Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 131 - 10. juli 2008 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tað nyttar okkum einki at hava eitt stórt og flott stadion, um vit ikki hava eitt landslið, sum megnar at fylla hetta Høgni í Stórustovu, FSF-forseti Vilja betra kæruvið- gerðina Tað er einki dulsmál, at stór ósemja hevur verið handfaringina av kærumál­ um í FSF, síðani bygnað­ urin varð umskipaður. Og tað tykist eisini, sum halda tey í FSF ikki, at málsviðgerðirnar í fyrst og fremst Aganevndini hava verið á nøktandi støði. Í øllum førum verður staðfest í Gleipnir­brævin­ um, at FSF fer at hyggja eftir teimum mannagongd­ um, sum hava verið nýttar. Hetta fyri at tryggja, at til­ gongdin og málsupplýsing­ in verður á nøktandi støði. ­ Tað merkir væl, at vit ikki hava verið heilt nøgdir. Tað, sum tað í hesum sambandi snýr seg um, er at fólk kenna seg rættvíst viðfarin. Sum ovasti fótbóltsmyndugleiki er tað okkara uppgáva at tryggja, at eingin kennir síni rættindi trakðað, sigur Høgni í Stórustovu, FSF­ forseti. Hinvegin verður eisini víst á, at partarnir innan føroyskan fótbólt eiga at góðtaka og virða tann bygna, sum er gjørdur. Tað verður í hesum sam­ bandi Kappingarnevndin, sum fer at gjøgnumganga allar kappingarreglur fyri at tryggja, at neyðugt sam­ band er ímillum alt reglu­ verkið, verður sagt frá FSF. -mørk Útbúgva fót- bóltsleiðarar Eitt av aðalmálunum hjá nýggja FSF­forsetanum hevur verið at geara feløg­ ini, so leiðslurnar í hesum eru betur førar fyri at átaka sær tær avbjóðingar, sum eru í einum fótbólts­ felag. Og fyrsta stigið í hesum er nú tikið. Komandi heyst fer FSF í holt við eina nýggja ítróttarleiðaraútbú gving. Høvuðsendamálið er at styrkja fótbóltsfeløgini innanhýsis og at menna samstarvið millum før­ oysku feløgini. Undirvísingin, sum fer fram í FSF­húsinum, verð­ ur skipað í fýra pørtum, og er hendan gjørd í sam­ starvið við Copenhagen Coaching Center. -mørk Ætlanirnar um nýtt stadion eru sleptar. Ístaðin er Fótbóltssambandið nú í dialogi við grunnin fyri Tórsvøll og Tórshavnar Kommunu. Tað er týdningarmiklari, at UEFA- og FIFA- stuðulin verður nýttur til fótbóltshall- ir, sigur FSF-forsetin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá tað á nýggjárinum stóð greitt, at samtakið kring eina fótbóltshøll í Skála­ botni ikki hevði neyðuga skjalatilfarið klárt til enn eina longda deadline, saðl­ aði FSF um. Boðini vóru, at UEFA kundi ikki bíða í ævir eftir, hvat peningurin í stuðuls­ grunninum skuldi nýtast til, og tí fór FSF sjálvt undir aðrar ætlanir. Og tann, sum varð løgd á borðið, var ein nýggjur tjóðarleikvøllur. Kostnaðurin av hesum varð mettur at vera 130 milliónir krónur, og hóast tað ljóðar av heilt nógvum, so hevði FSF størsta partin av fígg­ ingini klára. Men tað hevði eisini sínar avleiðingar. Onnur var, at FSF flutti av Tórsvølli, har bygningurin ætlandi skuldi seljast, og hin var, at tosið um eina UEFA­fíggjaða fót­ bóltshøll í Føroyum mátti steðgast. Alfa og omega Nú eru tó aðrir tónar úr FSF­húsinum. Í fyrstu útgávuni av Gleipnir, ið er kunningarskriv frá FSF­ nevndini til feløgini, verður sagt, at FSF hevur verið á fundi við býáðið í Havn. Og at FSF her hevur boðað frá, at felagsskapurin er sinnaður at leggja nýggjan tjóðarleikvøll við tilhoyr­ andi virksemi í Gundadli undir nærri ásettum fortreyt­ um. ­ Eg fari ikki í detaljum at greina, hvørjar hesar fortreytirnar eru. Tað haldi eg ikki vera uppgávan hjá starvsnevndini. Men aðal­ málið má vera, at vit hava ein tjóðarleikvøll, sum lýk­ ur tey krøv, sum verða sett her í 2008 og gjarna eisini nógv ár fram í tíðina. Semj­ ast vit um hetta, so eiga vit at seta eina arbeiðsnevnd, sum kann greina tørvin, sig­ ur Høgni í Stórustovu, FSF­ forseti. Men vil tað siga, at FSF hevur hálsað um í spurning­ inum, um stuðulin frá UEFA og FIFA skal nýtast til tjóð­ arleikvøll ella fótbóltshøll? ­ Tað skal eg ikki stað­ festa. Tað, sum hetta snýr seg um, er at vit lata upp fyri teimum møguleikum, sum eru. Tað snýr seg fyrst og fremst um at menna før­ oyskan fótbólt, og her er eingin ivi um, at fótbólts­ hallir eru alfa og omega. Tað nyttar okkum einki at hava eitt stórt og flott stadi­ on, um vit ikki hava eitt landslið, sum megnar at fylla hetta, sigur Høgni í Stórustovu. Taka fyrstu verkætlanina Tá tosað verður um fótbólts­ høll, so hava tríggjar ítøki­ ligar verkætlanir verið nevndar, umframt at Havnar Timburhandil á sinni hevði sítt uppskot um, hvussu ein slík kundi gerast. Upprunaliga vann sam­ takið við Skálabotn kapp­ renningina móti Svanga­ skarði um tilsøgnina til UEFA­milliónirnar. Stígur kom tó í ætlanina við Skála­ botn, og í vetur segði FSF, at teir nú arbeiddu við sín­ um møguleika, heldur enn at lata dyrnar upp aftur fyri toftamonnum. Og hartil inniheldur stóra verkætlanin við Stórutjørn eisini eina fótbóltshøll. ­ Hjá okkum er tað týdn­ ingarmesta, at ein høll verður bygd. Hvar hetta verður gjørt, er ikki so týdn­ ingarmikið. Og tí er boða­ skapurin púrasta greiður. Síggja vit eina verkætlan, sum er burðardygg, so verð­ ur hendan negld fast á okk­ ara borð. Fyri menningina av einum komandi ættarliði av fótbóltsspælarum er tvingandi neyðugt, at hesir hava møguleika at spæla alt árið. Tú fært snøgt sagt ikki vant neyðugu teknisku venjingina, um talan er um regn, kava og vind fimm mánaðir um árið, sigur Høgni í Stórustovu. FSF verður verandi á Tórsvølli Tað røkist nú fyri, at Tórsvøllur kortini verður verandi tjóðarvøllurin hjá føroyska landsliðnum