hósdagur 10. juli 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 10. juli 2008
13
Tað er heilt høpisleyst at
sessast og vera skynsamur
við fólk, sum ikki hava
peiling av, hvat orðið
merkir
Við Neville Chamberlain,
fyrrverandi bretskur forsætis
málaráðharri og maðurin
handan eftirlætispolitikkin, í
huga, skuldi tú trúð, at almennir
persónar høvdu skýggjað alt
tað, ið mátti lukta av eftirlæti—
serstakliga tá ið hasi, teir royna
at eftirlíka, eru hópdrápsfólk.
Slík fyrilit eru, eftir øllum at
døma, eingin tarni hjá Barack
Obama, uppskot demokratanna
til amerikanskan forseta. Tí
sum Obama í tíð og ótíð altráur
ynskir at oysa úr sínum vingluta
vísdómi okkum øðrum at gagni,
gerst alt meiri greitt, at um
hann verður forseti, hevur hann
í ætlu at hitta hasi drápsfólkini.
Ja, Obama er av tí áskoðan,
at tann einasti mátin at fáast við
yvirgangsfólk uppá, er at tosa
við tey. Meiri ítøkiligt heldur
hann, at vit áttu at sessast og
fingið eitt prát í lag við al
Qa’ida.
Tú kanst bara ímynda tær
handa hjúklandi hugnan. “Jújú,
ókey meðni,” sigur Obama,
sitandi afturá í sínum
fínpolstraða leðurlenistóli sum
hann munnar sær á sítt Earl
Grey, “hasi tvíburðatornini...
tað kann vera nakað um
snakkin, tað má eg viðganga.
Og bumburnar í London—
hm!—tað skal eg geva tær, tað
var nakað, vit í langa tíð høvdu
biðið um. Mjólk og sukur, hr.
Bin Laden? Ella kann eg kalla
teg Osama?”
T
óað yvirgangskropparnir í
Norðurírlandi á týðandi
økjum brutu frá sínum arábisku
lagsbrøðrum, var tað ikki um
ein opinskáraðan drekkamunn,
at yvirgangurin rann burtur í
sandinum.
Heldur var tað handa óvik
andi avgerðin ikki at slaka fyri
hasum búrkroppunum tilhoyr
andi mannaættina saman
tvinnað við, at pengaveiting
arnar frá táputryggjaðum
amerikanarum til IRA at kalla
vórðu avveittar sum beinleiðis
úrslit av tí, sum hendi hin 11.
september í 2001, ið var teirra
bani.
Aftaná í eitt árarað at hava
skaffað pening til frama fyri
bardagan ímóti “the bloody
British”, skiltu nihilistisku
yvirgangsstuðlarnir í barrunum
í Boston og New York dáttliga,
at yvirgangur kanska ikki var
so hugaligur kortini.
Talan varð tístaðni um ein
bankaðan felagsskap farin á
húsagang; ein felagsskap, sum
við valdsgerðum strevaðist
fram ímóti einum máli, hann
ikki megnaði á fólkaræðisligan
hátt.
Í 1997 tóktist støðan í
Norðurírlandi annars óstýrilig.
Men pásetligi og støðufasti
Tony Blair syrgdi fyri at fremja
eitt slag av hugsjónarligari
pragmatismu—ein av sonnum
rárur eginleiki hjá einum
politikara. Og í mun til hasar
stalinistisku muslimarnar frá al
Qa’ida, hvørs yvirskipaða mál
er at smildra demokratiskar
skipanir, sorla kapitalismuna,
spilla materialismuna, vísindi
og modernitet yvirhøvur, ja, alt
tað, vit vesturlendingar eru
kærast við, var málið hjá
norðurírsku katolikkunum til at
skilja. Ja, tað var “rímiligt”, um
tú vilt.
F
yri tí var tað hjá bretsku
stjórnini eitt ófrávíkiligt
kravboð, at partarnir, og serliga
IRA, sjálvandi, fingu í lag eina
avdubbing. Stjórnin visti
fullvæl, at tað er heilt høpis
leyst at sessast og vera rímiligur
við fólk, sum ikki hava peiling
av, hvat orðið merkir.
Men at tosa við nakrar
fullvegis óndsinnaðar eindir
tilhoyrandi mannaheimin
strembandi eftir einum máli
uttan eitt gramm av góðvild og
góðsku, hvat Barack Obama
opinberiliga ynskir at gera, er í
besta føri ábending um
illgrunasaman moral—
avdubbaðar eindir ella ikki.
Eins og IRA royna heila
vaskaðu skrímslini hjá Osama
bin Laden við valdsgerðum at
røkka málum, ið ikki kunna
fremjast við fólksligum vilja.
Um Osama bin Laden og
hansara ápostolsku skrímsl
hava ein dreym um at stovna
ein islamiskan stát í Danmark,
Bretlandi ella Amerika, íðan, tá
er apsalutt einki til hindurs fyri
hjá teimum at royna hesa leið.
Lat alQa’ida endiliga manna
valevni í hvørjum valdømi í
hvørjum av hesum londum til
komandi parlamentsval. Lat tey
endiliga eggja veljarafjøldina at
atkvøða fyri seg við tí vælborna
lyfti, at hetta var ein atkvøða
fyri stovnanini av einum
grundliggjandi islamiskum státi
við sharialóg og øðrum
gloypibitum.
Hetta, so at alQa’ida á
valnáttini, og aftaná ein knús
andi ósigur, sær, hvussu ómát
andi ópopulerur boðskapurin
hjá teimum er.
A
v trimum grundum er al
Qa’ida nakað væl meira
ræðandi enn IRA nakrantíð var.
Í fyrsta lagi er tað av tí at tess
net av uppihaldarum er ovur
stórt. Í øðrum lagi, og sum ein
fylgja, hevur felagsskapurin
betri møguleikar at leita sær til
fígging og vápn. Í triðja lagi
fattast alQa’ida hatta
steyrrætta dirvisloysið hjá IRA.
Eingin dýrsligur
tjóðveldismaður var hugaður at
spreingja seg sjálvan í luftina
umborð á einum flogfari,
undirgrundartoki ella bussi til
tess at volda ósekum menniskj
um mein. Alt ov nógvir
stalinistiskir muslimar hava hug
at gera júst tað.
Barack Obama hevði ivaleyst
víst á, at tað nettupp er orsakað
av hesari stívrendu styrki, at
siðmentaði heimurin eigur at
tosa við hasi skrímsluni. Eg,
hinvegin, hevði víst á, at tað
júst er av hesari styrki, at vit
ikki eiga at fáa eitt prát í lag
við vitloysingar, ið sýna størri
loyalitet til sín fartelefonveitara
enn til demokratiskt viðtiknar
rættarreglur.
Álvaratos, tú kanst ikki rokna
við eini friðargongd við trøll
vaksnum monnum, sum ikki
bert seta einræði framum
fólkaræði, men pínadoy eisini
trúgva uppá ein onkursvegna
himmalskan einræðisharra,
Allah at navni.
Tú kundi sjálvandi skapt iva um
Barack Obamasa trúvirði við at
nevnt tað, sum talsmaðurin hjá
Hillary Clinton minnti okkum
á—at Barack Obama í eini røðu
í Selma, Alabama, hevði
hevdað, at foreldrini høvdu gift
seg, og at hann var borin í
heim, sum eitt úrslit av tí stóru
gonguni fyri borgararættindum
frá Selma til Montgomery.
Trupulleikin við hesum er,
hvat spunasmiðirnir hjá frú
Clinton eisini so ovurkátir vístu
á, er at gongurnar frá Selma
vóru í 1965. Barack Obama Jnr
var borin í heim í 1961.
Hetta er av sonnum ein
áhugaverd eygleiðing um
forsetavalevni demokratanna,
men hevur tíverri mestsum
onga kraft, tá hon stavar frá eini
so ógvusliga dálkaðari keldu.
Men tá ið eygleiðingin av
erkvisnum sálum hevði verið
fatað sum eitt slag niðan beltið,
enntá óviðkomandi, stilli eg
ístaðin spurningin: “Hevði
Barack Obama, tá týsku
loftálopini á Ongland leikaðu á
sum harðast, á vetri 194041,
mælt til, at vit áttu at sessast og
fingið eitt prát í lag við Hitler
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
At eftirlíka skrímslum
er ongantíð svarið
Framhald á næstu síðu
Tíðargreinin
tíðargreinin
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Barack Obama
Osama bin Laden