mikudagur 9. juli 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 130 - 9. juli 2008
Nú er ein dómur
feldur í Týsklandi
í sambandi við
at kinesiskar
bilverksmiðjur
kopiera týsk
bilmodell. Allir
Shuanghuan CEO
í Týsklandi skulu
upphøggast. Týski
innflytarin av
Shuanghuan fer at
kæra dómin
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað er nakað síðan at stóru
týsku
bilaframleiðararnir
BMW og Mercedes-Benz
ákærdu kinesiska bilaídn-
aðin fyri at kopiera sínar
bilar. Teir líkast so nógv, at
fólk næstan ikki kenna mun
á teimum, sum kinesararar-
nir t.d. hava gjørt við BMW
X5 og tann lítla Smart.
Á vitjan í Kina í fjør
gjørdi týski samveldiskansl-
arin Angela Merkel eisini
vart við trupulleikan.
Nú hevur so landsrætturin
í München felt ein dóm um
at kinesiski bilurin Shuang-
huan CEO ikki skal seljast í
Týsklandi meira, tí designið
líkist so nógv BMW X5 at
upphavsrætturin hjá BMW
er brotin. Bilurin má rokn-
ast sum eitt kopi av BMW
X5.
Sambært tíðindastovuni
DPA er tað álagt týska inn-
flytaranum at upphøgga
allar Shuanghuan CEO,
sum
eru
í
Týskland,
umframt at BMW kann
krevja endurgjaldskrav frá
týska innflytaranum.
Týski innflytarin, Karl
Schlössl, hevur boðað frá,
at hann fer at kæra dómin.
Um neyðugt fer hann heilt
til ES-domstólin við máli-
num. Meira enn 1000 bilar
av sama slagi eru seldir í
Italia, og eitt bilmodell,
sum eisini verður selt aðra-
staðni í Evropa, kunnu týsk-
arar ikki bara gera enda á,
sigur týski innflytarin.
BMW X5 sum kinesarar
hava kopierað
Opel eru nú til reiðar við
eini nýggjari skipan, sum
skal hjálpa bilførarunum at
halda ferðmarkið.
Opel Eye, sum skipanin
eitur, avlesir og kennir øll
vegskeltini. Er t.d. ferðmark-
ið 80 km/t, lýsir eitt tilsvar-
andi skelti í instrument-
borðinum í bilinum. Opel
Eye ávarar eisini bilføraran,
um bilurin er við at fara út
av koyribreytini.
Í fyrstu atløgu verður
Opel Eye skipanin bert at
fáa sum eykaútgerð í nýggja
Insignia, sum avloysir Opel
Vectra seinni í ár, men við
tíðini verður skipanin eisini
at fáa sum eykaútgerð til
aðrar Opel bilar.
mg.
Opel Eye lesur vegskeltini
Krevja kinesiskan bil
upphøgdan
Kinesiski CEO SUV frá
kinesisku verksmiðjuni
Shuanghuan Automobile
er eitt kopi av BMW X5
Nissan Navara til sølu
Nissan Navara SE 2,5 dCi Double Cab (171 hk) 5-persóna
bilur við last (skrásettur sum persónbilur). 17 mánaðar
gamal. Skrásettur fyrstu ferð 30. januar 2007. Koyrt 25.900
km.
Bilurin er væl hildin og sera væl útgjørdur og hevur t.d.
differentialesperru, krók aftan, krom el-síðuspegl, gáttir
og er væl rustviðgjørdur.
Nýprísur kr. 442.000,-
Til sølu fyri kr. 300.000,-
Tel. 510036
bilar