hósdagur 10. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 131 - 10. juli 2008
Henda ólavsøkan
verður størri, longri
og betri, staðfestir
borgarstjórin í Havn,
Heðin Mortensen
Ólavsøka
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Ein rúgva av nýggjum og
spennandi tiltøkum verða í
miðbýnum hesa ólavsøkuna.
Talan er um tiltøk, sum
aftur skulu fáa lív í Vaglið,
Tórsgøtu og Vágsbotn. Har
afturat byrjar ólavsøkan
longu 25. Juli við ólavsøku
konsertini, sum á hesum
sinni verður í Tórsgøtu.
Ætlanin er at steingja
Tórsgøtu fyri ferðslu og gera
tað soleiðs, at fólk kunnu
ganga inn og út úr økinum
við Rio Bravo og við Miðla
húsið, sigur Heðin Morten
sen.
Skapa lívligt
umhvørvi
Leygardagin 26. Juli verða
ymisk
nýggj
tiltøk
á
skránni. Millum annað skip
ar Bátafelagið fyri Dans på
Brygga niðri í Vágsbotni,
har tað verður livandi tón
leikur, møguleiki at keypa
sær ein góðan bita, og har
afturat verður nýggja Café
Vágsbotn eisini opin.
Sunnudagin verður so
ikki nakað stórt tiltak, men
tá verða tær seinastu fyri
reikingarnar til teir báðar
heilt stóru dagarnar gjørdar.
Smærri tiltøk verða tó
henda dagin, og ólavsøkan
heldur sostatt áfram.
Henda dagin fara vit at
brúka til at rudda upp og at
gera klárt til tað stóra brak
ið. Ein pallur, nevndur Tórs
pallur, verður settur upp við
norðara enda á høvuðstrapp
uni á ráðhúsinum, og har
verða nógv ymisk tiltøk
ólavsøkuaftan og ólavsøku
dag, so sum dansur, tónleik
ur, sangur, skemt og fim
leikur. Og sjálvandi kemur
hetta at vera ókeypis, leggur
borgarstjórin Heðin Morten
sen dent á.
Endamálið við øllum hes
um er at skapa eitt livandi
umhvørvi í miðbýnum, sum
skal skapa javnvág í kon
sentratiónini av tiltøkum.
Seinastu árini hevur
ólavsøkan verið ógvuliga
konsentrerað kring komm
unuskúlagarðin,
og
tað
hevur verið eitt sindur tóm
ligt í sjálva miðbýnum, og
hetta ætla vit nú at broyta,
sigur Heðin Mortensen.
Nógvir pallar
Umframt tann nýggja Tórs
pallin, verða eisini onnur
nýggj høli við ymiskum til
tøkum tikin í nýtslu. Tórs
havnar Býráð hevur keypt
og renoverað Reinsaríið, og
har er eisini ætlanin at hava
fleiri tiltøk. Reinsaríið letur
upp ólavsøkuaftan, og har
verður livandi tónleikur at
hoyra báðar ólavsøkudagar
nar. Har verða millum ann
að spennandi nøvn so sum
Páll Finnur Páll og Hanus
G. Johansen at hoyra. Eisini
verður
Posthúskjallarin
opin, soleiðs at fólk kunnu
koma á gátt og fáa ein kaffi
munn og hvíla sær beinini.
Møguliga verður eisini tón
leikur ella okkurt líknandi
at hoyra har.
Í tinghúsgarðinum verða
markisur og sølubúðir settar
upp, og tað sama er galdandi
oman eftir Áarvegnum. Enda
málið við hesum er at sleppa
av við teir eftirhondini slitnu
skúrarnar, og at skapa eitt
hugnaligt
umhvørvi.
Í
Vágsbotni
verður
eisini
ymiskt sett upp, og har verður
eisini lív í alla tíðina.
Harafturat verður eisini
Skansin karmur um eitt
tiltak, har Undirbeat fer at
halda konsert ólavsøkaftan
28. juli frá klokkan 17.00
til 24.00.
Sostatt koma tiltøk, ið
venda sær til einhvønn før
oying, at koyra leypandi
kring allan býin og alla
tjóðarhøgtíðina, vísir Heðin
Mortensen á.
Ólavsøkan á
hægri støði
Sjálva
høvuðsendamálið
við øllum hesum nýggju til
tøkunum, er at flyta ólav
søkuna oman aftur í mið
býin og at lyfta ólavsøkuna
á eitt hægri stig.
Vit vilja hava okkurt til
allar føroyingar. Um tú ikki
hevur hug at fylgja einum
tiltaki, so fara vit nú alla
tíðina at hava eitt alternativ,
ið kanska hóskar betri til
tann einstaka. Alt tað van
liga verður sum tað plagar.
Ólavsøkuteltið og skjótibás
arnir og alt tað verður enn
uppi í Kommunuskúlagarð
inum, og har kemur enn at
verða nógv lív í alla tíðina.
Ætlanin við hesum nýggju
tiltøkunum er at flyta fokus
oman í miðbýin og at geva
øllum okkara gestum fleiri
møguleikar. Vit vilja við
hesum lyfta ólavsøkuna á
eitt uppaftur hægri støði,
staðfestir Heðin Mortensen
at enda.
Av tí at ólavsøkan liggur
soleiðs í ár, at ólavsøkuaftan
er mánadag, er tað tískil
gjørligt at skipa hana á
henda hátt. Sostatt verður
ólavsøkan drúgv í ár, og iva
leyst fer tað at taka nógvum
fólkum drúgva tíð at koma
fyri seg aftur eftir stóra
hátíðarhaldið.
Ólavsøkan á hægri støði
– Í ár fara vit at flyta ólavsøkuna oman í Miðbýin aftur og skapa eitt lívligt umhvørvið her, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn
Mynd: Jens Kristian Vang
Kommunuskúlin keypt
150 teldur
150 teldur til næmingarnar og teir 60 lærararnir fáa hvør sína. Eisini
verða uppvørpur settar upp í skúlastovunum. Tríggirfýra næmingar
vera um hvørja teldu, og við uppvørpunum fær teldan verðið ein
aktivur partur av undirvísingini – bæði sum felagsundirvísing og til
næmingaframløgur. Hetta stendur skrivað á heimasíðuni hjá Føroya
Lærarafelag. Har stendur eisini, at tey í Kommunuskúlanum vóna,
at skrivligu royndirnar í føroyskum, donskum og enskum stíli hjá 9.
og 10. flokki kunnu skrivast á teldu. – Hetta vónandi til jólaroyndina
um eitt ár, skrivar heimasíðan hjá Føroya Lærarafelag.
Vestanstevna:
Go-cart og framsýning
Til stevnuna í Miðvági um vikuskiftið hevur MB útvegað
sær níggju Gocart bilar, sum tey vitjandi kunna royna
seg í. Breytir til vaksin og til foreldur við børnum eru úti
á Bakka. Miðvingar eru eisini raskir at mála. Fleiri fólk
hava gingið á kvøldskúla í vetur og lært at mála.
Málningar frá teimum, eins væl og eldri málningar verða
at síggja á listaframsýningunum, sum vera í niðaru hædd
hjá Jens Eli og í Gamla Skúla.