hósdagur 10. juli 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 131 - 10. juli 2008
Hans Pauli Strøm
vil einki siga
um sparingar á
Landssjúkrahúsinum
ella um heilivág til
sjúklingar. Men hann
leggur dent á, at ongin
sjúklingur skal bera
ótta fyri framtíðini
Sparingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit noyðast at brynja
okkum við toli í fýra dagar
afturat.
Fyrrenn mánadagin vil
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður í almanna- og
heilsumálum, onki siga um
ætlanirnar hjá heilsuverkin-
um at spara.
Høvuðstátturin í sparing-
unum er at spara dýran heili-
vág burtur. Ein onnur týð-
andi sparing er at skerja
virksemið, so at allar skurð-
viðgerðir
verða
útsettar
uttan tað bráðneyðuga, men
tað fer at longja bíðitíðirnar
munandi.
Tilsamans manglar Lands-
sjúkrahúsið 30 milliónir í
ár og uppskotið frá sjúkra-
húsleiðsluni er, at Lands-
sjúkrahúsið skal spara 15
milliónir. Av teimum skulu
10 milliónir sparast í heili-
vági. Men so skal Løgtingið
samtykkja eina eykajáttan
upp á aðrar 15 milliónir.
Hans Pauli Strøm sigur,
at tá ið sjúkrahúsini mæla
til at spara heilivágin burtur,
hugsa tey bara um teirra
egna rakstur og ikki um
samlaðu útreiðslurnar hjá
heilsuverkinum.
Hann sigur, at tá ið
sjúkrahúsini tosað um at
spara heilivág, hevur hann
fatað hetta sum eitt ynski
frá sjúkrahúsunum um at
taka útreiðslurnar til heili-
vág burtur úr rakstrinum til
sjálvi sjúkrahúsini.
- Tað liggur neyvan í tí, at
sjúkrahúsini
vilja
nokta
sjúklingunum tann góða
heilivágin.
Hann sigur, at tann nýggi
og dýri lívfrøðiligi heilivág-
urin, sum talan er um at
spara burtur, er tveir trið-
ingar av øllum útreiðslun-
um til heilivág og tí órógvar
hann raksturin hjá sjúkra-
húsinum øgiliga illa og ger
tað munandi tórførari at
stýra rakstrinum.
- Tí kundu tey hugsa sær,
at hann fekk eina serstaka
játtan, sum liggur uttanfyri
raksturin á sjálvum sjúkra-
húsunum.
Men Hans Pauli Strøm
leggur dent á, at við hesum
hevur hann onki givið til
kennar um, hvørja lagnu
spariætlanirnar hjá sjúkra-
húsunum fáa.
- Nú fara vit at viðgera
uppskotinum væl og virði-
liga í almanna- og heilsu-
málaráðnum í hesi vikuni
og mánadagin fer hann at
boða frá eini avgerð.
- Tí mugu sjúklingar
brynja seg við toli í fýra
dagar afturat, sigur hann.
Men skulu sjúklingarnir
ikki missa heilivágin, mást
tú fáa Løgtingið at sam-
tykkja eina eykajáttan upp
á 10 milliónir afturat til
heilsuverkið ella má Lands-
sjúkrahúsið fáa 10 milliónir
afturat til hesa játtanina aft-
urat teimum 15 milliónun-
um, sum uppleggið annars
er.
- Tað fært tú meg onki at
siga um fyrrenn mánadag-
in.
Men kanst tú vissa hesar
sjúklingar um at teir ikki
missa hendan góða heili-
vágin?
- Eg kann bara endurtaka,
at ongin fær nakra niður-
støðu fyrrenn mánadagin
og tí fái eg slett ikki til at
svara hasum spurninginum.
Tað er heldur ikki øll verðin
at bíða til mánadagin eftir
einum svari.
Men hann leggur afturat,
at treytin er, at ongar
sparingar verða settar í
verk, fyrrenn hann hevur
góðkent tað.
- Tað, sum nú hendir, er,
at vit arbeiða eftir tí leisti,
sum fíggjarmálaráðið hevur
skotið upp. Og tað er, at vit
kanna eftir, hvat ber til at
spara og ikki og verður
brúk fyri eykajáttan, skulu
søkja vit um tað, sigur Hans
Pauli Strøm
- Men eg kann róliga siga
og tað er, at ongin sjúklingur
skal bera ótta fyri framtíðini,
leggur hann dent á, sigur
Hans Pauli Strøm.
Sjúklingar mugu brynja seg
við toli í fýra dagar
Hans Pauli Strøm fær onki
sagt fyrrenn mánadagin um
sparingar í heilsuverkinum
Djassur í Tórskjallaranum
Í kvøld verður forkunnugur djassur at hoyra í
Tórskjallaranum í Havn. Havnar Djassfelag skipar fyri, og
tey hava fingið songkvinnuna Guðrið Hansdóttir at byrja
kvøldið. Síðani fara tónleikarar úr Svøríki, Noreg, Íslandi og
Danmark at framføra. Konsertin í Tórskjallaranum byrjar kl.
21.00 og endar kl. 23.45.
Orca, SIC og Martin á G! MINI
Trý tónlistarnøvn eru løgd aftrat skránni til G! MINI
tiltakið, sum verður 18. og 19. juli. Hesi eru Orca, SIC
og Martin í Grund. Í heimasíðuni skrivar G! MINI, at øll
hesi trý nøvnini hava so ella so tilknýti til Grót og G!
Festivalin. Orca manningin er kend úr bólkum sum Click-
haze, Gestum og Enekk. Í SIC spæla fleiri gøtumenn og
Martin í Grund er syðrugøtumaður, búsitandi í Onglandi.
Eisini boðar G! MINI frá, at fleiri nøvn enn tað sama
verða ikki knýtt at skránni, sum nú telur 32 nøvn.