Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 VESTANSTEVNAN 2008 Sosialurin 10. juli 2008 Samrøða Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Miðvágur: Tað er fríggjadagur 6. juni 2008. Klokkan 8 um morgunin fara 70 fólk so huga­ góð til arbeiðis á flakavirkinum í bygdini. Tey gleða seg til at arbeiðs­ dagurin endar, tí tá byrjar enn eitt vikuskifti. Tá skal verða tíð at gera tað, ein ikki náddi gjøgnum vikuna. Lítið mundu tey vita, at um somu tíð var ein stór avgerð tikin, sum skuldi taka lívs­ grundarlagið undan teimum øllum: Nevndin í Fiskavirking hevði nevniliga avgjørt at teirra virki og teirra arbeiðspláss skuldi lata aftur for good! Fyrrapartin henda fríggja­ dagin er stjórin, Meinhard Jacobsen í Miðvági fyri at kunna leiðsluna á virkinum, herundir eisini kajformaðurin, um avgerðina. ­ Hann vildi ikki draga pínuna út, og gjørdi skjótt av. Segði, at virkið fór at verða opið til summarferiuna, og lat so ikki uppaftur. Stutt og greitt!, minn­ ist Kári aftur á henda minniliga fundin. Og í døgurðasteðginum kemur ein fráboðan um ein fund fyri arbeiðsfólkinum klokkan 14 við sama endamáli. Úrslitið er alment kent í dag. Fyri mong kom hetta sum ein bumba, tí fólk vóru neyvan greið yvir, at tað stóð so illa til at tey skuldi sigast úr starvi 1. juli. Hetta kom kortini ikki óvart á Kára á Presttrøðni. Hann hevði fyri langari tíð síðani lisið skriftina á vegginum. ­ Nei, hetta kom ikki sum eitt sjokk fyri meg, tí eg hevði leingi roknað við hesum. Eg vónaði sjálvandi ikki at tað fór at lata aftur, men eftir øllum sólarmerkjum at døma slapst ikki undan tí. ­ Tað er harmiligt, tá arbeiðs­ plássið sum hevur verið mítt síðani eg var 18 ára gamal, má lata aftur. Men her var vist ikki nógv annað at gera, sigur 50 ára gamli Kári á Presttrøðni. Einki lív á sjónum Kári á Presttrøðni var bert 18 ára gamal, tá hann byrjaði at arbeiða á flakavirkinum í heim­ bygdini. Lítið mundi hann gruna tá, at hetta skuldi gerast hansara dagliga starv í tíggju­ túsundtals tímar tey næstu 32 árini. Áðrenn Kári byrjaði at arbeiða á landi var hann ein túr í Grønlandi við Lækkakletti. Hetta dámdi honum sera væl, og tað kundi eins væl verðið, at hann helt fram við hesum fiskiskapinum. Men stutt eftir fingu teir forboð at fara til Grønlands. ­ Lækkaklettur varð umbygd­ ur til línubát, men tá eg fór við honum aftur, dámdi mær einki hetta lívið. ­ Tíbetur var nógv fiska­ arbeiði í Miðvági tá. So eg valdi tað ístaðin. Her var so nógv arbeiði at teir arbeiddu nærum í døgndrift, ja, so nógv, at ein kundu nærum arbeiða so nógv um ein vildi. Kári hevur bert gingið 10 ár í skúla, men á virkinum var nógv arbeiði, so tað var kanska ikki neyðugt at hugsa um at fara víðari við útbúgving. Hann var íðin í ítróttinum og spældi við MB, sum tá var í bestu fótbóltsdeildini. Hetta komst ikki av ongum, tí á liðnum spældu góðir leikarar sum millum annað Sámal á Vágalið, Valdemar á Løgmans­ bø og brøðrunum Pauli og Mikkjal Danielsen. ­ Síðani tá havi eg bara hing­ ið í á flakavirkinum. Altso inntil henda minniliga fríggjadagin 6. juni 2008, tá vit fingu boðini um at virkið skuldi latast aftur, sigur hann eitt sindur tungur í huga. Okkurt fór at henda At arbeiða á flakavirkinum dámdi Kára sera væl. Hann byrjaði sum landari tey fyrstu fýra árini, áðrenn hann fór inn í kuldan at arbeiða við frystiskáp­ ini. Fyri 15 árum síðani gjørdist hann kajformaður, og hevur síðani havt ábyrgd av landing­ um, ísgeving og flutninginum av fiskinum til og frá virkinum. Eitt er at nógv arbeiði var á virkinum og útvegaði eisini arbeiði og var lívsgrundarlag hjá hundraðtals fólkum í bygdini og aðrastaðni. Virkið var í sera góðum standi og so væl rikið, at tað fyri fáum árum síðani varð kosið sum ársins virki. Og spurdi ein arbeiðsfólkið, var eingin ivi um at tey høvdu bara gott at bera virkinum og Flakavirkið var alt mítt lív - Eg havi tænt virkinum í meiri enn 32 ár. Tí er tað harmiligt, tá tað soleiðis verður latið aftur, sigur Kári á Presttrøðni »Matur skal á borðið hvønn einasta dag« - Tað var so óveruligt. Eftir at hava arbeitt her á flakavirkinum í Miðvági í einar 65.000 tímar, ja, so verður ein bara uppsagdur soleiðis ein fríggjadag. Tá fór eg av álvara at hugsa um, hvussu eg nú skuldi forsyrgja familju míni. Hetta vóru nakrir sera stressandi dagar, sigur miðvingurin, Kári á Prest- trøðni