Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 131 - 10. juli 2008 Tíðargreinin … At eftirlíka skrímslum er ongantíð svarið fyri at síggja, hvørt ein friðargongd hevði verið møgulig? Høvdu vit kanska sæð ta ómoralsku hersetingina av Póllandi og Kekkoslovakia og, hvat Der Führer so tekkiliga kallaði, “tann jødiska spurningin” frá hansara síðu? Og hvar høvdu vit ikki verið nú, høvdu vit gjørt tað? V ið 11. september, einum Madrid og 7. juli í huga er tað ikki heilt løgið, at tað, at gera einstevnurørslum eftir vild, so líðandi ljóðar yvirtalandi, ikki so? Jú, men bert til tú faktiskt fatar, at Osama bin Laden heldur Spánia (ella “Andalusia”, sum hann og Durita Holm kalla tað) vera eitt muslimskt land av tí at tað var islamiskt øki inntil 1492; og, ikki um at tala, Ísrael, bróðurpartin av Balkan og alt Kashmir. So hvar endar verðin, um skilvísið í tí populera eftirlætispolitikkinum hjá Chamberlain, sum nú eisini Barack Obama hevur kannað sær, verður fylgt? Tá ið Miðeystur er handað til sharia- lóg, høvdu vit tá latið Spánia, Tel Aviv, Kosovo, Sarajevo og klunkur av India frá okkum til tess at, loksins, fáa frið fyri al- Qa’ida? Har eru góðar grundgevingar fyri, til dømis, at taka herdeildirnar aftur úr Irak— men at gera tað av tí at eitt kriminelt skrímsl við navninum Osama bin Laden vil hava tað, er ikki ein teirra. Sært tú, hvussu nógvar sneiðir vit so enn geva hesum tikara, gerst hann ikki vegetarur. F yri at venda aftur til hasa lygisøguna hjá Barack Obama, so hevur hon í sjálvum sær ikki so nógv upp á seg undantikið tað, at hon stuðlar uppundir uppáhaldið hjá McCain, at tað bilar við Obamasa trúvriði. Nei, tað sum í álvara órógvar meg, er hvat søgan ber boð um, og at hetta forsetavalevni demokratanna, serliga tá ið tað kemur til uttanríkspolitikk og hvussu tú ‘takklar’ stalinistiskar yvirgangsbandar, skiftir prinsippiella støðu eins ofta sum borgmeistarin í Havn skiftir politiskan lista. Í stuttum: maðurin er eitt óálítandi svass! Vanliga stuðli eg demokratu- num í Amerika, men sum er, havi eg meiri álit á tí støðufasta John McCain enn vingul- skøltinum Barack Obama. Moralskt krystallklári McCain hevði nevniliga verið munin betri, skuldi eitt fólkamorð Ruanda-style verið í væntu. U m Barack Obama, hesin heimføðisligi avbyrgingar- politikari, veruliga ikki kann bara sær í sínum ynski at tosa við al-Qa’ida, tá er hann fullkomiliga óskikkaður at verða forseti í heimsins týdningarmesta landi. Heldur eiga vit at berjast ímóti teimum, sum vilja oyðileggja vesturlendskan livihátt, og ikki flættast við hasi, ið leggja ein lort í hann. Eg kann ikki ímynda mær, at Barack Obama hevur nakað ynski um at eftirlíka búrtjóvum og neyðtøkumonnum. So hví gera tað við miskunnarleysum mordarum? Tónleikur, dansur og røður verða á skánni, nú fyrsta fólkatón­ leikarastevnan í Føroyum fer av bakkastokki í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið Heri Simonsen heris@sosialurin.fo ”Varðveitsla, menning ella líkasæla” er heitið á ráð- stevnini um fólkatónleik, sum verður í Norðurlanda- húsinumk um vikuskiftið. Stevnan tekur støði í ritgerð um umstøðurnar hjá fólkatónleikinum í norður- londum sum fólkatónleik- arin Dánjal á Neystabø hevur skrivað, meðan hann hevur tikið útbúgving. Dánjal á Neystabø hevur fingið nógvar og góðar aft- urmeldingar fyri rigerðina. Millum annað hevur norður- lendska fólkatónleikara- samtakið, Nordisk Folke- musik Komitté, sett seg í samband við hann, og biðið hann samskipa ráðstevn- una. Lunnar undir samstarvi Hetta er fyrstu ferð, at ein slík ráðstevna verður hildin her á landi, og er ætlanin, at hon skal leggja lunnar undir eitt slóðbrótandi samstarv millum norðurlond. Høvuðs- endamálið við stevnuni er at varpa ljós á menningar- møguleikarnir fyri føroysk- um fólkatónleiki í einum livandi og dygdargóðum umhvørvi. Dánjal á Neystabø hevur sjálvur eina eina framløgu, og fer hann síðani at stýra einum orðaskifti, sum varp- ar ljós á evnið. Fólkatón- leikarar og serfrøðingar úr Íslandi, Danmark, Noregi, Finnlandi og Svøríki koma øll at hava eina framløgu uppá 20 minuttir hvør, har tey fara at lýsa sjónarhornini hjá teimum ymisku norður- londunum. Talan er um gjølla útvaldar fyrilestra- haldarar, sum fara at tosa um umstøðurnar hjá fólka- tónleikinum við støði í teirra heimlandið. Ætlanin er at samanbera teir hættir at menna hesa tónleikagrein, sum verða brúktir í teimum ymsu norð- urlondunum, og soleiðis finna fram ein leist, sum kann gagna føroyskum viðurskiftum. Ætlanin er, at tiltakið skal verða fólksligt, og verður innihaldið lagt soleiðis til rættis, at øll sum koma í Norðurlandahúsið kunnu taka lut í orðaskifti- num. Eisini framførslur Alt verður tó ikki bara prát. Vilhelmina Larsen, Anna Maria Olsen og Kári Sverri- son fara at geva norður- lendsku gestunum og øðrum áhoyrarum dygdar- góð dømi um góðan før- oyskan fólkatónleik. Norð- urlendsku fólkatónleikarnir fara eisini at bera fram tón- leik og dans, hetta verður í Sjónleikarahúsinum í Havn. Tiltakið í Sjónleikarahúsi- num í byrjar kl. 17.30. Øll sum hava áhuga fyri tón- leikaviðurskiftum eru væl- komin til bæði tiltakið í Norðurlandahúsinum, og í Sjónleikarahúsinum. Tiltøk- ini eru ókeypis. Fólk sum hava spurningar viðvíkjandi tiltakinum kunnu ringja til Dánjal á Neystabø, fartlf. 217721 ella við telduposti neystabo@hotmail.com Fólkatónleikarar hittast Skrá fyri ráðstevnu um fólkatónleik Fríggjadag 11. juli Klokkan 16 til 17.30 í Norðurlandahúsinum Dánjal á Neystabø greiðir frá høvuðsevninum á ráðstevnuni um fólkatónleik: ”Varðveitsla, menning ella líkasæla ?” Høvuðsinnihaldið henda fríggjadagin verður spælimanstónleikur og nótabøkur frá 1700 talinum, t.d. hjá J.Chr. Svabo. Hvussu hevur man handfarið tilfarið úr nótabókunum frá 1700 talinum í ymsu norðurlondunum? Leygardag 12. juli klokkan 9 – 11.30 ”Varðveitsla, menning ella líkasæla” Dánjal á Neystabø heldur ein stuttan fyrilestur um evnið. Næstu 20 minuttinar geva umboð frá Svøríki, Danmark, Finnlandi, Íslandi og Noregi sítt íkast til evnið. Hesi fara øll at leggja dent á ymiskar varðveitingar- og menningarhættir, og hvussu man hevur arbeitt við siðbundna tilfarinum í teimum ymsu norðurlondunum. 12.30-15.30: Orðaskifti og kjak Dánjal á Neystabø verður orðstýrari av orðaskifti undir heitinum: ”Varðveitsla, menning ella líkasæla”. Leygardag kll 16.00-18.00: Konsert í Norðurlandahúsinum Koncert við luttkarum frá fra Nordic Folk Camp, som fer fram í døgunum 6-13. juli. Leygardag kl. 19.30-21.00: Konsert í Sjónleikarhúsinum Koncert við tónleikarum úr Norðurlondum og føroyskur trad/fólkatónleikur. Leygardag kl. 21 – 23 Dansur í Sjónleikarahúsinum Luttakarar á Folk Camp skipa folkadans. Eisini verður føroyskur dansur. Nachspiel Ráðstevnan um fólkatónleik tekur støði í ritgerðini ”Varðveitsla, menning ella líkasæla”, sum fólkatónleikarin og samskiparin av stevnuni, Dánjal á Neystabø, hevur skrivað Mynd: Jens Kristian Vang