hósdagur 10. juli 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 131 - 10. juli 2008
tíðindi
Átta eru Tróndar
dagarnir. Hvør hevur
sítt, men samanlagt
hava teir alt, sum skal
til at gleða stór og smá,
leik og lærd. Saman
verður leitað aftur til
upprunan og fram
um nútíðina. Fyrstu
seks Tróndardagarnar
verður ljós á ymiskan
hátt kastað á søgu
og søgn, og teir
báðar síðstu verður
gleði og gleimur við
tónlist og leiki siga
fyrireikararnir í skrivi
1. Tróndardagur
Fyrsti Tróndardagur verður
sannur hátíðardagur í Gøtu.
Loksins verður standmynd reist
til minnis um mætasta høvding
føroyinga Trónd í Gøtu. Talan er
um prýðiliga standmynd eftir
mæta føroyska listarmannin
Hans Paula Olsen. Á hesum degi
savnast øll um standmyndina
klokkan 14.
Ikki nokk við at Tróndur fær
eina standmynd reista. Tróndur
verður eisini heiðraður í Gøtu
kirkju har nýskrivað tónlistarverk
eftir bretan Gavin Bryars verður
framført av Aldubáruni, Eivør
Pálsdóttir, Rúna Brattaberg og
Eystanljóði.
2. Tróndardagur
Annan Tróndardag halda
hátíðarhaldini fram. Gjáarneystið
í Norðragøtu kemur aftur til
heiður og æru. Gøtu
Fornminnissavn hevur umvælt og
víðkað savnið við at hýsa bátum
og øðrum, sum hevur við hav og
fiskiskap at gera.
Fróðarmaðurin Sigfríður
Joensen letur 2. Tróndardag
stórfingið bókaverk um
Gøtuskeggjarnar úr hondum.
Talan er um forkunnugt verk við
hópin at myndum, spennandi
tulkingum og góðum frásagnum.
Dagurin byrjar í Nýggju kirkju
við guðstænastu og endar í
Gomlu kirkju við guðstænastu.
3. Tróndardagur
Á triðja Tróndardegi ber til at fáa
frásagnir bæði uttandura og
innandura. Søgutúrurin av
Toftanes í Leirvík um Bønhústoft
til Blásastova í Gøtu verður
gingin við ferðaleiðara, og um
kvøldið verður frásøgn um
arbeiðið at skriva Gøtu húsasøgu.
Samstundis letur framsýning upp
í Glyvra-Hanusar Húsi, ið lýsir
hetta arbeiði.
Hendan dag ber eisini til hjá
tónleikaáhugaðum at leita sær
aftur í tíðina á
tónleikaseminarinum »Tónleikur
fyri 1000 árum síðani«.
4. Tróndardagur
Á fjórða Tróndardegi verður
Tróndarseminar fyriskipað fyri
leik og lærd søgufólk í Gøtu
skúla. Tróndur, Føroyingasøga,
fornfrøðisligar rannsóknir og
søga føroyinga sum heild verður
viðgjørd av írum, íslendingum,
dønum og føroyingum. Øll hava
møguleika at geva sítt íkast.
Eins og hinar dagarnar er
møguleiki at vitja
framsýningarnar í Blásastovu, í
Gjáarneystinum, í Glyvra-
Hanusar Húsi og forkunnugu
myndaframsýningina hjá MOMO
í Tróndargøtu 37.
5. Tróndardagur
Á fimta Tróndardegi verður
forkunnug konsert í Gomlu
kirkju við kingosangi og
frásagnum. Í upprunaligum
umhvørvi er møguleiki at uppliva
hendan tónleik fáa nýtt lív.
Søvn og framsýningar hava
eisini opið allan seinnapartin
undan konsertini, so her er
veruliga eitt gott høvi at leita sær
aftur í tíðina, áðrenn farið verður
í kirkjuna til forkunnugu
tónarnar frá Tjørnuvíkingum og
Kára Sverrissyni.
6. Tróndardagur
Á sætta Tróndardegi eru
framsýningar og søvn opin eins
og filmurin um listarmannin
Tróndardagarnir í Gøtu
Jóannes Eidesgaard, løgmaður
heldur røðu
Hans Pauli Olsen hevur gjørt
standmynd av Trónda í Gøtu
Jógvan Fríðriksson, bispur heldur røðu
Eivør Pálsdóttur og Rúni Brattaberg fara at framføra á Tróndardøgunum
Tróndardagarnir verða settir í Norðragøtu leygardagin
Mynd: Jens Kristian Vang