Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 131 - 10. juli 2008 ] Rasmussn er óynsktur Michael Rasmussen, sum í fjør fekk bann vegna mis­ nýtslu av rúsevnum, vil fegin venda aftur til súkkluítrótt­ ina. Trupulleikin í løtuni er, at einki felag við hava danan í sín hóp. – Eg trúgvi ikki, at hann nakrantíð fer at súkkla Tour de France aftur. Fyriskiparin vil ikki síggja hann, og feløgini hava ikki dirvið at gera avtalu við hann, hóast tey ikki vita við vissu, hvat hann hevur gjørt, sigur ítróttar­ stjórin fyri Garmin­Chipotle, Johnny Weltz, við BT. Michael Rasmussen er bannaður til 26. juni í 2009. Platini ætlar sær til Føroya Í sambandi við forsetaskiftið í FSF vóru formaðurin og aðalskrivarin hjá Fótbóltssambandinum í mai­mánaða á fundi við Michael Platini í Geneve. Millum annað bjóðaði franski forsetin í UEFA at vitja í Føroyum í mars komandi ár, um tað mundi, tá UEFA ársfundurin verður í Keypmannahavn. Platini staðfesti eisini, at UEFA fegin vil verða við til at menna føroyskan fótbólt. Teir vilja fegin hjálpa við innandurahallum, sum stórur eftirspurningur er á í løtuni. Hetta stendur í fyrstu útgávuni av Gleipnir, sum er sent øllum limafeløgunum hjá FSF. honum loksins var av. Dysturin nýggjársdag var ímóti – av øllum liðum – Aston Villa, United vann 1­0. Meredith gjørdist skjótt ein av teimum best umtóktu spælarunum hjá United. Samstarvið bar eisini frukt. Í 1908 gjørdist Manchester United enskur meistari á fyrsta sinni, og í 1911 endurtóku teir bragdið. Í 1909 vann United FA Cup finaluna fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Talan gjørdist um ein 1­0 sigur ímóti Bristol City, og Sandy Turnbull, sum eisini var komin úr Manchester City, skoraði sigursmálið. Meredith var nevndur “Walisiski gandakallurin”, eitt kelinavn, sum Ryan Giggs arvaði 80 ár seinni. Millum áskoðarnar var hann eisini nevndur “Old Skinny”, tí hann var ein tilkomin spælari, sum var ógvuliga rak. Fyrri veraldarbardagi, sum var árini 1914­1918 steðgaði øllum skipaðum fótbólti í Onglandi, og tá skipaði fótbólturin byrjaði aftur kappingarárið 1919­ 1920 hevði United ikki eitt so gott lið longur. Í 1921 skifti Meredith yvir aftur til Manchester City, og gjørdist hann spælandi venjari. Ein av teimum síðstu dystunum, sum Meredith spældi fyri City, var á vári í 1924. Talan var um FA Cup hálvfinaluna ímóti New­ castle. Billy Meredith var tá 49 ár og 245 dagar gamal, og er hann saman við Stanley Matthews og Peter Shilton millum teir elstu spælarnar, sum hava spælt í FA Cup kappingini. Í 1931 gjørdist hann ein partur av venjarahópinum hjá Man­ chester United. 48 landsdystir Meredith spældi 390 dystir og skoraði 150 mál fyri Manchester City. Hann spældi 335 dystir og skoraði 36 mál fyri Manchester Uni­ ted. Hann spældi 48 lands­ dystir og skoraði 11 mál fyri Wales. Síðsta landsdyst­ in spældi hann fyri Wales í 1920, tá var hann 45 ára gamal. Saman við øðrum stovn­ aði hann eitt fakfelag – Football Players Union – á Imperial Hotel í Manchester. Saman stríddust spælarnir ímóti einum lønarlofti, sum leiðslurnar í feløgunum royndu at áseta spælarunum, og at binda teir fíggjarliga. FA bannaði Meredith og hinar leikarnar, sum høvdu verið á stovnandi fundinum á Imperial Hotel í Man­ chester, so teir ikki sluppu at spæla dyst í ensku lig­ uni. Teir leikbannaðu spælar­ nir funnu saman, og byrjaðu at venja saman undir heitin­ um “Teir útstoyttu”. Mere­ dith og Association Trainers and Players Union vunnu samkensluna hjá viðhalds­ fólkunum og fjølmiðlunum, og tað gekk ikki long tíð, so sóu teir í FA seg noyddir til at avtaka bannið, sum teir høvdu sett í verk ímóti spæl­ arunum, sum høvdu stovnað spælarafelagið. Í 1901 forvann ein fót­ bóltsspælari fýra pund um vikuna, ið er umleið fýra ferðir so nógv, sum ein, ið arbeiddi á einum bónda­ garði. Billy Meredith meinti, at yrkisleiðin hjá einum fótbóltsspælara var so óviss, at einki mátti forða fyri, at ein yrkisleikari kundi forvinna nógvan pen­ ing meðan hann var uppá tað besta. Tá í tíðini var heldur eingin trygging ímóti skaðum heldur. Hjá limunum í The Pro­ fessional Footballers Asso­ ciation er Billy Meredith ein stór hetja og undan­ gongumaður, og saman við waliska fótbóltssamband­ inum, Manchester City og Manchester United syrgdu teir fyri, at Billy Meredith fekk ein nýggjan snøggan gravstein. Billy Meredith doyði í Withington í Onglandi tann 19. apríl í 1958, 83 ára gamal. Líka til sín doyggjandi dag hevði hann tøtt viðurskifti við bæði Manchester City og Manchester United. Hann var jú fyrsta veruliga stjørn­ an hjá báðum liðunum í Manchester. Billy Meredith byrjaði at spæla professionelan fót­ bólt í Manchester City 100 ár áðrenn samanleggingin millum EB og Streym gjørd­ ist veruleiki. Og nú møtast Manchester City og EB/ Streymur í UEFA Cup. Fantastiskt! Framhald frá síðu 19 Billy Meredith arbeiddi fyrstu árini í kolanámum, fyri at vinna sær pening til lívsins uppihald, tí tá í tíðini var fekk ein fótbóltsspælari umleið fýra pund um vikuna fyri at spæla bolt Mynd: Polfoto