mikudagur 9. juli 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 9. juli 2008
41
Fleiri hava ivaleyst
lagt til merkis
eitt løgið reytt
akfar á trimum
hjólum í ferðsluni
í høvuðsstaðnum.
Talan er um ein BMW
Isetta kabinuskutara
frá 1960, sum Per
á Hædd fotografur
hevur keypt úr
Danmark
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Reyði BMW Isetta kabinu
skutarin, sum Per á Hædd
herfyri keypti úr Danmark,
fær fólk at venda sær í
ferðsluni. Hann sær rættu
liga sermerktur út við trim
um hjólum og einastu inn
gongd til kabinuna gjøgnum
eina hurð framman.
BMW Isetta vórðu gjørdir
frá 1955 til 1962 í tilsamans
161.728 eindum. Talan var
um ein innilokaðan skutara
við trimum hjólum og
tveimum sitiplássum, ein
sonevndan kabinuskutara.
Per á Hædd sigur, at tá
hann var smádrongur í
Klaksvík, vóru onkrir Isetta
kabinuskutarar har. Hann
minnist t.d. at Axel Petersen,
sum var posthúsleiðari í
Klaksvík, hevði ein reyðan
BMW Isetta, sum konan,
Esther fyri tað mesta koyrdi
við.
Kabinuskutarin hjá Per er
ein BMW Isetta 300, árgang
1960, við einum sylindara
og 13 hk. Toppferðin er 85
km/t. Per hevur keypt hend
an frá einum manni í Midd
elfart, sum hevði átt hann í
eini 30 ár. Kabinuskutarin
var 17 ára gamal, tá hesin
keypti hann í 1977.
Isetta
kabinuskutarar
vórðu upprunaliga itali
enskir við navninum Iso
Isetta, men teir vórðu gjørd
ir í fleiri londum upp á
licens. Sum t.d. Velam
Isetta í Fraklandi, Romi
Isetta í Brasilia og BMW
Isetta í Týsklandi. Annars
vórðu teir eisini gjørdir í
Spania og Onglandi.
Isetta var ein væl umtókt
ur kabinuskutari fyri umleið
50 árum síðan. Hann var
lítil, lættur og væl egnaður
til býkoyring. Pláss er til
tvey vaksin og eitt lítið sind
ur av viðføri.
Tað er kanska ikki so
undarligt, at Isetta hava
eina hurð framman á bili
num, sum minnir um eina
køliskápshurð, tí italska
verksmiðjan ”Iso Rivolta” í
Bresso í Italia, sum byrjaðu
við framleiðsluni av Isetta,
gjørdu eisini køliskápini
”IsoThermos”.
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Per á Hædd við BMW Isetta kabinuskutaranum frá 1960 við einum sylindara og 13 hk
Sóltakið er eisini ein møguleiki, um hurðin ikki fæst upp
Inngongdin til
kabinuna er gjøgnum
eina stóra hurð
framman á bilinum,
og róðrið fylgir við, tá
hurðin verður latin
upp
Hetta er bilurin sum Per minnist sum smádrongur í Klaksvík. Axel
Petersen, posthúsleiðari, við reyða BMW Isetta. Hesin hevur nr. Fø
6.818 og tann hjá Per á Hædd hevur nr Fø 4.818. Myndin er tikin
umleið 1966
Myndaeigari: Tove Dam
Bilradio á Rás2
Bilradio verður sent týsdag millum kl. 16 og
17, og endursent fríggjadag millum kl. 8 og 9,
og leygardag kl. 13
BMW Isetta 300:
Kabinuskutari á trimum hjólum
Nógvar skemtitekningar eru gjørdar um Isetta kabinuskutarar
nar. Hvørgin av hesum báðum sleppur út gjøgnum forhurðina