hósdagur 10. juli 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 10. juli 2008 VESTANSTEVNAN 2008 9
leiðsluni.
Arbeiðið hevur verið rættiliga
støðugt á virkinum, og fyri
Kára hevði tað sín týdning at
fáa eina fasta inntøku at
forsyrgja sær og stóru familju
síni.
Men tíðir broytast og tað
gjørdi fiskivinnan eisini. Hesi
seinastu árini hava verið
rættiliga turbulent hjá Føroya
Fiskavirking. Hetta hevur sum
vera man eisini havt sína
ávirkan á virkið og virksemið á
flakavirkinum í Miðvági.
Ja, tað er púra vist, at tað
hevur ikki verið so øgiliga
áhugavert at arbeiða her í
seinastuni. Vit hava ikki vitað,
hvar vit hava flotið og tað er í
heilum at tíðindini hava gingið
um at okkara virki skuldi lata
aftur.
Tað hevur verið serliga
turbulent tvey tey seinastu
árini. Vit vistu bara at okkurt
skuldi skje, annaðhvørt her ella
í Vestmanna. Og tí koma tað
kanska ikki so óvart á meg og
okkum, at tað varð okkara virki
sum lat aftur, sigur Kári
sorgtungur á málinum.
Einki fólk
Fyri ein so royndan flakamann
sum Kára var lítil ivi um, at
Fiskavirking kundi ikki halda á
við arbeiðinum í Miðvági.
Hesa minniligu viku 23 í 2008
hevði lítið verið av arbeiði á
virkinum. Mánaðin framman
undan hevði bert verið arbeiði í
12 dagar um vikuna.
Samstundis sum tað var sera
trupult at virka nakran fisk, var
so at siga ógjørligt at fáa fólk til
arbeiðis, helst tí at tey ynsktu
sær ein aðra og meiri fasta
inntøku.
Tú skilir, at tá ein lýsir eftir
eini 1520 arbeiðsfólkum hjá
ALS, og ikki ein einasti søkir, tá
er okkurt galið.
Hetta var enn eitt tekin um,
at trupult fór at vera at halda
hesum virkinum upplatið í
langa tíð aftrat, greiðir Kári frá.
Á fundinum kl. 14 henda
dagin í juni greiddi Meinhard
Jacobsen í stuttum frá avgerð
ini í leiðsluni. Fólk sótu sum
negld og eingin teirra megnaði
at seta honum ein einasta
spurning.
Fólk vóru sjálvandi kedd um
hesa avgerðina fyri arbeiðs
pláss teirra. Tey fóru stillisliga
av fundinum og til hús, tí
arbeiðsformaðurin hevði
avgjørt at einki arbeiði skuldi
vera restina av degnum.
Matur skal á borðið
Eftir meiri enn 32 ár á sama
staði, er tað altíð við einum
ávísum sorgblídni at ein fer fyri
seinastu ferð til hús frá arbeiðs
plássi sínum.
Hann hevur roknað seg fram
til at hava arbeitt á virkinum
einar 2000 tímar um árið, og
faldar ein tað við 32,5 árum,
kemur ein til eitt so høgt
tímatal sum 65.000.
Kári hevur sum ein av for
monnunum á virkinum eina
uppsagnartíð í seks mánaðir,
men hevur eins og øll hini
fingið boðið arbeiði á virkinum
í Vestmanna.
Eg havi ikki tikið avgerð um,
hvat eg skal gera enn, men tað
er hjá mær sum hjá øllum
hinum: Matur skal á borðið
hvønn einasta dag, og haraftrat
er alt vorðið so ótrúliga dýrt.
Tá ein er í slíkari støðu sum
eg, so hugsar ein sera nógv.
Ein verður ávirkaður av tí og
hetta skapar stress hjá mær, tí
ein hugsar so nógv um tað
fíggjarliga og hvussu gangast
skal familjuni í framtíðini.
- Eg visti at okkurt fór at skje, sigur royndi arbeiðsformaðurin hjá Fiskavirking í Miðvági
Kári á Preststøðni hevur ikki bert áhuga í fiski. Seyður hevur eisini hansara stóra áhuga
»Tá ein lýsir eftir eini
15-20 arbeiðsfólkum hjá
ALS, og ikki ein einasti
søkir, tá er okkurt galið«
»Tað er harmiligt, tá
arbeiðsplássið sum
hevur verið mítt síðani
eg var 18 ára gamal, má
lata aftur«