Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 10. juli 2008 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kistan við Viktor Al­­b­ inus, úr Ørarvíkarlíð, fer úr kapellinum á Suðuroy­ ar sjúkrahúsi hósdagin kl. 18. Jarðarferðin verð­ ur úr Tvøroyrar kirkju fríggjadagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Viktor, kunnu lata Suðuroyar ellis­ og røktarheimi eina peningagávu, konto í pen­ ingastovnunum. Kistan við Hans Krist­ offer Mortensen, av Argjum, fer úr kapellin­ um á landssjúkrahúsin­ um hósdagin kl. 18. Jarð­ arferðin verður úr kirkju­ og missiónshúsinum á Argjum fríggjadagin klokkan 13. Sálmabókin verður nýtt. Tey, ið vilja minnast Hans Kristoffer, kunnu lata kirkju­ og missiónshúsinum á Argj­ um eina peningagávu. Svana Johanna Strøm, ættað av Tvøroyri, búsit­ andi í Keypmannahavn, andaðist sunnudagin á Bispebjerg sjúkrahúsi, 62 ára gomul. Jarðarferð­ in verður leygardagin kl. 11 í Garnison kirkjuni á Sankt Annes Plads í Keypmannahavn. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá høgt elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Esmar M. Hansen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tøkk til tykkum, sum góvu og hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri troystarrík orð í kapellinum, í Betesda og á grøvini. Tøkk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Tøkk fyri gávur til Zarepta. Familjunnar vegna Anna, Malena, Óla Jákup og Jógvan Kári við familjum Dagurin 11. jul­­i. Josva. Dagurin halgaður minninum um Josva Nuns son, sum var eftirmaður Mósesar og leiddi Ísraels fólk inn í hitt fyrijáttaða landið. Sama navnið sum Jesus, Guð frelsir. Rætting Nú um dagarnar skrivaðu vit, at Bára Joensen er fyrsta kvinna í Føroyum, ið hevur fingið prógv sum kavleiðari. Hetta skilja vit er ikki beint. Inga Eyðunsdóttir, Norðra­ gøta, er fyrsta kvinna í Føroyum, ið hevur fingið hetta prógv í Føroyum og fekk hon tað hjá DIVE.FO/kavara­ skulin.fo. Inga Eyðunssdóttir er síðani seinni blivin Instru­ ktør innan PADI og SSI. Útbúgvingarleiðari hjá DIVE. FO/kavaraskulin.fo er John Johnsson, ið er útbúgvin PADI IDC­Staff Instructor ið er hægsta stigið tú kanst blíva innan PADI og er hann einasti IDC­Staff Instructor í Føroyum. Bl­­aðstj. Í hesum døgum eru nógvir skúlanæmingar, sum eftir eitt ávíst áramál hittast aftur at práta saman og annars hugna sær. Ein sera forvitnislig tílík stevna verður hildin í Havn 19. juli. Tað eru skúlanæm­ ingar, sum fóru í Sankta Frants skúla í 1952, sum hava sett hvørjum øðrum stevnu. Hesi børnini gingu í skúla saman í 5 ár til 1957, tá ið vegir teirra skiltust. Summi hildu fram í 6. flokki, onnur fóru í “real­ skúlan”, Færøernes Mell­ em­ og Realskole, og aftur onnur fóru av landinum. Ætlanin var at halda stevnuna í fjør, tá ið 55 ár vóru liðin, síðani tey fóru í skúla, og 50 ár, síðani tey skiltust, men av ymiskt kom í vegin, so stevnan varð útsett til í ár. Talan er um nógv børn. Flokkarnir vóru tveir, og teir vóru stórir tá, 37­38 børn í hvørjum flokki, og nógv børn gingu bara eitt stutt skifti í skúlanum, summi bert 1 ár. Samanlagt gingu 122 næmingar í hesum flokk­ um hesi árini, av teimum vóru tað bara 37, sum gingu øll árini. Sum vera man, so hevur tað verið eitt stórt “detek­ tiv”­arbeiði at finna øll hesi fólkini. Tað hevur eydnast rættiliga væl, bara 4 hava vit ikki fingið fatur á. 21 eru ikki millum okkum meira. Av restini eru tað 60, sum hava sagt at tey koma við, og onkur aftrat er ivasamur, og tað halda vit verða eitt rættiliga gott úrslit. Ein, sum kemur langvegis frá, og sum gekk í skúlanum øll hesi 5 árini, var ein smágenta sum æt Antonia. Hon var komin úr Italia í 1949, og var til fosturs hjá fólki í Havn. Í 1957 kom mamma hennara eftir henni, og hon fór avstað aftur heilt til Australia, har mamma tá búði. Antonia býr í dag í Sydney. Hon hevur skrivað eina áhugaverda bók um lív sítt, og um tíðina hon var í Føroyum. Stevnan verður hildin í Kaffistovuni úti á kaiini. Vit hittast fyrrapartin. Síð­ ani verður gingið niðan í skúlan at vitja og um kvøld­ ið verður veitsla. Skúlanæmingar hittast aftur Genturnar í 5. flokki, og nakrar fáar úr 6. flokki, hava fimleik Leygardagin 12. juli letur listaframsýningin “NEW” upp í Ahlgade 18 í Holbæk. Tey sum sýna fram eru øll næmingar frá lista­ háskúlanum í Holbæk. Framsýningin hevur verið í Silkeborg, har hon fekk góð ummæli, m.a. á heima­ síðuni: www.aarhus.nu. Ein av framsýnarunum er Jóhan Martin Christiansen úr Havn, sum eisini gongur á listaháskúlanum í Holbæk. Hann hevur fyrr verið við á fleiri framsýningum í Før­ oyum og Danmark, bæði saman við øðrum og við sjálvstøðugum framsýning­ um. Framsýningin verður frá 12. til 27. juli. Opið er ger­ andisdagar frá kl. 12­17, og í vikuskitfunum frá kl. 11­ 14. Jóhan Martin við á listaframsýning