hósdagur 10. juli 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 131 - 10. juli 2008
Fólk, sum hava trupul
leikar við rúsdrekka
misnýtslu, kunnu
ikki koma viðgerð,
tí aftur í ár hava
Blákrossheimið og
Heilbrigdið summar
frí samstundis
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
- Hetta er sjálvvirkandi tele-
fonsvararin á Blákrossheim-
inum. Vit hava summarfrí
og byrja aftur tann 30. juli.
Á Heilbrigdinum svarar
telefonin, men boðini eru,
at viðgerðarheimið er stongt
vegna summarfrí til tann
18. august.
Fólk, sum hava trupul-
leikar við rúsdrekkamis-
nýtslu, kunnu sostatt ikki
koma í viðgerð nú. Men tað
er ikki bara í sjálvari summ-
arfrítíðini, at viðgerðarstøð-
ini ikki taka ímóti mis-nýt-
arum, tí tær seinastu vik-
urnar undan frítíðini verða
eingir misnýtarar tiknir inn
til viðgerðar. Tískil er
kanska talan um meinar
tveir mánaðir um summarið,
at einki viðgerðartilboð er
til rúsdrekkamisnýtararnar.
Stak óheppið
Hendan trupulleikan merkja
tey á psykiatriska deplinum
á Landssjúkrahúsinum, tí tá
tey bæði viðgerðarstøðini
eru stongd, er psykiatriski
depilin tann einasta loysnin
hjá misnýtarunum og ikki
minst hjá teirra avvarðandi.
-Tað er stak óheppið, at
bæði
viðgerðartilboðini
hava summarfrí samstundis,
tí vit hava einki viðgerðar-
tilboð til rúsdrekkamisnýt-
arar, sigur leiðarin á psyki-
atriska deplinum, Tormóður
Stórá.
Á deplinum kunnu tey
hjálpa misnýtarum at steðga
á við misnýtsluni, tey kunnu
viðgera abstinensirnar, ið
kunnu vera lívshættisligir
hjá summum, og tey kunnu
bjóða fólki antabus. Men
tey hava einki viðgerð-
artilboð fyri rúsdrekkamis-
nýtslu. Á psykiatriska depl-
inum hava tey heldur ikki
møguleikar at senda fólk í
viðgerð, tí tað er tann ein-
staki, sum skal vera motiver-
aður til at fara í viðgerð.
-Tí er tað sera óheppið, at
einki viðgerðarstøðini eru
stongd í fleiri vikur, sigur
Tormóður Stórá.
Mugu finna loysn
Hetta er ikki fyrsta árið, at
Blákrossheimið og Heil-
brigdið halda summarfrí
samstundis,
tí
soleiðis
hevur tað verið tey seinnu
árini.
Tormóður Stórá sigur, at
tey á psykiatriska deplinum
hava gjørt vart við trupul-
leikan fyrr, men at tíverri er
einki hent. Men tey ætla
sær at taka málið upp aftan
á summarfrítíðina og at fáa
eitt orðaskifti í lag millum
partarnar, so tað slepst
undan, at trupulleikin endur-
tekur seg næsta summar.
Hetta summarið hevur
víst, at tað er neyðugt at
finna eina loysn, tí sambært
leiðaranum á psykiatriska
deplinum hava tey ongantíð
fingið so nógvar fyrispurn-
ingar frá avvarðandi hjá
rúsdrekkamisnýtarum sum
í summar.
Blákrossheimið: Stongt til 30. juli. Heilbrigdið: Stongt til 18. august
Rúsdrekka
misnýtarar koma
á stongdar dyr
Tormóður Stórá: - Tað er stak óheppið, at bæði viðgerðartilboðini halda summarfrí samstundis
Fimleikur fyri 59 milliónir við Tórsvøll
Tórshavnar kommuna og byggifyritøkan MT Højgaard hava í dag skrivað undir sáttmála
um, at MT Højgaard skal byggja fimleikahallir og goymsluhøli við Tórsvøll. Talan er
um eitt arbeiði fyri samanlagt 59 milliónir krónur. Sjálv sáttmálaupphæddin er góðar 50
milliónir krónur, men tá meirvirðisgjald, list og ókendar útreiðslur koma afturat, verður
samlaða upphæddin góðar 59 milliónir krónur. Farið verður undir arbeiðið síðst í august
mánaði, og tað fer væntandi at taka umleið 14 mánaðir. Tað var á býráðsfundi 19. juni,
at Tórshavnar býráð samtykti at takast skuldi av tilboðnum frá MT Højgaard um
bygging av fimleikahallum við norðara enda á Tórsvølli, umframt hornabygning, ið skal brúkast sum goymsluhøli av
Tórsvølli. Sambært tíðindaskrivnum frá Tórshavnar býráð verður talan um eina nútímans fimleikahøll, ið stendur
altjóða mát og nøktar øll krøv á økinum. Samstundis er hetta framtíðartryggjað bygging, so tað seinni ber til at byggja
oman á bæði fimleikahøllina og hornabygningin.