna
5 Lómur
6 Gongurólvur
7 Hósvíkingur
8 Sundabáturin
9 Riddarin (1G)
10 Tvørabáturin
11 Rádni
12 Strálan
13 Víkingur
14 Kollfirðingur
Áttamannafør
7 Kvívíkingur
8 Árnfirðingur
9 Heiðabáturin
10 Argjabáturin
11 Miðvingur
Fimmmannafør, dreingir
4 Tambar (1G)
5 Blikur
6 Katla
7 Tjaldrið
8 Havfrúgvin
9 Sílið
10 Junkarin
11 Snípan
12 Teistin (1G)
13 Jallurin
Tíggjumannafør
7 Nólsoyingurin
8 Ormurin
9 Havnarbáturin
10 Eysturoyingur
800 atgongumerkir
eru seld lokalt, og
praktisku viðurskift-
ini eru við at koma
upp á pláss, verður
sagt úr Sundalagnum,
har tey tey um mid-
dagsleitið í dag
arbeiddu við at fáa
sjónvarpsrættindini í
rætt lag
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Rólant Højsted, formaður í
EB/Streymi hevur ov mikið
um oyruni í hesum døgum.
– Men tað gongur fínt og
sum vit hava planlagt, letur
hann at. Hetta merkir, at
arbeitt verður frá morgni
myrkurs.
– Tey eru fá, sum eru við
í fyrireikingunum, ið fara
til songar áðrenn midnátt,
og ofta verður klokkan væl
meiri enn tað eisini, sigur
Rólant Højsted.
Selt 800 atgongu
merki
Sunnukvøldið byrjaði EB/
Streymur at selja atgongu
merki til dystin komandi
hósdag. Hetta gjørdu tey í
húsinum við vøllinum við
Margáir í Streymnesi, og
veruligur gravgangur var
eftir teimum. – Lokalt eru
seldar 800 atgongumerki,
og nú eru atgongumerki
eisini koyrd út til kunningar
stovurnar kring landið, upp
lýsir Rólant Højsted.
Hann sigur eisini, at hvat
vaktum, trygd og sølu ann
ars viðvíkur, er alt við at
vera upp á pláss.
Broytt suður
oyarleiðina
At Manchester Cityvitjanin
er størsta avbjóðing, eitt før
oysk felag nakrantíð hevur
staðið yvir fyri, man fáur
ivast í. Tískil er áhugin fyri
dystin stórur kring landið.
– Tey hava ringt nógv úr
Suðuroynni, so nú hava vit
syrgt fyri, at ferðaætlanin
er broytt soleiðis, at tey slep
pa suður aftur eftir dystin,
sigur Rólant Højsted. Smyr
il siglir sum vant norður kl.
15.20, og ferð suður aftur
kl. 21.15.
Væl nøgd
umboðsfólk
Fríggjadagin vóru umboðs
fólk fyri Manchester City í
Føroyum.
Tey
kannaðu
umstøðurnar her, fundaðust
við umboð frá EB/Streymi
og leitaðu sær upplýsingar
og vitan um landið. – Tey
vóru bara væl nøgd, og høv
du einki at seta fingur á.
Onkur krøv settu tey tó,
men einki, ið vit ikki kunnu
uppfylla, ger formaðurin í
EB/Streymi greitt. Hann
leggur skemtandi aftrat, at
einki krav um hárturkarar
ella annað tílíkt er framsett,
sum
tá
italiumenninir
vitjaðu 2. juni fjør.
Tingast um
sjónvarpsrætt
Tá vit høvdu Rólant Høj
sted á orði um middagsleit
ið í dag, vóru tey í sølusam
ráðingum um sjónvarps
rættindini
til
dystin
á
Tórsvølli næsta hósdag.
Einki var endaliga komið
upp á pláss tá, og formaður
in ynskti heldur ikki at gera
tær stóru viðmerkingarnar
til sjálvar samráðingarnar.
Í farnu viku mettu vit í
blaðnum, at dysturin fór at
geva eitt stað ímillum 1,5
og 2,5 milliónir krónur. Het
ta grundað á inntøkurnar
B36 fekk burtur úr at selja
sjónvarpsrættindini til dyst
in móti Fenerbache fyri
tveimum árum síðani. Sosi
alurin skilir í dag, at tað er
áleið hesi tøl, sum útlendsku
sjónvarpsrásirnar og EB/
Streymur tingaðust um um
middagsleitið í dag.
Tingast um milliónir
Sosialurin skilir í dag, at tað er millum 1,5 og 2,5 milliónir,
sum útlendsku sjónvarpsrásirnar og EB/Streymur tingast um.
Rólant Højsted hevur tó onga viðmerking til hesi tøl