hósdagur 10. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 131 - 10. juli 2008
- Eg bleiv so kókandi
ill og misti púrasta
pippið, tá ið eg
hoyrdi, at ivi nú
verður sáddur um,
antin eg skal missa
heilivágin, sum held-
ur lívið í mær, sigur
Leila Solmunde
Sparingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta var mín seinasta
vón, tá ið tað stóð allar ring-
ast til. Men nú tosa politik-
arar um at taka hesa vónina
frá mær.
Leila Solmunde viðgong-
ur, at hon bleiv í øðini og
misti púrasta pippið, tá ið
hon hoyrdi, at ein partur av
spariætlanini hjá Lands-
sjúkrahúsinum er at taka
tann besta heilivágin frá
henni og øðrum sjúklingum
við ólekiligari sjúku.
Sjálv var hon heilt illa
fyri, tá hon fyri átta árum
síðani kom í viðgerð við
nýggjum,
lívfrøðiligum
heilivági og tað hevur gjørt
henni lívið rættiliga gott at
liva hóast hart rakt av liða-
gikt.
Men hesi nýggi, lívfrøði-
ligi heilivágurin er ikki bara
góður, hann er eisini ómeta-
liga dýrur og fyri at spara
hevur
Landssjúkrahúsið
skotið upp at sleppa undan
at betala fyri hendan heili-
vágin, sum serliga sjúkling-
ar
við
ymiskari
gikt,
sclerosu, krabbameini og
øðrum ringum sjúkum, fáa.
- Verður hesin heilivágur-
in nú tikin frá mær, verður
tann seinasta vónin tikin frá
mær, tí í veruleikanum er
tað hann, sum heldur lívið í
mær, sigur hon.
- Seinastu árini hava nógv
fólk við ólekiligari sjúku
fingið eitt gott lív, takkað
verið hesum nýggja, dýra,
men serstakliga góða heili-
vági. Men hendan lívsdygd-
in er nú hótt við at verða
skrødd undan okkum aftur.
Mítt einasta
ljóspunkt
Leila Solmunde hevur sjálv
havt liðagikt í nógv ár og er
endað í rullistóli av tí sama.
- Síðani Elin Mørkøre
gavst sum yvirlækni í gikt-
sjúkum, er viðgerðin av
giktsjúklingum bara versn-
að og versnað. Tað er bara
gingið aftur á, tí mín kensla
er, at ongin hevur áhuga
fyri giktsjúklingum og tað,
sum nú stendur okkum í
boði av viðgerð í Føroyum,
er heilt út av lagi vánaligt.
- Hesin dyggi, lívfrøðiligi
heilivágurin hevur verið
okkara einasta ljóspunkt,
men verður tað nú eisini
sløkt, er ikki nógv av vera
her eftir til.
Hesin heilivágurin hevur
bjargað førleikanum hjá
nógvum giktsjúklingum og
hevur harafturat forðað fyri,
at sjúklingar eru blivnir
meiri avlamnir, enn teir
vóru
frammanundan,
tí
hann heldur sjúkuni í skák.
Leggjast á tey
veikastu
Leila Solmunde staðfestir,
at nú landskassin aftur skal
spara, verður enn einaferð
lagt eftir einum bólki av
borgarum, sum liggur lágt
frammanundan og tað eru
øll tey fólkini, sum hava gikt-
sjúkur, sclerosu, krabbamein
og aðrar álvarsligar sjúkur.
- Giktøkið hevur ligið í
sorli í áravís og fólk, sum
eru ring av liðagikt, missa
fullkomiliga
pippið
av
hóttanum at tey nú kanska
missa tann góða heilivágin,
tey hava fingið.
Ongin serlækni í gikt-
sjúkum
hevur
verið
í
Føroyum seinastu árini,
men útlit vóru fyri, at ein
skuldi koma nú í heyst.
- Men tað verður ikki
serliga eggjandi hjá honum
at koma higar at arbeiða, nú
ivi er sáddur um, antin hann
fær møguleika til at geva
sjúklingunum
ta
bestu
viðgerðina, sum er til taks.
Eisini ein inntøka
Leila Solmunde sigur, at
hesin dýri heilivágurin er
ikki bara ein útreiðsla fyri
samfelagið, tí í mongum
førum er úrslitið av honum,
at sjúklingar kunnu halda
fram á arbeiðsmarknaðinum
og tað er avgjørt eisini ein
inntøka fyri samfelagið.
Eftir hennara tykki er
hesin lívfrøðiligi heilivág-
urin líka lívsneyðugur, sum
insulin er fyri sjúklingar
við sukursjúku.
Leila Solmunde minnir
eisini á, at vit hava akkurát
fingið eitt løgtingsval aft-
urum.
- Eg havi ongantíð í ein-
um valstríði hoyrt so nógvar
politikarar
møsna
um
vælferð og um, hvussu gott
alt skal vera. Tað var heldur
onki mark fyri, hvussu gott
heilsuverkið skuldi vera og
tað vóru enntá teir politikar-
ar, sum beinleiðis vildu
veita øllum sjúklingum við-
gerðartrygd.
- Men tær útsagnir, vit
hava hoyrt síðani, eru í
hvussu so er ikki í samsvari
við lyftini í valstríðnum.
Ongin trygd
Sjálv skilir Leila Solmunde
væl, at leiðslan á Lands-
sjúkrahúsinum heldur, at
útreiðslurnar
til
hendan
alsamt dýrkandi heilivág,
eigur at liggja uttanfyri van-
liga raksturin hjá heilsu-
verkinum.
Spurningurin er so bara,
hvør skal betala og spurn-
ingurin er so um tað finst
semja um tað, men tað er
tað í veruleikanum ongin
trygd fyri í eini politiskari
skipan.
- Og fæst ikki semja, er
tað í síðsta enda sjúklingur-
in, sum stendur eftir við
svartaperi.
- Men tað verða ikki teir
politikara, ið nokta at játta
peningin, sum eisini skulu
standa frammanfyri einum
sjúklingi og nokta honum
heilivág. Tað verður okkurt
neyðars starvsfólk í heilsi-
verkinum, sum fær tað
skitnu uppgávuna.
Leila Solmunde vísir á, at
hóast hetta kanska lagar seg
í síðsta enda, so at pening-
urin verður játtaður og ong-
in missur heilivágin, elvir
ein støða sum hendan til
ómetaliga órógv og stúran.
Og hon heldur, at tað er
ófyrigeviligt, at politikarar
seta ein bólk í samfelagnum,
sum frammanundan liggur
rættiliga lágt, í eina støðu
sum hesa við ivan og bivan
og stúran.
- Hetta er at sparka ein
bólk í samfelagnum, sum
frammanundan liggur og
har nógv ganga við óleki-
ligum sjúkum og har hesin
heilivágurin gevur teimum
eina lívsdygd, sum tey ann-
ars ikki kunnu droyma um.
- Hetta er so vánaligt av
politikarunum, at fólk, sum
hava
ólekiligar
sjúkur,
mugu bara seta seg niður
og gera upp við seg sjálvan
um hetta er eitt land, sum
tað yvirhøvur er vert at vera
í, sigur ein rættiliga ber-
søgin Leila Solmunde.
- Hetta er sama søgan um aftur. Tá ið sparingar skulu setast í verk, er tað ein bólkur í
samfelagnum, ið liggur rættiliga lágt frammanundan, sum fær fyrsta sparkið frá politikarunum,
sigur Leila Solmunde
Taka seinastu
vónina
frá mær
Vígdis dansar á G! MINI
Tað verður ikki bara tónleikur á G! MINI. Vígdis Hentze
Olsen kemur saman við Tine Salling og Sarah Jordan at
framføra tað, sum fyrireikararnir handan G! MINI kallareina
nýskapandi og pumpandi dansisýning. – Electric boogie og
contemporary dansur samansettur við yvirtalandi house
rútmur er tað, sum Vígdis, Tine og Sarah í stuttum fara at
vísa okkum, siga fyrireikararnir. At tær tríggjar ikki eru hvør
sum helst, verður staðfest av langa listanum av
framleiðarum, tær eru knýttar at: MTV, Roskilde Festival,
Vero Moda, Hummel, Melody Grand Prix og House Dance
International eru nakrir teirra.
Bryggja sterkt í Føroyum
Okkurt bendir á, at tað fer at bera til at bryggja øl sterkari enn
5,8 prosent í Føroyum. Útvarpið hevði í gjár landsstýriskvinn-
una í vinnumálum á orði, og eftir hennara tykki eigur Føroya
Bjór at sleppa at bryggja, útflyta og selja sterkt øl. Stendur tað
til Bjørt Samuelsen, skal rúsdrekkalógin dagførast. Sambært
Útvarpinum hevur Føroya Bjór seinastu 15 árini roynt at fingið
loyvið at bryggja sterkari øl. Nú røkist so fyri, at hetta verður
veruleiki. – Núverandi rúsdrekkalóg forðar allari menning.
Serliga kann útlendski marknaðurin geva bryggjarínum fleiri
møguleikar og pengar í kassan, sigur Annika Waag, virkis-
leiðari á Føroya Bjór, við Útvarpið.