Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 131 - 10. juli 2008 Nýggi og spennandi bólkurin hjá Petur Háberg spælir á Summar Festivalinum í ár Tónleikur Tíðindaskriv Ein sangur. Eitt rimmar hitt. Tað er søgan um bólkin Bet You Are William higar­ til, men meira er í væntu, nú sangurin Here We Go Stereo hevur slóðað fyri. Ein nýggj fløga er á veg, og á Summar Festivalinum fer Bet You Are William at vísa fólki, hvat hesin spennandi bólkurin stendur fyri. Høvuðsmaður í bólkinum er Petur Háberg, sum hevur verið virkin tónleikari seinnu árini, og eisini hevur spælt á Summar Festivalin­ um áður. Nú satsar hann við nýggjum bólki og nýggj­ ari fløguútgávu, sum ætl­ andi skal koma út innan ov leingi. Fløgan hevur fingið heitið See Innlaid Heart For Details. Tónleikur hjá Bet You Are William er stundum lív­ ligur og ágangandi, men stundum friðarligur og inni­ ligur. Ein evnaríkur ungur sangskrivari og sangari stendur á odda fyri bólkin­ um, og á pallinum røkkur tónleikurin og sjarman langt út yvir pallkantin. Bet You Are William er eisini við Tær hava ferðast USA upp og niður, og nú sleppa føroyingar eisini at hoyra tær vælsyngjandi gopselsystrarnar Tónleikur Tíðindaskriv Systrarnar Vanja, Laila og Barbara hava undir navnin­ um The Carlsens ferðast víðahvar í USA og sungið til stór kristiliga tiltøk og annað. Vælsyngjandi kvinn­ urnar úr Havn hava sett tíð og orku av til tónleikin í USA, og væl hevur gingist teimum í hond. Tey hava spælt fyri tús­ undtals fólkum kring alt USA, og framførslur hava verið á so mætum støðum sum Madison Square Gard­ en, sum verður roknað sum eitt tað fremsta konsertstaðið í heiminum. Stjørnudrúss í USA verður í summar avloyst av meira heimligum umhvørvi, tá ið Carlsen systrarnar savnast aftur í Føroyum og fara at syngja á Summar Festivalinum. Tá ið tað snýr seg um góðan føroyskan gospeltón­ leik, so verður tað ikki nógv betur enn The Carlsens, og eftir eina spennandi tíð í USA, sleppa evnaríku systrarnar aftur at framføra fyri føroyingum. Enn hevur talan bert verið um tað eina hittið, men lítil ivi er um, at Bet You Are William veruliga megnar at seta lív í fjøldina Vanja, Laila og Barbara hava ferðast kring USA við tónleiki teirra. Nú er tíðin komin til Vágsbø í Klaksvík Carlsen systrarnar á Summar Festivalin Skráin avdúkað fríggjadagin Skráin til Summar Festivalin 2008 verður avdúkað í Sosialinum í morgin. Tá ber til at síggja, hvørjar dagar og á hvørjum palli teir umleið 30 bólkarnar fara at spæla. Millum bólkarnar, sum spæla á ársins Summar Festivali eru Alphabeat, Melanie C, Smokie, Basim, The Dreams, Kári P, Hallur Joensen, The Ghost og fleiri. Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august. Guðrið syngur við Guðrið Hansdóttir, sum seinasta árið hevur verið ein tann best umtókta føroyska songkvinnan, skal spæla á Summar Festivalinum í ár. Guðrið er sangari, tónleikari og sang­ skrivari, og seinnu árini hava alt fleiri fólk lagt merki til hennara sangir og framførslur. Hon hevur áður spælt á Summar Festivalinum, men síðani seinasta festivalin hev­ ur hon fingið veruligt gjøgnumbrot við frálíkari útgávu. Hon vann eina heiðursløn á Planet Awards fyrr í ár.