hósdagur 10. juli 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 131 - 10. juli 2008 ]
Hleb ávegis til Barcelona
Hvítarussin í Arsenal, Alexander Hleb, heldur eftir øllum at
døma ikki fram í enska høvuðsstaðnum. Miðvallarin hevur
seinastu dagarnir verið í samráðingum við Barcelona, og sum
helst hevur við sær, at hann spælur á Nou Camp í komandi
kappingarári. 27 ára gamli Alexander Hleb skifti til Arsenal í
2005, og hetta seinasta árið hevur hann torført við at vunnið sær
pláss í byrjunaruppstillingini.
Vatnhamar venur
við EB/Streymi
Dimmalætting skrivaði í gjár, at Tróndur Vatnhamar, sum í
farnu viku takkaði fyri seg í Havnar Bóltefelag, venur við
EB/Streymi í løtuni. Málverjin sigur við blaðið, at hann
hjálpir liðnum í fyrireikingunum til stórdystin móti
Manchester City hósdagin. Vatnhamar vil einki siga, um
hann í framtíðini verður knýttur fast at felagnum. Tróndur
Vatnhamar er 28 ára gamal og skifti til HB úr B36 í 2005.
Í ár eru liðin 50 ár
síðani fyrsta veruliga
stjørnan hjá bæði
Manchester City og
Manchester United,
walisiski Billy Mere
dith, doyði
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Tað kann ikki umgangast,
at søgan hjá tveimum stór
feløgum, sum hava heim
stað í sama býi, tíðum verð
ur samantvinnað og at tað
kemur fyri, at spælarar
royna eydnuna í bæði Man
chester City og Manchester
United. Kendastu dømini
frá nýggjari tíð eru skotin
Denis Law, og danski mál
manssrisin, Peter Schmeic
hel. Venjaralegendan hjá
Manchester United, Matt
Busby spældi eisini fyri
Manchester City í sínum
ungu døgum. Men fyrsta
veruliga stjørnan hjá bæði
Manchester City og Man
chester United var walisiski
Billy Meredith.
Kolanámsarbeiðari
William “Billy” Meredith
varð føddur í Chirk í Black
Park í Wales tann 30. juli í
1874. Tey fyrstu fótbóltsár
ini spældi Meredith amatør
fótbólt í feløgunum Chirk
og
Northwich
Victoria.
Men fyri at vinna til lívsins
uppihald, arbeiddi hann í
einum kolanámi, har hann
millum annað ansaði teim
um smáu arbeiðsrossunum,
sum vóru nýtt í kolanámun
um. Mong føroysk ross
endaðu sínar dagar í einum
bretskum kolanámi.
Umboð fyri Manchester
City sóu eitt stórt potentiali
í tí unga Billy Meredith, og
í oktober í 1894 fekk hann
sáttmáli við felagið. Longu
sama mánað fekk Meredith
sína debut ímóti Newcastle,
ein dystur sum Manchester
City tapti 54.
Longu næstu vikuna tók
Meredith fyrstu fetini, til at
gerast ein legenda í Man
chester. Tá Manchester City
spældi ímóti Newton Heath
– sum í 1902 broytti navn
til Manchester United –
skoraði hann tvey mál.
Hetta var fyrsti ligadysturin
millum feløgini bæði.
Meredith gjørdist nógv
avhildin av áskoðarafjøldini
hjá Manchester City. Hann
var ein skjótur spælari, sum
fóru spelandi oman gjøgn
um vøllin við bóltinum.
Kortini dámdi honum so
væl at arbeiða í kolanámin
um, at tað gekk ein tíð,
áðrenn leiðslan í Manchester
City fekk yvirtalað hann at
fokusera fult og heilt uppá
yrkisfótbóltin.
City ferðaðist millum
næstbestu og bestu deildina,
og eydnaðist tað ongantíð
Meredith at vinna meistara
heitið í bestu ensku fótbólts
deildini við City. Kortini
var hann við til at vinna
meistaraskapið í næstbestu
deildini í bæði 1899 og
1903.
Vinnur FA Cup
Men í 1904 vann hann sín
størsta sigur við Manchester
City. City kom í FA Cup
finaluna hetta árið. Dysturin
var
spældur
á
Crystal
Palace, sum tá á døgum var
navnið á kendasta leikvøll
inum í London. Mótstøðu
liðið var Bolton Wanderers.
Bolton er grannabýur hjá
Manchester, so talan var
veruliga um eina granna
uppgerð. 61.400 áskoðarar
sóu Billy Meredith skora
einasta málið í dystinum.
Boltonspælarnir
vóru
ógvuliga harmir um málið,
tí teir meintu, at Meredith
var rangstaddur tá hann
fekk sendingina frá Living
stone, sum førdi til málið,
men dómarin var ósamdur
og læt málið standa.
Tað var ein ovurfegin
liðskipari, Billy Meredith,
sum tók ímóti steypinum.
Hann var sagdur at verða
besti spælarin í liguni, men
hevði einki vunnið fyrr enn
hendan dagin hann, sum 30
ára gamal gjørdist steypa
vinnari
við
Manchester
City.
Ákærdur fyri mutur
Men nú kom ein hørð tíð í
lívinum hjá Meredith. Sam
an við øðrum Cityspælar
um, varð hann ákærdur fyri
at hava mutrað Aston Villa
spælaran Alec Leake at tapa
ein dyst við vilja. Ákæran
ljóðaði uppá, at Alec Leake
hevði fingið bjóða 10 pund
frá Billy Meredith fyri at
lata seg í einum dysti ímóti
Manchester City í kapping
arárinum 19041905. Talan
var um ein avgerandi dyst,
sum Manchester City mátti
vinna fyri at gerast enskir
meistarar í bestu deildini.
Enska FA fann Meredith
sekan í ákærunum, og hóast
hann var ein áskoðaramagn
etur, so fekk hann eitt leik
bann á 18 mánaðir. Man
chester City gjørdi einki
fyri at hjálpa Meredith og
liðfeløgunum.
Meredith
gjørdi ikki mætari enn, at
hann almannakunngjørdi,
at Manchester City hevði
framt ólógligar útgjaldingar
til sínar spælarar. Hetta
førdi við sær, at øll leiðslan
hjá City fekk bann fyri lívið
at arbeiða innan fótbólt.
Felagið varð tvungið at
selja allar sínar yrkisleikarar,
og mátti ítróttarliga byrja
av nýggjum.
Til Manchester
United
Í oktober 1906 skrivaði
Billy Meredith saman við
trimum øðrum Cityspælar
um, sum vóru raktir av mut
urgøluni undir ein sáttmála
við Manchester United.
Hann slapp kortini ikki at
spæla fyrr enn nýggjársdag
1907, tá leikbannið hjá
Billy Meredith 1874-1958:
Fyrsta stjørnan hjá
Manchester City og United
Billy Meredith byrjaði at spæla fótbólt í Manchester City 100 ár
áðrenn samanleggingin millum EB og Streym gjørdist veruleiki
Mynd: Polfoto
Framhald á síðu 20