Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 131 - 10. juli 2008 Lykke er millum­ navnið hjá Lisbeth Bruun, ið júst er sett í starv sum nýggi sjúkrarøktarstjórin á Landssjúkrahúsinum. Lisbeth Lykke Bruun hevur drúgvar roynd­ ir við sær, tá hon setur seg í heita stólin fyrsta septembur í ár Landsjúkrahúsið Bjørk K. Olsen bjork@sosialurin.fo Nýggi sjúkrarøktarstjórin, Lisbeth Lykke Bruun, er ein 44 ára gamal dani, men hevur longu búð í Føroyum einaferð áður. Í 1990 flutti hon til Føroyar og starvaðist á barna- og á psykiatrisku deildini á Landsjúkrahúsin- um. Nýggi sjúkrarøktarstjór- in kennir tískil nógv til før- oysku viðurskiftini innan heilsuverk og fer at nýta hesa vitanina, tá hon kemur aftur til Føroya, sigur hon. Eftir tvey ár í Føroyum, flutti hon niður aftur til Danmarkar, og her hevur hon nomið sær drúgvar royndir innan sjúkra- húsverk og leiðslu, ið hon tekur við sær heim til Føroyar fyrsta septembur í ár, tá hon setur seg í stjórastólin á Landssjúkrahúsinum. - Eg havi ein stóran kær- leika til føroysku mentanina, sigur Listbeth Lykke Bruun. - Eg tosi ikki føroyskt, men eg skilji nógv, og eg dugi eisini væl at lesa. Eg havi stórar ætlanir um at læra meg málið, tí at tað er bara at hava virðing fyri landinum, sigur danski sjúkrarøktarstjórin. Royndir: leiðsla, tænasta og gransking Lisbeth Lykke Bruun hevur lisið sálarfrøði, heilsufrøði, sjúkrarøktarfrøði og hevur ein master of Public Health. Lisbeth Lykke Bruun hevur starvast sum sjúkrarøktar- frøðingur og hevur verið í leiðslustørvum innan sálar- frøði og heimasjúkrarøkt. Seinastu fýra árini hevur hon starvast sum verkætlanarsam- skipari í Servicestyrelsen, ið er stovnur undir danska Væl- ferðarráðnum. - Eg havi samstarvað við donskum politikkarum, og hetta kemur at hjálpa mær nógv komandi tíðina, sigur nýggi sjúkrarøktarstjórin. - Eg havi granska nógv og arbeitt nógv við gransk- ingarverkætlanum, og hetta ætli eg mær at menna við teimum føroysku sjúkrarøkt- arfrøðingunum, sigur Lis- beth Lykke Bruun. Fer at seta seg til rættis Hvat verður tað fyrsta, tú fert at arbeiða við? - Beint nú fari eg fyrst at seta meg ordiligt í stólin har uppi fyri at vita, hvørji viðurskifti skulu raðfestast, og hvussu hetta skal gerast, sigur Lisbeth Lykka Bruun. Kennir tú til teir trupul­ leikar, ið hava verið í sjúkra­ húsverkinum? - Eg kenni eitt sindur til teir, men hesar havi eg ikki stóran áhuga fyri beint nú. Eg havi tó stóran áhuga fyri teimum ætlanum, ið hava verið áður, og teimum vil eg gjarna stuðla og fylgja. Hvussu ætlar tú at nýta tínar royndir og eginleikar í Føroyum? - Eg haldi, at eg kann hugsa øðrvísi og koma við einum nýggjum anda. Tann virkisætlanin, ið liggur á sjúkrahúsinum, haldi eg vera sera skilagóð, og hon líkist nógv tí ætlanini, ið longu er í Danmark. - Eg fari at arbeiða nógv við at gera tað áhugvart at vera sjúkrarøktarfrøðingur í Føroyum. Mann skal tora at fara nýggjar vegir og fara frá tí, ið vanliga verður gjørt – sjálvt um vit noyðast at fylgja einari strammari fíggjarætlan, sigur ein flenn- andi sjúkrarøktarstjóri. Fimm ár í Føroyum - Setanarskjalið gevur mær fimm ár í starvinum, og eg ætli mær at verða sitandi tey næstu fimm árini. Fam- iljan verður verandi í Dan- mark í fyrstu atløgu, greiðir Lisbeth Lykke Bruun frá. - Eg gleði meg at koma aftur til Føroyar at arbeiða. Eg haldi, at tær avbjóðingar- nar, ið koma, eru sera áhuga- verdar og mennandi. Seks umsóknir Setanarbólkurin var mannað- ur av sjey álitisfólkum frá Almanna- og heilsuverkin- um og Landssjúkrahúsinum. Bólkurin fekk seks umsóknir til sjúkrarøktarstjórastarvið, og av teimum varð Lisbeth Lykke Bruun sett í starvið. Fleiri danir og føroyingar búðsitandi í Danmark søktu starvið. Tá Sosialurin spyr Allan Skaalum, sjúkrahús- stjóra, hví tað bleiv akkurát Lisbeth Lykka Bruun, svarar hann soleiðis: - Tað er sjálvandi altíð ein heilarmeting, ið verður gjørd. Fyrst hyggir mann eftir, at setanarkrøvini í lýsingini verða nøgdaði, og síðan hygg- ir mann út um hesi krøvini. Lisbeth Lykke Bruun hevur sjálv greitt frá, hvat hon kann veita sjúkrahúsinum, har hon hevur havt nakrar drúgvar royndir, vit kunnu nýta her í Føroyum. Lisbeth hevur nakr- ar sjónarvinklar, sum hinir báðir stjórarnir kanska ikki hava. Hon vil gjarna seta ting í verk viðvíkjandi gransking, sum er øðiliga áhugavert fyri meg, sigur Allan Skaalum. Verður tað ein trupulleiki, at hon ikki dugir at tosa føroyskt? - Nei, tað trúgvi eg ikki, sigur Allan Skaalum. - Her hava verið nógvar danir áður. Millum annað var danskur læknastjóri fyri trim- um árum síðan, og tá var eing- in trupulleiki. Lisbeth Lykke Bruun kennir eisini væl til føroysk viðurskifti sum heild, so tað skuldi ikki verði nakar trupulleiki, endar Allan Skaal- um, sjúkrahússtjóri. Eydnu til Landssjúkrahúsið Setanarbólkurin: Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri og formaður Tummas í Garði, læknastjóri Heri Joensen, starvsfólkastjóri í Almanna- og heilsumálaráðnum Ása Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á medisinska deplinum Jákup Midjord, leiðandi yvirlækni á skurðdeplinum Elin Rasmussen, starvsfólkaumboð á Landsjúkrahúsinum Hergerð Heldarsgarð, felags álitisumborð fyri sjúkrarøktina Vestanstevna: Kaba- rett, café og tónleikur Á Vestanstevnu sunnudagin verður áhugaverd kirkju- konsert við Lenu og Niclas. Hetta er fyrstu ferð, at Lena roynir seg við kirkjukonsert. Sunnukvøldið verður eisini møguleiki fyri at síggja sjónleik, tá kabarettin verður spæld. Fríggja- og leygarkvøldið eru eisini sýningar. Eitt annað tónleikatiltak sunnukvøldið verður eitt sokallað cafékvøld, har Sámal og Jóan Jakku spæla, umframt at felagssangur og harmonikutónleikur eisini er á skránni. Midnáttarrøða, fýrverk, felagssangur og ungdómsmøti Á Vestanstevnu verður midnáttarrøðan leygarkvøldið hildin av Mads Karlo Johannesen. Aftaná verður fýrverk og felagssangur undir Tungu. Ungdómurin er eisini aktivur í missiónshúsinum í Miðvági. Tey skipa fyri ungdómsmøti leygarkvøldið klokkan 22. Aftaná er opið hús, har ungdómsbólkurin bjóðar suppu. Guðrið Johansen, Marit Jacobsen og onnur luttaka við sangi og tónleiki Lisbeth Lykke Bruun er júst sett í starvi sum nýggi sjúkra­ røktarstjóri á Landsjúkrahúsinum og byrjar 1. septembur í ár